Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 154 - 17. august 2004 Nr. 154 - 17. august 2004 17 Frá fyrsta sekundi, Hensley trein inn á lítla pallin í Atlantis, var tað, sum onki annað var til - bara maðurin, áhoyrarnir og løtan, øll vistu, ongantíð kom aftur ... Næstu út við tveir tímarnar gjørdust ein hugtakandi og í løt- um sera kensluborin ferð saman við Hens- ley gjøgnum lívið og tónleikin, frá dreingjadreymunum, upp um skíggini, nið- ur í vónloysi og aftur til lívið WORKSHOP Anna V. Ellingsgaard, anna@sosialurin.fo Tað vóru ikki stór orð, sum rockstjørna ella legenda, tú fyrst kom í tankar um, tá Ken Hensley trein inn á lítla pallin í Atlantis fríggjakvøldið í jogging- buksum við einum krússi av te í hondini. Ein løta gekk, meðan hann leitaði eftir onkustaðni at leggja troyggjuna frá sær smáprát- andi við seg sjálvan og áhoyrarnar, inntil troyggjan so endaði á "The Hamm- ond" - Hammond orglinum - sum Hensley er ein sannur meistari á - Tí dámar mær so væl Hammond orgul - har er so nógv pláss at leggja ting frá sær, skemtaði Hensley. Kanska var tað umber- andi og vinarliga atferðin hjá Hensley, kanska var tað tann heilt serligi stemning- urin og løtan, men okkurt gjørdi, at stóra áhoyrara- fjøldin í Atlantis hetta fríggjakvøldið tóktist at hava gloymt bæði tíð og stað. Frá fyrsta sekundi Hensley, trein á pallin, var tað, sum onki annað var til - heldur ikki býttir spurn- ingar ella rustaðar enskar úttalur, bara maðurin, áhoyrarnir og løtan, øll vistu, ongantíð kom aftur ... Næstu út við 2 tímarnir gjørdist ein hugtakandi og í løtum sera kensluborin ferð saman við Hensley gjøgn- um lívið og tónleikin, frá dreingjadreymunum, upp um skíggini, niður í vón- loysi og aftur til lívið. Gittara fyri at fara til tannlækna - So langt, eg minnnist, droymdi eg um at gerast rockstjørna, byrjar Hensley og dregur livandi og lætt áhoyrarnar við sær eini 50 ár aftur í tíðina. Tá eg var 11, hevði eg sett mær sum mál í lívinum at blíva líka sum Elvis Presley. Eg minnist, einaferð mamma og pápi vildu hava meg at fara til tannlæknan, og eg sá beinanvegin ein kjans at útnytta støðuna. Eg setti sum ófrávíkiliga treyt, at eg skuldi hava ein gittara afturfyri. So 11 ára gamal átti eg mín fyrsta gittara og legði alla mína orku í at venja leiklutin sum Elvis Presley frammmanfyri speglinum. Ætlaninar hjá Ken hóv- aðu als ikki pápanum, sum enntá bjóðaði honum at fara úr skúlanum 16 ára gamal fyri at royna seg sum yrkisfótbóltsspælara. Men onki kundi fáa rockstjørnu- dreymin úr høvdinum á Ken, og tískil kom tað til illnar millum hann og páp- an nógv ár framyvir. Pápin var sjálvur tónleikari í frí- tíðini, og ikki fyrr enn nógv ár seinni gekk tað upp fyri Ken, at pápin nokk bara hevði roynt at vart hann móti vandunum í rockverð- ini. - Vit tosaðu ikki saman í nógv ár, men innast inni haldi eg, hann var errin av mær, tá eg byrjaði at gera vart við meg sum tónleik- ari, sigur Hensley og hygg- ur seg um eftir gittarnum Dreymar og listarligt frælsi Hensley hevur tosað seg heitan og tikið gittaran upp í hondina. Hann byrjar at klimpra eitt lag frá Uriah Heep útgávuni "Demons and Wizards", meðan hann greiðir frá, hvussu hann plagar at stemma gittarin á sín heilt egna hátt. Hetta ger tað altíð rættiliga tvør- ligt hjá honum at vera á konsertferð, tí hann sum oftast kemur dragandi við eini 2-3 ymiskt stemmað- um gittarum. - Eg eri vanur við at hava trupulleikar av mínum gitt- arum, tá eg ferðist, men tá vit komu til Vágarnar í morgun, uppdagaði eg, at kassagittarin hjá mær ikki var komin við í flogfarið! Hendan her hava góð fólk í Klaksvík skaffa mær, og eg havi brúkt meginpartin av seinnapartinum uppá at flyta streingir og stemma av nýggjum, flennir Hensley, sum ikki sær út til at vera serliga órógvaður av óhappinum. Hann klimprar víðari, meðan hann hug- leiðir um íblástur, og hvussu