týsdagur 17. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
11
Hetta er tað, ið rennur tær til hugs eftir sera vælfyriskipaða
og væleydnaða Summarfestivalin í Klaksvík í viku-skif-
tinum. Tað er ikki fyri at seta niður á norðingar, tí sjálvsagt
hava teir leingi verið ein týðandi partur av Føroya-
kortinum, men hesaferð eydnaðist tað so eisini at leggja
lunnar undir eitt afturvendandi tónleikatiltak, sum ikki fer
at standa aftanfyri hvørki G!Festival, Listastevnu og onnur
afturvendandi stevnutiltøk aðrastaðni í landinum.
Hetta var møguliga ein spurningur um at taka ein tjans – at
váða nakað – um at leypa út í tað, tí ikki var lætt at koma
aftaná væleydnaða GFestivalin, sum dróg til sín tús-
undatals ungfólk úr øllum landinum. Og nærum samtíðis
sum mong góð tónleikatiltøk vóru á skránni á Lista-
stevnuni í høvuðsstaðnum. Ein kundi av røttum bera ótta
fyri, at hetta skuldi enda sum ein fiasko, nú tað kann vera
so ringt at endurtaka eina succes á øðrum festivali.Onkur
man hava spurt seg sjálvan, um tað ikki var við at koma
inflatión í festivalar og stevnur, ja um marknaðurin ikki
varð mest sum troyttur, mettaður!
Men gakk. Treiskið er fólkaslagið, og gott. Fiskivinnupláss
burturav og hevur tað lagt nógv gott í beinið. Og hví skal
plássið, sum hevur fostrað so mangar góðar tónleika-
bólkar, staðið, har tjóðarbólkur føroyinga, sum hevur skapt
so nógvar góðar og vakrar sangir, Frændir, hevur røtur
sínar, ikki eisini eiga eitt sjálvsagt pláss á festivalpallinum!
Summarfestivalurin er komin fyri at verða. Sjálvandi kann
ein altíð seta eitt spurnartekin við, um tað er ov seint at
halda slíka tónleikastevnu beint áðrenn skúlarnir byrja aft-
ur – um ikki dampurin tá er farin av øllum eftir eitt langt
summar! Úrslitið hevur so jarðað henda iva. Gamaní, veð-
urgudarnir vóru til vildar, í hvssu er annan dagin. Men við
nøvnum sum Hensley, Boney M, Frændum, Hanusi,
Gunnari, Guðruni og kendum gospelnøvnum hava fyri-
reikarnir víst, at teir eiga bæði vilja og hegni til at fylla ein
festivalkarm út. Tað gekk eisini sum smurt at skifta millum
tveir pallar.
Men fyrireikararnir hava so eisini dugað nakað annað: at
skipa ein festival, sum byggir brýr millum ættarlið og sam-
felagsbólkar. Við at geva gospeltónleiki pláss á festivalin-
um hevur tiltakið eisini fingið eina savnanadi uppgávu. At
stóri pallurin koma at standa miðskeiðis millum fleiri
andaligar deplar í býnum mundi vera av tilvild, men ein út-
legging kann so vera tann savnandi uppgávan, sum tón-
leikur kann fáa millum ymsar samfelagsbólkar.
Tað kom so eisini til sjóndar, hvussu stóran týdning pen-
ingastovnur norðinga, Norðoyar Sparikassi hevur fyri
mentanarlívið á plássinum. Leygarmorgunin var skipað
fyri stórfingnum morgunmatarborði í sambandi við 85 ára
dagin hjá stovninum. Kanska hetta skuldi verið fastur tátt-
ur á festivalinum. So Eyðfinnur hevur fingið nakað gott at
hugsa um.
Samanumtikið ein festivalur til UG. Nú er at finna kanska
uppaftur meira spennandi nøvn til næsta festival. Góða
eydnu og tillukku. Føroyar hava fingið enn ein festival.
