týsdagur 17. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
21
Hjarnar hava verið í
oddasessinum í før-
oyskum rock- og
popptónleiki í 30 ár
og á Summarfestivali-
num í Klaksvík
prógvaði bólkurin, at
enn verða teir ringir
at syfta av trónuni.
Við bæði nýggjari og
gamlari manning
savnaðari á palli
hevði Hjarnar eina
orkulødda fram-
førslu, sum so avgjørt
var millum tær allar
bestu á festivalinum
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Hjarnar hava í ár 30 ár á
baki sum bólkur. Bólkurin
arbeiðir við at fáa fløgu út
fyrst í komandi árinum.
Og øll tekin eru um, at vit
kunnu vænta okkum okkurt
gott!
Hjarnar spældu á Summ-
arfestivalinum í Klaksvík
leygardagin og serligt var,
at øll manningin í bólkinum
var savnað - manningin í
dag og manning fyri eini 15
- 20 árum síðani.
Jørgin Dahl og Graham
Stewart vóru aftur á goml-
um gøtum. Tá teir einaferð
miðskeiðis í áttatiárunum
fóru aðrar leiðir, kom Ólav-
ur Øster upp í bólkin. Hesir,
saman við Karl Martin
Samuelsen, Jógvan Olsen,
Eyðun Nolsøe og Hans
Black, stóðu á palli, og so
var fullmannað.
Klárt á odda
Mong høvdu óivað hesa
serstøku løtu, har kjarnin í
bólkinum aftur var til stað-
ar, sum eina yvirskrift til
júst teirra festivalskrá. Jør-
gin Dahl hevur í stóran
mun sett dám á føroyskan
tónleik við frálíkum løgum,
ið øll kenna, men hevur
ikki verið nógv frammi
síðstu árini, undantikið fyri
fáum árum síðani, tá hann
aftur gav fløgu út.
Og Hjarnar skuffaðu
ikki. Dimmið hevði ikki
lagt seg, tá Hjarnar kom á
pall um 18 tíðina, og
kanska kann vera trupult at
skapa rætta huglagið í
dagsljósi. Bæði millum
áhoyrarar og tónleikarar.
Men Hjarnar lótu frá
fyrstu stund ongan iva vera
um, at her var ein bólkur í
toppformi. Hjarnar er - enn
sum áður - ein rockbólkur
við góðum tónleikarum og
góðum tilfari.
Orka var í framførsluni,
so tað rættiliga merktist.
Hóast nøkur still løg vóru á
skránni, so eigur bólkurin
so nógva orku og swing, og
so nógv rættiligt rocktilfar
við power í, at har var alt
sum tað skuldi vera. Ljóð-
myndin var eisini sera góð
og tá Hjarnar í orkumiklum
løgum rættiliga setti ferð á,
so var veruliga talan um
rock, ið blásti burtur allan
iva og sum staðfesti, at teir
eru enn í oddasessinum og
at veteranarnir verða ringir
at syfta av trónuni. Hesir
menn hava verið við til at
byggja upp søguna um
Klaksvík, sum tónleikahøv-
uðsstað Føroya. Spurning-
urin er nú, um teir ikki stað-
festu bæði seg sjálvar og
hesa søguna leygardagin. Í
hvussu er fingu vit at vita
eina av orsøkunum til søg-
una.
Nýtt og gamalt
Tað er einki yvir at dylja, at
Jørgin Dahl eigur heiðurin
av nógvum góðum tilfari.
Saman við Hjarnar og í
øðrum bólkum.
Men Hjarnar hava hildið
á uttan henda úrmæling og
hava klárað seg væl. Løg
hjá Karl Martin og øðrum
eru frálík.
Stuttligt var tó at lata
nostalgiina koma til sín rætt
og hoyra gomlu løgini.
Bæði av singleplátum og
frá LP’ini We Come For
You.
At hoyra Jørgin og Karl
Martin syngja hvør móti
øðrum og at hoyra Jørgin
spæla Moog. Tað er hóast
alt ikki so ofta, vit hoyra
hetta longur og vit kenna og
okkum dámar so væl hesi
instrumentalløgini og tey
eru og mugu vera við júst
hesum serstaka ljóðføri-
num.
Breaking my Heart og
aðrir "sjelarar" komu eisini
til sín rætt. Breaking my
Heart er óivað ein hin vakr-
asta rockballadan í føroysk-
um tónleiki. Men eisini
nýggjari løg komu til sín
rætt og eiga avgjørt sítt
heiðurspláss, t.d. Í alla Nátt
og so eitt nýtt lag - ongantíð
áður framført - sum Hjar-
nar leikti so inniliga. Stilt
og vakurt, so sum bert ein
rættiligur rockbólkur kann
framføra tað.
