týsdagur 17. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
19
Summarfestivalurin
2004 bleiv til tað, sum
nógv høvdu vónað
innast inni, men ikki
torað at viðganga, at
tey gjørdu. Umleið
4.000 áhoyrarar,
framúr tónleikarar,
gott veður, góður
matur og ikki minst
gott lag á fólki gjørdu,
at Summ-
arfestivalurin fer í
minnið, sum allar-
helst tað størsta og
besta tónleikauppliv-
ilsið í Klaksvík nakr-
antíð
SUMMAR
FESTIVALUR 04
Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Klaksvík:
Festivalurin
byrjaði longu hóskvøldið,
men ongin ivi er um, at
leygardagurin var høvuðs-
dagurin við einari ørgrynnu
av tiltøkum frá klokkan
tíggju á morgni. Góða veðr-
ið saman við fleiri túsund
fólkum gjørdu sítt til, at
lagt varð upp til eitt brak av
einum degi longu frá morg-
unmatarborðinum
við
Norðoya Sparikassa.
Sólskinsfepurin,
sum
hevur gingið um alt landið
seinastu vikuna, hevði hug
at arga eitt sindur leygar-
morgunin, tí tá hekk mjørk-
in nakað niður yvir fjøllini.
Men tá Trølla-Pætur og
omman lupu út úr fall-
skýggja klokkan trý seinna-
partin var fagrasta summar-
veður aftur í býnum.
Fólk hugnaðu sær við øk-
ið allan dagin, og fá mundu
hava hug at fara heim.
----
Um fýra tíðina setti Stein-
bjørn Jacobsen, borgar-
stjóri, festivalin, og so
kundi
konsertin
byrja.
Credo vóru fyrstir á pallin,
og hóast tað mangan verður
sagt, at tað kann vera tor-
ført at vera fyrst, so komu
teir frágera væl frá teirra
framførslu. Um enn ikki
tað vóru heilt so nógv fólk
niðri á bønum, so skal ong-
in ivi vera um, at flestu fólk
á økinum hesa løtuna
hoyrdi bólkin.
Konsertin var skipað so-
leiðis, at skift varð ímillum
framførslur á stóra palli-
num á Vágsbøi og lítla
pallinum við sparikassan.
Hetta gjørdi, at tað so gott
sum ongantíð var nøkur
bíðitíð. Ei heldur yvirlapp-
aðu bólkarnir hvønn annan,
so áhoyrararnir fingu alt
við.
Alt tiltakið koyrdi bara.
Fyrireikararnir eiga rós og
eitt stórt herðaklapp upp-
borið fyri eitt framúr væl-
fyriskipað tiltak. Eftilitið
var strangt, men tað eigur
tað eisini at vera til slík til-
tøk.
Bólkarnir og einstakling-
arnir, sum framførdu vóru
so nógvir í tali, at tað er
nærum vónleyst at fara at
nevna hvønn. Men saman
eiga tey øll æruna fyri, at
fólk fingu eitt upplivilsi
fyri lívið.
Hjarnar, Frændur, Gunn-
ar Mikkelsen, Guðrun Sólja
Jacobsen, Petsy Tvørfoss,
Brandur Enni, Týr, Credo,
Hanus
Johansen,
Ken
Hensley og hansara fólk,
Ólavur Presley and his
dirty Rag Rags, Jóhan í
Kollafirði, Boney M. Øll
gjørdu sítt til, at Vágsbøur
kókaði allan dagin.
---
Fólk høvdu allatíðina á
munni, hvussu fantastiskt
tiltakið var. Øll vóru so
glað og vælnøgd, at tað
neyvan kann lýsast við orð-
um.
- Hvør skuldi havt trúð, at
slíkt bar til í Klaksvík,
spurdu fleiri. Uppaftur onn-
ur rósti tiltakinum upp um
øll skýggj og søgdu, at har
var onki at seta fingurin á.
Tað er eisini rætt. Har kiks-
aði so gott sum onki.
Tað var líka meðan Ken
Hensley var á pallinum, at
tvey lítil teknisk brek vóru,
men tað lat ikki til, at bólk-
urin ella áhoyrararnir løgdu
nakað í tað. Brekini vórðu
rættað eftir einari lítlari
løtu, men ivaleyst hava
fyrireikararnir og teknikk-
ararnir krimpað tærnar tey
sekundini, inntil brekini
vórðu rættað.
----
Tað eru nú nógv ár síðani
seinast, at Hanus Johansen
sang í Klaksvík. Hann
framførdi á lítla pallinum
beint eftir, at Frændur vóru
farnir av stóra pallinum. At
hann er ein tann best um-
tókti tónleikarin í landi-
num, prógvaði mannfjøld-
in, sum stóð allan vegin frá
pallinum og eftir vegnum
móti posthúsinum. Hinir
einstaklingarnir
á
lítla
pallinum savnaðu eisini
Ein brakandi succés
mong fólk, men Hanus
fekk so gott sum øll at
leggja sær leiðina til lítla
pall.