Klaksvíkin er enn einaferð komin á Føroyakortið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Klaksvíkin á
Føroyakortið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Edvard Joensen
formaður Føroya
Blaðmannafelags
Tað er staðfest, at tað er
Jenis av Rana, løgtings-
maður, sum leggur føroysk
tíðindafólk undir at hata
Ísrael. At hann í lesara-
brævi í bløðunum um viku-
skiftið roynir at leggja hetta
út sum, at tað er formaðurin
í Føroya Blaðmannafelag,
sum hevur sett hetta uppá-
hald fram, prógvar bara, at
løgtingsmaðurin fer lætt
um sannleikan.
Tað er próvfast, at tað var
Jenis av Rana, sum í Út-
varpi Føroya varð endur-
givin fyri at siga, at føroysk
tíðindafólk sum heild hava
lagt seg eftir at hata alt,
sum hevur við Ísrael, USA
og George Bush at gera.
Tað er beinleiðis lygn, at
so er. So er tað sagt.
Í eini roynd at tosa seg
burtur úr hesi óhepnu
støðu, hann kom sær í,
roynir Jenis av Rana, so
góðum líkt, at geva øðrum
skuldina. Hesaferð for-
manninum í Blaðmannafel-
agnum, sum vegna tíðinda-
fólkini talaði at hesi skuld-
seting hansara.
Men hann vevur ymiskt
uppí, sum undirrritaði ikki
rættiliga skilir. Til dømis
tilboð mítt, sum hann ikki
tekur av. Veit meg ikki hava
givið honum nakað tilboð.
At fáa eina átalu frá
felagsformanninum til at
gerast til eina skuldseting
móti felagsins limum, kann
bara ein persónur, sum ikki
virðir sannleikan, fáa at
bera til. Men tað roynir
Jeins av Rana so í hesi
óhjálpnu roynd síni at
koma sær burtur úr hesi
býttu støðu, hann kom sær
í.
Tað er ikki neyðugt at
fara til Útvarpið at fáa
vátta, hvat Jenis av Rana
segði við útvarpsmannin,
sum hann nú leggur undir
at hava endurgivið seg
skeivt.
Undirritaði kannaði ná-
greiniliga hjá Útvarpinum,
áðrenn viðmerking varð
gjørd, hvat sagt varð.
Hvørji púra óviðkomandi
fólk,
útvarpsmaðurin
skuldi vart, so Blaðmanna-
felagsformaðurin ikki slapp
at leggjast á tey, eigur Jenis
av Rana at greina nærri.
Kjarnin og tann »itiligi«
sannleikin í hesum máli er,
at bara tú kanst blanda
Várharra og eitt rímiliga
stórt mál av religión upp í
tað, tú tekst við, er einki
óført. Tú kanst mestsum
føra teg fram, sum tær listir.
At kalla eingin torir at
mótmæla av ótta fyri at
verða lagdur undir heiðin-
skap, og at mótarbeiða
Kristusi og Ísrael. (Nú sein-
ast eisini USA og George
Busch).
Hinvegin verður ikki fírt
fyri at brúka Várharra til at
føra seg fram í verðsligar
maktgirnd. Og Guð náði
tann, sum talar at, hóast
nógv eru, sum vilja. Grund-
in til, at tey ikki gera tað, er
tann
sama
oman
fyri
nevnda.
Men tað verður hervið
gjørt. Eisini í framtíðini.
Og eg kann vissa Jenis av
Rana um, at so mikið væl
eru vit báðir, Várharra, at
hetta tekur hann mær ikki
illa upp.
Høvdu fleiri enn færri
minst til at givið keisaran-
um sítt og Várharra tað,
sum hansara er – og hildið
tað atskilt, tá tað er neyðugt
– stóð kanska ikki verri enn
illa til.