Allir
tónleikararnir
prógvaðu seg og bólkin.
Karl Martin sang sera væl
og tyktist at vera í topp-
formi. Bassur og trummur
prógvaðu, at talan var um
menn við røttu "tyngdini"
og við royndum. Mest av
øllum prógvaði Ólavur
Øster tó, at - hóast hann
hevði goymt seg aftast - so
er og verður hann Øster.
Ein rockguitari, sum swin-
gar og ljómar sum eingin
annar og solospølini fingu
fleiri tónleikarar á Vágsbø
at gevast við at trampa við
stórutá, men ístaðin standa
undrandi við hálvopnum
munni í undran og virðing.
Tá Jørgin og Karl Martin
so sungu Komið øll við og
Hjarnar spældi við fullari
ferð og setti eitt flott punkt-
um, so var framførlan í
hæddini og tey nostaligisku
høvdi eisini fingið sítt.
Hjarnar høvdu eina fram-
førslu, sum var super! So
einfalt kann tað sigast. Har
var orka og ferð á. Har var
tað stilla og yndisliga.
Ljóðmyndin gjørdi, at verk-
ið gjørdist fullkomið.
Kjarnin í bólkinum kom
saman og Hjarnar staðfestu
bert, at enn eiga teir leiðsl-
una og teir verða ringir at
taka. Framførslan var so av-
gjørt millum tær allar bestu
á festivalinum, og tað sigur
hóast alt ikki so lítið.
Hjarnar við kjarna staðfestu leiðsluna
Hjarnar lótu frá fyrstu stund
ongan iva vera um, at her
var ein bólkur í toppformi
Mynd: Álv ur Haraldsen
Stuttligt var at hoyra Jørgin
og Karl Martin syngja hvør
móti øðrum og at hoyra
Jørgin spæla Moog
Mynd: Álvur Haraldsen
Meira frá
festivalinum…
Í mikudagsblaðnum hjá
Sosialinum verður meira
tilfar frá
Summarfestivalinum 2004
í Klaksvík
Karina Nolsøe, sum
starvast á Fiskirann-
sóknarstovuni, sigur,
at algurnar, sum um
dagarnar blómaðu
upp á Funningsfirði,
eru væl kendar í
Føroyum, og tær eru
ikki eitrandi
ALGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Allur innari partur av
Funningsfirði var reyður av
algum sum eftir eitt grinda-
dráp í vikuskiftinum.
Hans Pauli Hansen, sum
býr í Funningsfirði, segði
við Útvarpið, at hann ong-
antíð áður hevur sæð Funn-
ingsfjørð so reyðan av
algum áður.
Kendar algur
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur nú kannað algurnar, og
Karina Nolsøe veit at siga,
at talan er um tvey kend
algusløg, nevniliga myrio-
necta rubra og scrippsiella
trochoidea, harav nøgdirnar
av fyrrnevnda slagnum eru
nógv størri enn av hinum.
Men bæði sløgini kunnu
lita sjógvin reyðan.
– Hetta eru vanligar algur
í Føroyum, og tær blóma
javnan, tá ið umstøðurnar
eru tær røttu.
Karina sigur, at nevndu
algurnar á ongan hátt eru
eitrandi, og einki er til
hindurs fyri eta fisk ella
skeljadjór av Funningsfirði
– heldur ikki í hesum
døgum.
Algan doyr
Hon vísir á, at sambært
kanningunum, sum Fiski-
rannsóknarstovan
hevur
gjørt, er ein góð miljón
algur fyri hvønn litur av
sjógvi, og tað er rættiliga
nógv, men ikki ókent, tá ið
umstøðurnar eru til tess.
– Algur er eitt náttúrligt
fyribrigdi, sum serliga tek-
ur seg upp um summarið.
Hon væntar, at algurnar
og reyði liturin á Funnings-
firði verður burtur, tá ið
hendan vikan fer at halla.
Karina sigur, at algan
doyr og fellir aftur á botnin,
har hon verður umgjørd til
ymisk lívrunnin evni.
– Tá ið slík fyribrigdi eru,
sum í hesum førinum, er
talan um sonevndar sporar
sum liggja í botninum, og
tá ið so umstøðurnar eru
tær røttu, kemur gongd í.
Hesir sporar virka í so máta
sum fræ, sum gongd kemur
í, sigur hon.
Karia Nolsøe sigur, at
algurnar kunnu flyta seg
við egnari hjálp, men í
fyrsta lagi er tað rákið sum
avgerð, hvønn veg tær flyta
seg.
Algurnar á Funningsfirði eru óskaðiligar
C
M
Y
K
21
20