týsdagur 17. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
13
Oljan setti nýtt met um
vikuskiftið, eftir at ófriður
tók seg upp í Venesuela, í
samband við møguligt for-
setaval í landinum. Fíggjar-
marknaðirnir eru bangnir
um, at støðan í Venesuela
kann føra við sær verkfall,
ið kann steðga landsins
oljuframleiðslu. Nú fram-
leiðslan, í at kalla øllum
oljuframleiðandi londum,
er á hægsta stigi, vil ein og
hvør
framleiðslusteðgur
ávirka prísleguna.
Eftir rentufundin hjá
amerikanska tjóðbankanum
(FED) í farnu viku, har
teirra leiðandi renta var
hækkað úr 1,25% í 1,50%,
varð kunngjørt, at FED
framvegis er bjartskygt um
amerikanska
búskapin.
Sambært FED og FED
stjóranum Greenspan, er
búskapurin í USA sostatt
heilt greitt ikki uppsteðgað-
ur.
Hóast uppgerðin fyri
smásøluna í USA í juli
gjørdist lægri enn væntað,
so var juni dagført so mikið
nógv rættan vegin, at
ábendingarnar eru greiðar:
nýtsluhugurin er til staðar.
Samstundis vísti onnur
uppgerð, at tey sum søkja
um
arbeiðsloysisstuðul
fækkast. Hetta ørkymlar
eitt sundur myndina á arb-
eiðsmarknaðinum í USA, tí
stovnsetanin av arbeiðs-
plássum hevur í seinastuni
verið eitt vónbrot. Ein
framgongd á hesum øki-
num tikist tó aftur at verða í
ljósmála. Greenspan hevur
sostatt eina orsøk til at vera
bjartskygdur.
Á partabrævamarknað-
unum vóru høvuðstíðindini
í farnu viku, at Cisco og
Hewlett-Packard
kunn-
gjørdu vánaligan roknskap,
meðan Dell kunngjørdi
góðan roknskap. Tíðindini
frá øllum trimum virkjun-
um, serliga Cisco, ávirkaðu
marknaðirnar, men Dell
megnaði at toga ameri-
konsku marknaðirnar í
pluss fríggjadagin. Hesa
vikuna kunngerða m.a.
Lundbeck, Danske Bank og
Nordea.
Aftur hendan vikan fer at
vera ávirkað av, hvussu
oljuprísurin háttar sær. Tí-
skil verður áhugavert miku-
dagin, tá mánaðarliga olju-
frágreiðingin frá OPEC
verður kunngjørd. Áhuga-
verdast verður sjálvandi at
síggja, hvørja meting tey
hava um prísstigið og
hvørjar tey meta fram-
leiðslumøguleikarnar hjá
limalondunum at verða.
Herumframt verða týðandi
prísvakstrartøl úr USA
kunngjørdi; tøl, ið fara at
ávirka rentustigið á láns-
brøvunum. Í stuttum metur
Kaupthing tískil, at ein
óstøðug vika er fyri framm-
an.
Oljan setti aftur nýtt met
Vika 34, 2004
www.kaupthing.fo
Ellisakfør vitja á Sornfelli
ÚTFERÐ
Tíðindaskriv
Hóskvøldið skipa Føroya Ellisakfør fyri útferð við
ellisakførum niðan í Mjørkadal og á Sornfelli.
Gomlu bilarnir og gomlu motorsúkklurnar koyra frá
hølunum yvir við Strond kl 18:30 við kós móti
Mjørkadali.
Eftir rundvísing og frágreiðing á støðini í Mjørkadali
verður koyrt niðan á Sornfelli, har farið verður innar
og upp í kupilin.
Felagið heitir á limirnar um at tekna seg til ferðina í
felagshølinum.
Tórshavnar Kamarkór er
júst afturkomið av fer í
Slesvig. Kórið varð boðið
at luttaka á ró- og mentan-
arstevnuni, sum var í Sles-
vig í døgunum 5.- 9. au-
gust. Kórið hevði fýra
framførðslur.
Sungið var á strondini tá
róðrarbátarnir, við Nadd-
oddi og hornblásarum á
odda, komu rógvandi inn at
strondini. Ein sera bergtak-
andi stund.
Síðan sang kórið tá
stevnan varð sett. Millum
røðararnar vóru Hansara
Hátign Joakim Prinsur og
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður.