Jenis er ótrúligur
Bill Justinussen
Tað gleddi meg at lesa
grein tína, hóast yvirskrift-
in ikki var serliga innbjóð-
andi. Vit eru báðir samdir
um, hvat lands-stýrismað-
urin eigur at gera í málinum
um lítla Petur. Eg veit,
hvussu trupult tað kann
vera sum landsstýrismaður
at sita við høvdinum fullum
av góðum ráðum frá øllum
síðum fyri síðani at skula
taka eina avgerð. Tí legði
eg heldur harðliga út eftir
Javnaðarflokkinum, sum
undanfarna valskeið rópti
almikið upp um familju-
politikk. Og tað skal eisini
verða sagt hart og týðiliga,
at eg als ikki hevði teg í
huganum, tá eg nevndi
Javnaðarflokkin, tí tú hevur
alt tað, eg kann koma í
tankar um, verið fyrimynd-
arligur í tínum tingarbeiði.
Øll vita, at Javnaðar-
flokkurin talar fyri tí góða
samfelagnum, samfelagið
fyri øll, og tí var mín grein
ætlað sum ein vekingar-
klokka. Føroyar eiga eisini
at vera eitt samfelag fyri
lítla Petur. Tí eri eg so sera
harmur um, at landsstýris-
maðurin, sum annars hevur
gjørt eitt gott arbeiði á
nógvum økjum, júst í hes-
um málinum hevur givið
skarvin yvir. Um ein fund-
ur okkara millum kann
flyta nakað, eri eg fúsur til
tað saman við tær, Gerhard.
Tí hetta snýr seg ikki um at
veiða atkvøður, men um at
gera sína skyldu sum and-
støða. Um vit politikkarar
skulu halda okkum burtur
frá slíkum málum, tí vit eru
bangnir fyri at verða skuld-
settir fyri atkvøðujakstran,
so kunnu vit ongantíð gera
nakað, tí allar okkara gerðir
verða mettar sum slíkar.
Samanumtikið haldi eg,
at tín grein sýnir, at vilji er
til at loysa hetta málið á ein
virðiligan hátt, og tað eigur
tú tøkk uppiborna fyri.
Takk fyri, Gerhard!
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tað kom als ikki sum nak-
að sjokk, tá Mærsk Air
kunngjørdi, at teir høvdu
avgjørt at niðurleggja før-
oyleiðina, sum teir hava
røkt í 30 ár, og hava vit før-
oyingar nógv at takka hug-
sjónar- og undangongu-
monnunum Lars Larsen og
Hugo Fjørðoy fyri, at teir
slóðaðu fyri hesum ferð-
ingarmøguleika fyri okkum
føringar.
Vit teirri miðvísu kapp-
ingaravlaging, sum vit hava
sæð er farin fram á før-
oyaleiðini, har »flótandi
prísir« og »Open skyes«
tvs. frí kapping er ein býur
í Kina, kundi ikki væntast
annað enn tað, sum nú er
hent, - tíverri.
Tað at kapping er á einu-
hvørjum vinnuligum øki er
bara til frama fyri brúkaran,
óansæð í hvørjum høpi
hetta fer fram vinnuliga
sæð.
Tí er tað eisini eitt sera
stórt afturstig fyri flog-
ferðsluna til og frá Føroy-
um, at vit nú aftur hava
monopolstøðu á hesi flog-
leið.
Hvørjum hava vit at
takka fyri hesa støðu?
Vinnuliga kundi sæð út
til, at vit her hava uppført
okkum sum reinir »rasist-
ar« har »okkara« flogfelag
hevur havt allar sømdir frá
myndugleikum okkara , tí
sum einasti partaeigari so
er sjálvandi umráðandi at
felagið hevur lív lagað -
misskil meg ikki, tað ynska
vit øll - men tað má og skal
verða eftir vanligum vinnu-
ligum prinsippum at eitt al-
ment flogfelag má rekast.
Hvat kann beinleiðis
almenni stuðulin um árið
roknast at verða??