Hann var tó ikki heilt lið-
ugur, tá mannamúgvan
byrjaði at flyta seg oman
aftur á bøin . Ken Hensley
var næstur á stóra palli, og
óivað vildu øll tryggja sær
góð pláss.
Tann so vælupplagdi frá-
søgumaðurin, Kári Sól-
stein,
presenteraði
við
nøkrum stutt samansettum
setningum um lívið hjá
Hensley størstu legenduna
á festivalinum.
Tónleikurin byrjaði, og
nú hoyrdist, at her var
sanniliga talan um kendan
bólk, sum er vanur við at
framføra live.
Hensley legði í vaði at
syngja og spæla. Og saman
fekk bólkurin alla mann-
fjøldina upp á kók innan
fyri nøkur fá sekund.
Millum hvørt lag hoyrd-
ist fólk tó rópa Easy Livin
ella murra Lady in Black.
- Oh, stop it, you guys,
segði Hensley flennandi.
Áhoyrararnir fingu tó
hesi bæði løgini at hoyra,
men áðrenn, spældu Hens-
ley og hansara fólk fleiri
onnur løg. Kanska ikki so
kend fyri summi, men tað
sást á mannamúgvuni, hvar
tey stóðu, sum plagdu at
lurta eftir Uriah Heep tann
tíð tað var.
Brádliga og uttan nakra
presentering byrjaðu teir at
spæla Easy Livin. Alt fór
upp at hoppa og rópa, og
tað var eitt lív. Tá so Hens-
ley við einari langari intro
byrjaði at spæla Lady in
Black, byrjaði øll manna-
múgvan at murra tað eyð-
kenda lagið. Fantastiskt at
hoyra tað.
Hensley og hansara fólk
fóru av pallinum, eftir eitt
eykalag.
----
So var aftur okkurt á
skránni á lítla palli. Jóhan í
Kollafirði í ein mans
showi, vælupplagdur, sang
sínar landaplágur, og undir-
haldið má sigast at vera fyri
allar pengarnar.
- Ótrúligt, at ein einsa-
mallur maður kann hatta,
helt onkur fyri.
Á stóra palli var síðani
sjón fyri søgn. Ólavur Pres-
ley og hansara skitnu
kloddafyl livdu upp til síni
lyfti. Teir settu alt upp eftir
einum enda við einum lagi
fyri og øðrum eftir. Ólavur
fór enntá so langt sum at
lata seg úr einum reyðum
frakka. Innanfyri var hann
bert íklæddur brósthaldara
og trussum út yvir einar
svartar nylonsokkar. Tá
mundi láturin ongan enda
fingið. Fólk mundu tó ikki
vera so skelkað av hesum,
tí soleiðis eigur tað bara at
vera, tá hesin bólkurin er á
palli.
Eftir hetta var "bara"
Boney M, sum ikki hevði
staðið á palli. Tey komu á
pallin til eina væl og virði-
liga upphitaða mannfjøld.
Tað hevur ivaleyst gjørt
uppgávuna hjá teimum
lætta. Løg sum Daddy
Cool, Sunny, Brown girl in
the ring, Ma Baker, Hoo-
ray! It´s a Holiday og Ras-
putin vóru ikki til at taka
feil av. Macy Williams
takkaði fleiri ferðir fyri
gestablídni og greiddi frá,
at tey høvdu verið ein
gongutúr niðan á Enniberg
í góðveðrinum sunnudagin.
By the rivers of Babylon
var tað næstseinasta lagið,
sum tey sungu. Eftir eitt
eykalag takkaðu tey fýra
fyri seg og fóru av palli-
num.
----
Ein ótrúlig konsert var
komin at enda. Fólk gingu
nærum í einum rúsi bara av
tónleikinum, um enn rúsur-
in hjá nógvum mundi vera
tann meira vanligi.
Her skal tó sigast beinan-
vegin, at tá hugsað verður
um, at konsertin byrjaði
tíðliga seinnapartin, so
vóru tað ikki nógv ov
drukkin fólk at síggja undir
konsertini.
Móti endanum av kon-
sertini hevði tað hug at
sirma nakað, men tað
gjørdi ikki mun fyri fólkið.
Tey fóru beint í býin í dans
ella onkra aðrastaðni, tá alt
var liðugt á bønum.
Dagurin, sum byrjaði við
uttandura morgunmati, helt
fram við tiltøkum fyri
børnunum seinnapartin og
einari stórslignari konsert,
har tónleikurin var best, var
komin at enda. Klokkan var
farin av midnátt, men fólk
hildu longi á, og lagið var
gott á øllum. Orsøkin var
uttan iva ein: Høvuðsdag-
urin á Summarfestivalinum
var ein brakandi succés.
Brown girl
in the ring...
Summar og sól á
summarfestivalinum
C
M
Y
K
19
18