flestu av hansara løgum frá Uriah Heep tíðini vórðu til. - Tey flestu av teimum eru sprottin úr dreymum, har eg mátti brúka mítt list- arliga frælsi, tá ongin annar Opinskáraður Hensley veruleiki var. Vit livdu jú í grundini í einum slagi av dreymi á eini endaleysari konsertferð. So eg skrivaði løgini umborð á flogførum, á hotellum, meðan vit koyrdu, allastaðni í blokkin eg altíð hevði uppi á mær. Eg gangi framvegis altíð við einum blokki uppi á mær - av gomlum vana haldi eg. Kærleikin til orð Tosið um íblástur fær ein av áhoyrarnum at spyrja, hvørjar tónleikaligar fyri- myndir, hann hevur. Hens- ley nevnir Clapton, Knopf- ler, Lennon, McCartney, Townsend, Dylan, Sting og Cohen og leggur afturat - Eg haldi framvegis at Leonard Cohen er ein av bestu yrkjarnum í heimi- num. Dolly Parton er fak- tiskt eisini ein framúrskar- andi sangskrivari. Hugsa bara um tekstin í "Wind beneath my wings". Tað er týðiligt, at Hensley hevur ein serligan kærleika til orð og vakrar yrkingar, og tí undrast tú ikki, tá hann for- telur, at hann byrjaði at skriva yrkingar longu sum smádrongur. - Eg byrjaði at skriva løg sjálvur mest sum av neyð - tað var eg noyddur til, fyri at sleppa at syngja og spæla orðini, eg hevði yrkt. So eg lærdi meg at spæla gittar sjálvur, og tá eg endiliga hevði lært tað, hoyrdi eg um ein bólk, sum hevði brúk fyri einum orgulspæl- ara. Men eg skuldi also uppí handan bólkin, kosta hvat tað kosta vildi, so eg seldi gitttarin fyri eitt orgul. Í veruleikan eri eg als ikki nakar góður urgu- ella kla- verleikari. Eg havi bara ment mín egna teknikk, sum fær nakað ótrúliga ein- falt at ljóða ómetaliga fløkt, flennir Hensley og minnir á, at nøkur av bestu løgun- um nakrantíð nettupp eru ótrúliga einføld, so sum "House of the rising sun" og "Yesterday". Upploysnin Tað er ongin ivi um, at áhoyranir kundu siti og lurta eftir hugleiðingunum hjá Hensley um at gera løg alt kvøldið, um tað skuldi verið, men fólk vilja eisini hoyra søguna um Uriah Heep. Gomlu, garvaðu Heep fjepparnir kenna utt- an iva søguna uttanat, men eisini teir, vilja hoyra hana umaftur frá Hensley sjálv- um. Og hann fortelur hana fegin, men tekur so saman- um: - Søgan um Uriah Heep er lang, og fyri tað mesta eisini ein góð søga. Líka inntil tónleikagleðin ikki longur var drívmegin. Áhoyrarnir vita, hvat nú kemur, og men sita hugtik- in og lurta, meðan Hensley bersøgin fortelur søguna, um tónleikagleðina, sum varð oyðiløgd av penga- grammleika, um rúsevnini, sum tóku lívið av vinunum og søguna um, hvussu ein av heimsin mætastu bólk- um til endan bukkaði undir og fór í upploysn. Hann hyggur sorgblíður niður á gittarin - Ongin av okkum slapp óskalaður burturúr Heep tíðini. Sjálvur gjørdist eg bundin av kokain, og tað tók mær 12 ár at gerast menniskja aftur. Tað er tað, eg angri mest í lívinum, at eg nakrantíð byrjaði at nýta rúsevni. Hann hyggur út yvir áhoyranar og leggur afturat - Lat vera við at royna tað - tað kann lætt blíva tað seinasta, tú gert yvirhøvur ... Hesi 12 árini tók Hensley seg næstan heilt burtur frá tónleikpallinum og byrjaði ikki at spæla aftur, fyrr enn hann fann tónleikagleðina aftur, sum hann fleiri ferðir tekur til. Gávan Hensley heldur fram og greiðir frá, hvussu hann seinni fann nøkur av svar- unum uppá sínar spurning- ar um lívið í fyrstu Móse- bók, og hvussu hann síðani hevur roynt at liva í tráð við sína gudstrúgv. - Hetta var eitt persónligt val, sum eg havi fingið nógvar ákoyringar fyri síð- ani, men eg biði ongan gera, sum eg sigi. Og eg vóni ikki, at tit hava nakað ímóti, at eg fortelji um tað ... - Í grundini er tað eitt undur, hvørja ferð eitt nýtt lag verður til. Meiningin við, at eg skal hava fingið eina so ómetaliga stóra gávu, má vera, at eg skal deila hana við onnur. So tað royni eg, og í løtuni kenni eg meg meir skapandi, enn eg nakrantíð havi gjørt. Ikki