Tað almenna hevur sub-
sidierað Atlantic frá føðing-
ini inntil dagin ídag:
Hangarur bleiv bygdur
fyri góðar 60 milliónir í
1990 - og ongin leiga gold-
in fyrr enn fyrstu ferð fyri
2-3 árum síðani, og er
hendan góðar Kr. 200 tús-
und um árið
Um Atlantic sjálvt skuldi
forrentað hesa íløgu, so
hevði hon kostað ikki undir
8 milliónir um árið.
Partapeningurin uppá 75
milliónir hevur ikki fyrrenn
seinasta roknskap latið
nakra forrentning av sær.
Sparingin fyri felagið hevur
gjøgnum nógv ár á rakstar-
síðuni verið upp á minst 5
millónir um árið helst
meira - tí um ikki íleggj-
arin, sum í hesum sam-
bandinum er landið, ikki
kann fáa ein forrentning av
hesi upphædd uppá meir
enn 5% p. a. so er tað ikki
gott nokk.
Sparingin fyri Atlantic
Airways er ikki eina krónu
undir 13 millinónir um
árið.
So kunnu vit føringar og
politikarir annars tosa um
burðardygd, fría kapping
og stuðulsfría vinnu so gal-
ið sum vit vilja.
Um so er, at álagt hevur
verið og er almennum
stovnum helst at bookað
seg inn á føroyska felagið,
so er hetta heldur ikki í tráð
við vanligar kappingar-
treytir.
Tað kundi verið áhuga-
vert at fingið eina uppgerð
yvir, hvussu tær almennu
loftvegis ferðaútreiðslunar
eru deildar millum feløgini
bæði, sum hava flogið uppá
Danmark hesi seinastu 15
árini.
Hvat er so framtíðar ætl-
anin viðv. flogferðsluni og
og kostnaðunum?
Ringt er at spáa um, hvat
nú fer at henda við kapp-
ingini sum bleiv burtur og
avloyst av monopolinum
aftur, men tað er at vóna, at
onkur annar í nærmastu
framtíð fær loyvið at flúgva
hesa farleið saman við At-
lantic, so vit aftur fáa kapp-
ing og tá vónandi fría kapp-
ing.
Sambært stjóranum í At-
lantic, so hækkar prísurin
ikki, - men hvat so við eini
lækking kundi ein spurt? -
kundi tað ikki komið upp á
tal fyri t. d. teir opnu ferða-
seðlarnir, sum ídag kosta
góðar 5000 krónur fyri ret-
ur ferðaseðil Føroyar/Dan-
mark
Tað er ein heilt órímiligur
prísur at krevja fyri hesa
farleið, og vil eg hervið
vinarligast heita á leiðsluna
á Atlantic um at taka í egn-
an barm og fáa gjørt nakað
við hendan okursprís ong-
antí ov skjótt.
Sera bíligu ferðaseðla-
kostnaðirnir kring allan
heimin tala annars fyri seg,
hvat átti at verið prísstøðið
her hjá okkum við longstu
farleið uppá ca. 2 tima ferð-
ing frá Vágunum.
Áhaldani tjóðarogn ella
frítt sum Súlan?
Vit mugu eisini gera upp
við okkum sjálvi, um At-
lantic Airways áhaldandi
skal verða almenn ogn ella
seljast til privatar áhugaðar
íleggjarar.
Tað eigur politiskt at
verða viðgjørt og avklárað
skjótast møguligt.
Flogvallastøðan -
útbygging
Verandi støða hvat viðvíkur
flogvøllinum er ikki hald-
bar og eigur at verða tikin í
størsta álvara av øllum inn-
volveraðum pørtum.
Tað má og skal verða
fingin ein loysn á flogvølli-
num saman við donsku
myndugleikum, viðv. út-
bygging og harvið øktum
møguleikum
framyvir,
flogfeløgunum,
vinnuni,
landið og fólkið at gagni.