Leygardagin varð sungið
úti á vøllinum á høvuðstón-
leikarasenuni. Nógv fólk
var til hesa framførðslu, tó
at ljóðviðurskiftini vóru
ikki heilt nøktandi.
Hæddarpunktið var, tá
Kamarkórið sang í sera há-
bærsligu Dómkirkjuni í
Slesvig, sum hevur avbera
góð ljóðviðurskifti - júst
sum kórsangarar ynskja
sær tá tað er best.
Fyri framman hevur kór-
ið fleiri avbjóðingar, og fer
nú undir eina verkætlan at
syngja saman við The Ro-
meo & Juliet Choir / the
royal dramatic theatre, í
Svøríki.
Tíðindabræv
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
Anastasisius. Annaðhvørt tann Anastasius, sum var
biskupur í Terni í Italiu í 6. øld ella ein Anaststius, ið
doyði sum pínsluváttur í Persiu umleið ár 620.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at elskaði
sonur okkara, beiggi og ommu- og abbasonur
Eiwind Dalsgaard Henriksen
sonur Jenny Dalsgaard og Jónbert Henriksen
andaðist í Grindsted 13. august 20 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Fyri tey avvarðandi
Jenny, Jónbert og systkini
Hendan myndin er av teimum, sum hittust leygardagin 24. juli 2004 í Havn.
F.v.: Kjartan Kristiansen, Tórshavn, Any Nielsen (f. Joensen), Klaksvík, Heini Davidsen, Glostrup, Jógvan Durhuus, Vestmanna,
Julianna Klett, Tórshavn, Magnus Pauli Magnussen, Hoyvík, Maria Johansen (f. V. Johannesen), Tórshavn, Hans Danielsen,
Tórshavn, Marjun Jørgensen (f. Olsen), Herlev, og Svenn Brimheim, Tórshavn.
Tey sum vanta á myndini eru: Jens Kristian Klaksvig (f. Knudsen), Keypmannahavn, Anfinn Rubek Nielsen, Tórshavn, Maria
Rimestad (f. Poulsen), Vanløse, og Daphne Mittún Munk, Vordingborg.
Trý av teimum, sum tóku studentsprógv í 1959 eru deyð, tey eru: Vilgerð Astridardóttir (f. Hansen), Tórshavn, Arnbjørn R.
Thomsen, Tórshavn, og Oddmar Niclasen, Velbastaður.
Mynd: Magnus Gunnarsson
Á hesi myndini, sum varð
tikin hjá Bambus Foto í 1959,
eru studentarnir saman við
lærarunum.
Aftara rað f.v.: Kjartan
Kristiansen, Tórshavn, Heini
Davidsen, Tórshavn, Thomas
Nygaard,
lærari,
Kristian
Haraldsen, lærari, Arnbjørn
Mortensen,
lærari,
Axel
Tórgarð,
lærari,
Andreas
Højgaard, lærari, Kristoffer
Lützen, lærari, Erik Petersen,
lærari, Arnbjørn R. Thomsen,
Tórshavn, Oddmar Niclasen,
Velbastaður,
og
Svenn
Brimheim, Tórshavn.
Miðraðið f.v.: Magnus Pauli
Magnussen, Tórshavn, Jógvan
Durhuus, Vestmanna, Bjarni
Bæk, Tórshavn, Jens Kristian
Knudsen, Klaksvík, Annfinn
Rubek Nielsen, Tórshavn, og
Hans Danielsen, Tórshavn.
Fremra rað f.v.: Any Joensen,
Tórshavn, Vilgerð Hansen,
Klaksvík, Julianna Klett, Tórs-
havn, Maria V. Johannesen,
Klaksvík,
Maria Poulsen,
Vestmanna, Marjun Olsen,
Tórshavn, og Daphne Mittún,
Tórshavn.
Av lærarunum eru bert Axel
Tórgarð og Erik Petersen á
lívi.
Myndaeigari: Svenn Brimheim
Studentar frá 1959 hittust í Havn
Leygardagin 24. juli 2004 hittust nøkur av teimum, sum tóku studentsprógv á VBV við Skansavegin í Havn í 1959.
Hetta hava tey gjørt fimta hvørt ár. Í ár eru liðin 45 ár síðan próvtøkuna.
C
M
Y
K
13
12