Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 154 - 17. august 2004 Nr. 154 - 17. august 2004 9 Seinasti leygardagur kemur at standa sum enn ein varði í skipa- søguni hjá Gøtu kommunu og sam- stundis sum ein part- ur av skipasøgu Før- oya. Seinnapartin hendan dagin kom enn ein nýggjur Jupi- ter til bygdina og sum vanligt er, tá ið skip koma, skipaði Gøtu bygdaráð fyri hátíð- arligari móttøku á bryggjuni MÓTTØKA Orð & myndir: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Út eftir bryggjuni veittraði Merkið á hvørji flaggstong, og nógv fólk høvdu leitað sær oman at taka ímóti og heilsa teimum, sum standa aftanfyri hetta stásiliga skip og teirri manning, sum kemur at føra nýggja Jupi- ter um høv. Fuglafjarðar Hornorkest- ur spældi, tá ið Jupiter kom inn ímóti og legði til bryggju. Síðan sang kórið, Gøta/Leirvík, nakrar sang- ir. Felagssangur varð eisini sungin, og lagt varð fyri við sanginum, "Eg minnist úr gomlum søgum…" Ein sera hugnalig og há- tíðarlig byrjan til hesa mót- tøku, nú hin fjórði Jupiter í røðini fyri fyrstu ferð legði til bryggju í Gøtu. Umborð á skipinum, beint niðanfyri brúnna í stýriborð, stóð reiðarin, Atli Hansen, saman við øðrum og lýddi á. Eftir hugtakandi og hug- vekjandi hornatónleik, kór- sang og felagsang, bar bygdaráðsformaðurin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, fram røðu, har hon beyð Jupiter vælkomnum, sam- stundis sum hon ynskti eig- arum og manning tillukku við skipinum. Síðan segði sjómanstrú- boðarin, Torleif Johanne- sen, nøkur orð, og hann endaði við at biðja Guð fylgja skipi og manning. Ein gamal kenningur hjá føroyskum nótamonnum úr Íslandi, Fríðrikur Guð- mundsson, sum áður hevur verið stjóri á virkinum, Tangi á Vopnafjørðinum, segði eisini nøkur orð undir móttøkuni. Hann handaði reiðarínum, P/F Driftini, sum eigur Jupiter, ein silvurborðisk við mynd av nýggja skipinum. Jákup Jacobsen, sum er nevndarformaður í P/F Driftini, tók ímóti borðiski- num og takkaði Fríðriki fyri sín trúskap. Tangi hevur gjøgnum ár- ini tikið ímóti nógvum fiski frá føroyskum nótaskipum. Jákup Jacobsen nýtti eis- ini høvi at siga nøkur orð og vísti í stuttum á, hvat stríð liggur aftanfyri at fáa fatur á tí rætta skipinum, sum hann metti nýggja Jupiter vera. Tá ið hornablástur, kór- sangur, felagssangur og røður vóru lidnar, takkaði reiðarin, Atli Hansen, fyri stórfingnu móttøkuna og beyð øllum, sum komin vóru at taka ímóti, umborð at síggja skipið. Vilji og áræði Vit fara at venda aftur til nakað av tí, sum bygda- ráðsformaðurin í Gøtu, Haldóra Ranghamar, segði undir móttøkuni. Hon vísti á, at ein slík løta, tá ið eitt nýtt skip kemur til bygdina, er stór fyri eigarar, manning og øll gøtufólk. - Tað fløvar at síggja eitt so vakurt skip koma sigl- andi inneftir víkini. Hetta er ein løta sum prógvar, at í Gøtu búgva framvegis menn sum hava vilja og áræði. Tað er ikki sørt, at vit eru errin av at vera gøtu- fólk ein slíkan dag. Haldóra segði, at síðan hon gjørdist bygdaráðsfor- maður í Gøtu kommunu fyri stívliga trimum árum síðan, hevur hon tikið ímóti ikki færri enn trimum skip- um, sum eru komin til bygdina hesi árini. - Hetta sigur ikki so lítið, tá ið havt verður í huga, hvussu lítil okkara komm- una er. Vilji og áræði til eis- ini at menna okkara vinnu- virksemi á sjónum skortar so sanniliga ikki. Hon segði, at tað eru sløk fimm ár, síðan gøtufólk seinast tóku ímóti einum nýggjari Jupiter, og nú hev- ur sama reiðarí aftur tikið stig til at útvega ein annan Jupiter – sjálvt um so stutt tíð er fráliðin, síðan seinasti Jupiter varð keyptur. - Krøvini til skipini eru veksandi, og reiðaríið hev- ur óivað ásannað, at neyð- ugt er við nýggjari og betri skipi til tess at betra um kappingarføri og fyri at út- vega manningini betri um- støður. Haldóra vísti á, at uppi- sjóvarvinnan hevur staðið seg væl seinastu árini, og hon ivaðist ikki í, at íløgan hjá P/F Driftini er ein stað- festing av, at reiðaríið sær hesar framtíðarmøguleikar fyri sær. - Hetta er eitt dømi um menn, sum vilja framburð og sum ikki eru ræddir fyri at taka ábyrgd. Fjórði Jupiter Bygdaráðsformaðurin tók í stuttum aftur í søguna um skipanavnið, Jupiter. - Hetta er sum nevnt tann fjórði Jupiter, sum kemur til bygdina. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, tann næsta átti Driftin, somu- leiðis tann triðja, og nú hevur Driftin so keypt tann fjórða Jupiter til bygdina, sum er uppaftur nýggjari og betri útgjørdur enn undan- farni. Haldóra vísti í hesum sambandi á, at maskinork- an hjá nýggja Jupiter er tví- falt so stór, sum orkan hjá "gamla" Jupiter, sum hon helt, at tey nú mugu nevna hann. - Marknaðurin setir al- samt størri krøv, og neyð- ugt er, at fyrilit verða tikin fyri at ganga teimum á møti. Tí er eisini umráðandi at vera so effektivur sum Nýggi Jupiter: Gøtumenn hava vilja, dirvi og áræði gjørligt, soleiðis at mest møguligt fæst burtur úr veiðini – við góðari úrtøku og góðum prísum. Hon helt, at fyritreytirnar hjá nýggja skipinum at standa seg væl í pelagiska flotanum eru góðar, nú maskinorkan er stór, og skjótari verður at sigla til og av fiskileið. Slóðbrótarar Haldóra segði, at Gøta altíð hevur verið ein bygd við nógvum vinnuligum virk- semi. - Her hava verið - og eru enn – nógvir slóðbrótarar, sum hava tikið stór tøk og hava víst vilja til framburð. Vit fegnast um, at slíkir menn framvegis finnast í bygdini. Og bygdaráðsformaðurin helt fram: - Í Gøtu hava vit drúgvar royndir og siðvenju at royna eftir uppisjóvarfiski. Skip hiðani hava síðan seinast í fimtiárunum roynt eftir hesum fiskasløgum, og nú er so eitt skip komið aftrat, sum styrkir um okk- ara støðu innan hetta vinnuøkið. Hon vísti á, at fiskivinn- an er bundin av tí fongi, ið fæst burtur úr tí ókenda dýpi, sum havið er – og tí prísi, sum fæst fyri fiskin. - Eisini teir menn, sum standa aftanfyri hetta skip, hava merkt hetta. Tíðir og fyritreytir broytast. Í løtuni er vinnan góð, men í øðrum løtum er hon minni góð. Saman um tikið er talan um eina lønandi vinnu, sum krevur tolsemi og treysti, tí íløgurnar eru stórar, og tað kann taka eitt sindur av tíð, til lønsemið er rokkið, og íløgan er vunnin innaftur, segði Haldóra. Eitt megnartak - Vit hava ofta lyndi at taka sum givið, at slíkir menn hava áræði til at fara í holt við nýggjar íløgur. Tað tyk- ist so einfalt og ómakaleyst. Men hetta er eitt megnartak hvørja ferð. Eitt stríð og ódnartak, sum setir stór krøv til evni og dugnaskap hjá teimum, sum royna at fáa tað at bera til. At enda takkaði bygda- ráðsformaðurin eigarunum fyri at hava tikið stig til at útvega ein nýggjan Jupiter, og hon ynskti skipi, reiðaríi og manning blíðan byr við hesum ørindi: Elt ikki altíð sum fyri er slóðað sjálvbjargin far yvir land, yvir hav. Maður skal smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum Skaparin gav. Nýggi Jupiter er hin fjórði í røðini hjá gøtumonnum. Skipið, sum er bygt í 1998, er 57,7 metrar langt og 12,5 metrar breitt. Tað stingur 8 metrar, og maskinorkan er 7.300 hk. Jupiter lastar 1.250 tons Fuglafjarðar Hornorkestur leggur fyri og setir sín serstaka dám á løtuna Stór mannamúgva á bryggjuni í Gøtu Kórið, Gøta/ Leirvík, syngur nakrar sangir, sum ljóða væl í oyrunum Haldóra Ranghamar, bygdaráðsformaður, heldur røðu Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, heilsar reiðaríi, skipi og manning Íslendingurin, Fríðrikur Guðmundsson og Jákup Jacobsen, nevndarformaður í P/F Driftini Reiðarin, Atli Hansen, hevur bjóðað stórum og smáum umborð at síggja skipið Reiðarin, Atli Hansen og konan, Haldis Eikhólm Reiðarin fær blómur og góðynskir Jupiter hevur lagt til bryggju. Nógv fólk tekur ímóti, og Merkið veittrar á fullari stong C M Y K 9 8