týsdagur 17. august 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 17. august 2004
15
Heilt nógv fólk aðra-
staðnis frá fóru til
Klaksvíkar á Summ-
arfestival. Hetta hevði
sum vera man sína
ávirkan á flutningin
um Leirvíksfjørð.
Dúgvan flutti tilsam-
ans knapt 7.000 fólk
aftur og fram um
vikuskiftið
SUMMAR
FESTIVALUR 04
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Klaksvíkingar kenna væl til
rokilsi við ferjuleguna.
Men fyri eina ferð skuld
var ikki líka rokaligt í
Klaksvík fríggja og leygar-
dagin, sum í Leirvík. Ein
javnur streymur av bilum
var til Leirvíkar báðar dag-
arnar, og hetta sást eisini
aftur í tølunum á fólki, sum
Dúgvan flutti um fjørðin
um vikuskiftið.
Rættuliga mong tóku ta
skilagóðu avgerð at lata bil-
in standa eftir í Leirvík, tí
ella hevði verið eitt verri
skil.
Leygardagin stóðu bilar
parkeraðir allastaðni við
ferjuleguna, eftir vegnum
frá ferjuleguni og við Stat-
oilstøðina.
Umborð á Dúgvuni verð-
ur tó sagt, at sum heild
gekk alt upp á stás. Ferjan
sigldi fleiri eykatúrar um
vikuskiftið. Aftaná konsert-
ina leygarkvøldið skuldi
Dúgvan fara klokkan eitt
korter yvir eitt, men longu
klokkan fimm minuttir í
eitt loystu teir, tí skipið var
fult. Tá hon kom aftur til
Klaksvíkar eftir tann túrin,
sigldi hon ein túr afturat, so
at tey, sum stóðu eftir fyrra
túrin kortini sluppu yvir
aftur á meginlandið.
Sunnukvøldið var eisini
nógv ferðsla um fjørðin,
um enn ikki so nógv sum
leygardagin. Men hetta
vikuskiftið man hava verið
eitt av teimum mest upp-
tiknu hjá Dúgvuni, og túra-
talið var munandi hægri
enn vanligt.
Fyrireikararnir:
Ein flúgvandi byrjan
Bilar stóðu parkeraðir alla
staðni í Leirvík, meðan
festivalgestir hugnaðu sær í
Klaksvík allan leygardagin
Mynd: Leif Eliasen
Mánamorgun var ger-
andisdagur aftur í
Klaksvík eftir eitt
vikuskiftið, har nær-
um allur býurin gekk
í ekstasu, tí tað
størsta tónleikatiltak-
ið nakrantíð eydnað-
ist so væl. Steintór
Rasmussen var farin
til arbeiðis, men hann
setti tó stundir av til
eitt lítið prát nú upp-
ruddingararbeiðið
stendur fyri framman
SUMMAR
FESTIVALUR 04
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Summarfesti-
valurin fekk eina flúgvandi
byrjan, og vit eru allir fram-
úr vælnøgdir, sigur ein feg-
in, men nakað troyttur
Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at teir ikki
høvdu torað at vóna, at
undirtøkan fór at verða so
stór. Men so viðgongur
hann kortini, at beint upp
undir festivalin, tá veðrið
var so gott, og hýrurin lat til
at vera stak góður alla-
staðni, at so fóru tankarnir
at sníkja seg fram um, at
hetta væl kundi fara at
verða heilt stórt.
– Eg veit tað ikki við
vissu, men eg meti, at hetta
helst er ein tann størsta
mannamúgvan savnað á
einum staði í norðoyggjum,
sigur Steintór.
Hongur saman
Uttan at hava gjørt festival-
in ordiliga upp, torir Stein-
tór tó at siga, at tað hongur
saman fíggjarliga.
– Hetta skal ikki skiljast,
sum at festivalurin er ríkur,
men nú kunnu vit gjalda
tað, sum vit skulu og møgu-
liga fara at hyggja okkum
um eftir onkrum øðrum
stórum nøvnum at fáa
hendanvegin til komandi ár,
sigur
samskiparin
av
festivalinum.
Hervið hevur Steintór
longu gjørt vart við, at fyri-
reikararnir eru áhugaðir í at
skipa fyri Summarfestivali-
num aftur komandi summ-
ar.
– Vit hava tosað eitt sind-
ur aftur og fram, og tað let-
ur avgjørt til, at hugurin er
tilstaðar, greiðir Steintór
frá.
Hann væntar eisini, at tað
verður munandi lættari at
fara í holt við at skipa fyri
einum slíkum tiltaki aftur.
– Nú er tað staðfest, at
tað ber til at taka eitt so
stórt felagstak í Klaksvík.
Og eg vil leggja dent á, at
øll hava lyft hesum í felag.
Øll sum hava bakkað hes-
um tiltakinum upp takka
vit, sigur Steintór Rasmus-
sen.
Koyrdi væl
Steintór stóð sjálvur á palli
eina løtu saman við Frænd-
um leygarkvøldið, og tað
sær hann sum ta einastu
stressandi løtuna hjá sær
sjálvum. Eftir framførsluna
slappaði hann fullkomuliga
av og fekk notið allar hinar
fantastisku framførslurnar.
– Tað var stuttligt at
síggja alla mannfjøldina,
men so sanniliga eisini
stuttligt at ganga út millum
fólkið og merkja hýrin, sig-
ur Steintór at enda.
Steintór Rasmussen fekk
eisini eitt væluppiborið
herðaklapp
frá
borgar-
stjóranum, Steinbjørn Jac-
obsen, tá hann setti festival-
in.
– Góði Steintór, enn eina-
ferð er tað eydnast tær –
saman við øðrum góðum
kreftum – at slóða inn á áð-
ur ótráddar leiðir her í
Klaksvík. Slíkt krevur hug-
flog og ikki minst ein
óbendandi
vilja,
segði
borgarstjórin millum annað
í røðu sínari, áðrenn hann
handaði
Steintóri
eitt
blómutyssi.
Nærum 7.000 fólk um fjørðin
Steintór Rasmussen ikki bara
var ein av fyrireikarunum til
Summarfestivalin 2004.
Hann framførdi eisini á palli
saman við Frændum
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 154 - 17. august 2004
C
M
Y
K
14