Mín skepsis við einum
einsamallum
felag
enn
einaferð at røkja flogrutuna
til meginlandið, skal ikki
skiljast sum eg havi nakað
ímóti Atlantic Airways,
tvørturímóti eg ynski teim-
um alt gott og blíðan byrð,
men tað má og skal verða
skipað eftir marknaðarøko-
nomiskum kappingartreyt-
um og ikki planbúskapar-
ligum treytum, og ivist eg
heldur ikki í, at tað er tað
sum leiðslan í felagnum
eisini vil hava framyvir, fel-
agnum at gagni, so tað frítt
sum Súlan kann breiða sín-
ar veingir út í heim í fríari
kapping við onnur flog-
feløg.
VIÐMERKINGAR
Eitt flogfelag á Føroyaleiðini
- ein stórur vansi fyri ferðafólk og flutning loftvegis framyvir
Eftir at foreldrabólkurin
"Kom og dansa fyri ung"
hevði skipað fyri dansi-
skeiðum við dansilærarum
úr Aberdeen á fleiri skúl-
um, á stovnum og fyritøk-
um í Tórshavnar Kommunu
í januar mánaða í ár, hevur
foreldrabólkurin "Kom og
dansa fyri ung" sent ein
ungan mann til Íslands fyrr
í vár at læra til ungdóms-
dansiinstruktør. Ætlanin er
at ung skulu læra onnur ung
ymiskar dansihættir.
Umframt varð skipað fyri
einum seriudansi við 7 ung-
um av Skálafjørðinum, sum
dansaðu ein sokallaðan
"drug-dance". Hesin snúði
seg um rúsevni og negativ-
an ágang frá javnaldrum. Í
juli mánaða bjóðaði for-
eldrabólkurin "Kom og
dansa fyri ung" trimum
ungum úr Margarinfabrikk-
ini, 14, 15 og 16 ára goml-
um á intensivt dansiskeið á
City Movies/Lemon Tree,
Summer School of Aber-
deen,
høvuðsstaðurin
í
skotska
landspartinum
Grampian.
Undirvíst varð frá morgni
til seinnapartin mánadag til
fríggjadag við teimum all-
arnýggjastu dansihættun-
um, s.s. serium o.ø. dansi-
framførslum við royndum,
framúrskarandi koreograf-
um, sum vóru komin ymsa-
staðni frá úr Onglandi.
Umframt hesi trý ungu úr
Føroyum var eitt umboð
fyri foreldrabólkin "Kom
og dansa fyri ung" og eitt
hjálparfólk frá Margarin-
fabrikkini/virkishús
fyri
børn og ung í Havn við á
vikuferðini. Á ferðini var
tað foreldrabólkurin "Kom
og dansa fyri ung", ið var
vertur. Byrjað varð at fyri-
skipa dansiskeiðið longu í
marts mánaða. Leitað varð
eftir gisting fyri ein sámu-
ligan prís í bløðunum, og
ein føroyingur uttanlands í
Aberdeen var okkara út-
leigari fyri ta vikuna í frið-
arligum umhvørvi uml. 10
min. frá miðbýnum. Flog-
ferðin millum Vágar og
Aberdeen aftur og fram var
við Atlantic Airways eisini
fyri ein sera sámiligan prís.
Tey ungu vórðu heintað á
flogvøllinum
og
koyrd
beinleiðis inn á dansiskeið-
ið, meðan tey vaksnu vórðu
koyrd til íbúðina, har tey
fingu íbúðina í rættlag fyri
okkum fimm, ið skuldu
húsast saman í heilar 7 dag-
ar. Vit ótu morgunmat sam-
an hvønn morgun í íbúðini,
og ótu eina heita máltíð úti
í býnum, sum foreldrabólk-
urin "Kom og dansa fyri
ung" rindaði fyri.
Umframt ferðina, skuldi
foreldrabólkurin "Kom og
dansa fyri ung" gjalda fyri
dansiskeiðini hjá teimum 3
ungu føroyingunum, ið lut-
tóku, og fyri onkrar útferðir
í Aberdeen s.s. skoytibreyt,
biograf og bowling, sum
var í Codonas stuttleika-
parkini beint við ta longu
sandstrondina.