tí, tað er langt frá altíð tað riggar, sjálvt um eg eina løtu kann vera púra sann- førdur um, at her er eitt lag, sum fer yvir í tónleikasøg- una í stundini, sigur Hens- ley argandi og byrjar at spæla eitt lag - Hoyr bara! Frálíkt ha? Hann spælir víðari. - Men hoyr nú, hvat hendir. Knappliga er lagið hvørki eitt Uriah Heep, Hensley ella nakað nýtt lag yvirhøvur, men eitt, sum øll hava hoyrt onkustaðni fyrr. - Hatta er tað, sum kann henda. Beint sum tú byrjar at síggja teg sjálvan á rock- tindunum, meðan milliónir- nar streyma inn, vísir tað seg, at tú hevur stolið lagið hjá onkrum øðrum ... Saknar góðar sangir Kanska er tað hetta sein- asta, sum fær ein av áhoyr- anum at spyrja, hvat Hens- ley heldur um hittlistarnar í løtuni, og um hann hevur nakað yndislag millum tey, sum eru at hoyra beint nú. - Skal eg vera heilt erlig- ur, so sakni eg teir góðu sangirnir. Og eg haldi tað vera ørkymlandi, at 5 min- uttir á pallinum, 2 coverløg og dreymurin um at gerast kendur er nokk til, at fólk halda seg vera tónleikarar ella stjørnur. Tað er kanska mest synd fyri tey sjálvi, tá tey ein dag vakna við kald- an dreym og finna út av, at lívið sum tónleikari er hart arbeiði og ógvuliga sjáldan tann glansmyndin, tey hava ímyndað sær. Sum fyri at undirstrika boðskapin viðgongur Hensley, at hann ongantíð hevði brúkt tíð uppá at spæla løg hjá øðrum. Ikki tí onnur løg ikki eru góð, men tí hann altíð hevur hug sjálvur at skapa okkurt nýtt, tá hann setur seg við sínum Hammond ella gittara. - Tí eri eisini ótrúliga keðiligur at vera í balli saman við. Vinmennirnir hjá mær kunnu spæla hvat sum helst, nær sum helst, og fólk halda, at tað dugi eg eisini. Men nei, ikki eg. Sorry! Onkur av garvaðu kenn- arnum í salinunum byrja at ótolnast og spyr: - Kanst tú ikki spæla okkurt á "The Hammond"? - Ná, er tú troyttur av mínum gittarspæli, flennir Hensley, og sessast við orgli. Og so fylgir ein lang- ur fløktur fyrilestur um ser- ligu eginleikarnar hjá eini Hammond urgu, sum eg ikki tori at endurgeva her. Hendan løtan er fyri kenn- arnar, tey innvígaðu, og vit onnur lata fólkaliga vera við at blanda okkum uppí. Hygg ongantíð aftureftir Ferðin saman við Hensley gjøgnum lívið og tónleikin nærkast endanum, men tað merkist týðiliga, at áhoyrar- nir helst ikki vilja sleppa honum. Fleiri sita framveg- is og brenna inni við spurn- ingum, og royna nú at brúka møguleikan, áðrenn Hensley og hendan óvan- liga løtan hvørva. Men sjávt um hann fleiri ferðir endurtekur, at nú má hann heldur fara í song skjótt, so hann kann vera væl fyri til konsertina, heldur hann fram at svara spurningun- um. Tú byrjar at trúgva tí, hann segði í byrjani, um at han heldur tað vera avbera hugnaligt at sita her í lítlu hølunum í Atlantis og práta við áhoyrarnar. Móti enda- num snýr prátið seg um leyst og fast og um hann og konuna, sum júst eru gift og búgva á einum friðaligum bóndagarði í Spania saman við eini rúgvu av húsdjór- um, langt frá øllum meldri- num og tramanskapinum, sum mundi tikið lívið av honum. - Eg havi framvegis mín- ar avgjørdu meiningar um allan tramanskapin í heimi- num, men eg lati meg ikki kroysta av honum longur. Eg havi fingið frið við meg sjálvan og hyggi ikki aftur- eftir. Og sjálvt um tað hevði verið gjørligt at savna Uriah Heep aftur, hevði eg ikki gjørt tað kortini. Tað er mín lívsfilosofi og kanska tað einasta, eg kann læra nakran - ongantíð at hyggja aftureftir ... Eg haldi tað vera syndarligt, at 5 minuttir á pallinum, 2 coverløg og dreymurin um at gerast kendur er nokk til, at fólk halda seg vera tónleikarar ella stjørnur Í út við tveir tímar rúnarbant Ken Hensley stóru áhoyrarafjøldina í Atlantis, sum tóktist at hava gloymt bæði tíð og stað - Ongin av okkum slapp óskalaður burturúr Heep tíðini. Sjálvur gjørdist eg bundin av kokain, og tað tók mær 12 ár at gerast menniskja aftur C M Y K 17 16