Vit gingu nógv í Aber-
deen, brúktu Hop on og
Hop off bussar av og á fyri
at síggja annað enn sjálvan
miðbýin.
Dansiskeiðið endaði við
dansiframførslu tann 5.
dagin, har tey ungu í Føroy-
um kundu bjóða tveimum
áskoðarum við ókeypis til
framførsluna. Vit vóru 4
føroyingar, ið vóru áskoð-
arar, og eftir framførsluna
vóru vit øll samd um, at
hetta var ein frálíka væl frá-
gingin framførsla. Føroyski
luttakararnir vórðu heiðr-
aðir á ein serligan hátt av
Lord Mayor, og hann hand-
aði tveimum hvør sína T-
shirt við Aberdeen merki-
num á.
Ætlanin er at bjóða fólki
at síggja dansiframførsluna
á stórskíggja, væntandi í
Margarinfabrikkini í næst-
um.
Høvuðsstuðlar hesuferð
eru: Aberdeen grunnurin,
Atlantic Airways, Útleigar-
in í Aberdeen og ikki minst
Morag Donald v/fam. í
Aberdeen.
Tíðindaskriv um Aberdeen-ferðina 12. - 19. juli 2004
VÍSUND
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 13. august
hevði tíðarritið "Science",
sum verður mett millum tey
fremstu vísindatíðarrit í
heiminum, eina grein, sum
m.a. bygdi á føroyska
gransking. Greinin, sum
hevði heitið »Already the
Day After Tomorrow?«,
viðger
kanningar
av
streymunum, sum reka
fram við Føroyum. Hesir
streymar hava stóran týdn-
ing fyri veðurlagið um okk-
ara leiðir og eisini fyri jørð-
ina sum heild. Tí er stórur
áhugi
millum
altjóða
granskarar at kanna teir, og
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur í nógv ár mátað streym
kring Føroyar í samstarvi
við granskingarstovnar í
nógvum ymsum londum.
Greinin í Science hevur
fingið heitið eftir filminum
»The Day After Tomorr-
ow«,
sum
helst
fleiri
munnu hava sæð ella hoyrt
um. Hesin filmur vísir eina
ræðumynd, sum ikki hevur
nógv við veruleikan at
gera; men hann byggir tó á
ein veruligan trupulleika.
Nakrir serfrøðingar óttast
fyri, at dálking kann fáa
streymarnar kring okkum
at vikna í hesi øldini. Um
hetta hendir, so fær tað óiv-
að avleiðingar fyri veður-
lagið um okkara leiðir. Ikki
so, at vit skulu vænta eina
ístíð, sum filmurin leggur
upp til; men partar av
Norðureuropa kunnu fara
at kólna nakað og serstak-
liga økini um okkara leiðir.
Hetta hevur sjálvandi stór-
an áhuga; men serfrøðing-
arnir eru ikki samdir um,
hvussu trúligt tað er, at
streymarnir fara at vikna.
Tí eru mátingar av streym-
unum so umráðandi. Tær
kunnu vísa broytingar, um
tær koma, og greinin sam-
anfatar í stuttum tær mát-
ingar, sum eru gjørdar.
Mátingarnar vísa týðiliga,
at broytingar hava verið, og
nakrar
av
mátingunum
benda á viknandi streym;
men samstundis síggjast
aðrar
broytingar,
sum
kunnu styrkja um streymin.
Tí ber ikki til, sum er, at
siga, hvussu gongdin verð-
ur. Bogi Hansen á Fiski-
rannsóknarstovuni hevur
skrivað greinina í Science
saman við trimum øðrum
granskarum úr Noregi,
Týsklandi og Skotlandi.
Føroysk gransking í tíðarritinum »Science«
C
M
Y
K
11
10