týsdagur 17. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 154 - 17. august 2004
23
23
Tað luktar hálvavegna
av gølu í aðru deild,
eftir at KÍ ikki fekk
mannað lið til
útidystin móti AB
EINGIN DYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Summarfestivalur var í
Klaksvík um vikuskiftið,
og ein av avleiðingunum av
hesum tykist vera, at KÍ
hevði trupulleikar at manna
lið, tá aðrudeildarliðið hjá
felagnum skuldi á vitjan hjá
AB.
Har høvdu menn annars í
eina viku fyrireikað seg til
dystin, men fríggjakvøldið
kom fax frá KÍ, har boðað
varð frá, at teir ikki fingu
mannað lið til dystin.
- Hetta kann eg slettis
ikki góðtaka. Vit hava brúkt
eina heila viku til at fyri-
reika okkum til dystin, og
so kemur eitt fax fríggja-
kvøldið, har avboð verður
givið. Hetta er bara nakað,
sum ikki eigur at koma fyri
í aðru deild, sigur AB-venj-
arin, Kári Reynheim, ið
sum vera man er alt annað
enn glaður um støðuna.
Og umberingarnar hjá KÍ
tóktist AB-venjarin eisini
geva lítið fyri.
- Í fyrsta lagi siga teir, at
summarfestivalurin gjørdi,
at tað var trupult at fáa fólk.
Vit hava eisini leikarar, sum
skuldu á festival, men fyri
tað ætlaðu vit at spæla dyst
leygardagin. Og so tosaðu
teir eisini um, at teir høvdu
so nógvar skaðar og leik-
bann í fyrstu deild, og at
teir tí manglaðu nakað av
fólki. Vit hava so eisini havt
bæði skaðar og leikbann,
men so mugu vit bara niður
á fjórðudeildarliðið eftir
fólki. Tað eru spælireglur-
nar, og so er tann søgan ikki
longri.
Og tað er einki at ivast í,
at støðan hjá AB kann ger-
ast heilt keðilig, um illa vil
til. Í løtuni er talan um eitt
sera tætt oddastríð í aðru
deild, og tað er ikki óhugs-
andi, at málmunurin kann
gerast avgerandi fyri enda-
ligu støðuna í deildini. Her
stendur AB seg í løtuni
ringast av oddaliðunum, og
tí vildi ein – kanska – triva-
ligur á KÍ ivaleyst komið
væl við.
Men hetta eru tó bert
hypotesur, og Kári Reyn-
heim vil heldur ikki gera
nakrar viðmerkingar til
tann partin.
- Hasin dysturin er av fyri
mítt viðkomandi. Vit hava
útidyst í Hvalba næsta
vikuskiftið, og tað er tað,
sum eg fyrireiki meg til.
Men eg haldi framvegis, at
hetta yvirhøvur ikki kann
góðtakast, og kappingar-
nevndin eigur at skera
ígjøngum í málinum, so-
leiðis at KÍ verður revsað,
staðfestir AB-venjarin at
enda.
Og kappingarnevndin fer
so eisini at hava fund um
málið, men enn ber tó ikki
til at siga, hvat úrslitið av
hesum fundi verður.
- Málið er enn ikki við-
gjørt, og tí fái eg ikki sagt,
hvørja støðu vit taka, sigur
varaformaðurin í kapping-
arnevndini, Niklas á Líðar-
enda.
- Men talan er í øllum
førum um eitt álvarsligt
mál, sum vit fara at viðgera
bæði væl og virðiliga.
Sjálvur minnist eg ikki, nær
trupulleikar hava verið av
hesum í aðru deild, men í
triðju deild eru slík mál fyrr
komin fyri, sigur varafor-
maðurin at enda.
Sambært kappingarregl-
unum, so er tó greitt, at
kappingarnevndin
kann
revsa KÍ fyri tilburðin.
Grein 12, stk. 2 í reglunum
staðfestir, at »Møtir lið
uttan haldgóða orsøk ikki
til ein ella fleiri dystir í
lands- og steypakappingini,
kann liðið verða koyrt úr
kappingini.
Kappingar-
nevndin ger annars úrskurð
um, hvørjar avleiðingar
hetta skal hava fyri við-
komandi felag, herundir
um viðkomandi felag kem-
ur undir sekt, og hvørjar
avmarkingar sklu verða
galdandi fyri luttøku hjá
viðkomandi felag í kom-
andi kappingarári«
Soleiðis er næst besta
liðið hjá KÍ í løtuni í vanda
fyri at verða koyrt úr kapp-
ingini, og tað er einki at
ivast í, at hetta vildi verið
mest sum skomm fyri
felagið, sum stendur fyri
100 ára degnum í næstum.
Nr. 149 • týsdagur • 9. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Eingin fótbóltur
sunnudagar
s. 26
- Hetta kann eg slettis ikki góðtaka. Vit hava brúkt eina heila viku til at fyrireika okkum til dystin, og so kemur eitt fax fríggjakvøldið, har avboð verður givið.
Hetta er bara nakað, sum ikki eigur at koma fyri í aðru deild, sigur AB-venjarin, Kári Reynheim
Varaformaðurin í
kappingarnevndini, Niklas á
Líðarenda, sigur, at talan er
um eitt álvarsligt mál, sum
nevndin fer at viðgera væl og
virðiliga
KÍ møtti ikki upp
C
M
Y
K
22
Hóast uppgávan var
torfør, so styrkti HB
um sína støðu í topp-
inum, meðan tað í
botninum hjá B68
sær uppaftur svartari
út
12. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tveir triðingar av hesum
kappingarárinum eru nú
lagdir afturum. Tólv umfør
eru avgreidd, og um hálvan
annan mánað er hetta fót-
bóltsárið
vorðið
søga.
Leygardagin 2. oktober er
átjanda og síðsta umfarið á
skránni.
Í góðveðrinum, sum var
mesta partin av síðstu viku
og eisini var sunnudagin,
var sýnið sera gott. Tað sást
heilt langt. Serliga hjá
teimum, sum høvdu leitað
sær niðan á tindar og topp-
ar.
Soleiðis tykist tað eisini
at vera í fótbóltskappingini.
Eingin ivi tykist vera um, at
tað verður HB, sum verður
føroyameistari. Oddaliðið
var í Vági, og tað gekk sum
eftir ánni. Tað var leingi
tætt, men eftir lítlari løtu í
2. hálvleiki koppaði tað
útiliðnum til fyrimunar.
Teir skoraðu tvey mál, og
harvið høvdu teir fyri aðru
ferð á rað vunnið í Vági.
Tað man vera langt síðani,
at teir síðst hava vunnið
tvær ferðir upp í slag á
Vágseiði. Men tað boðar
frá klassa, og í HB eiga teir
meiri enn at hóma teir 2.
oktober í havsbrúnni. Tá
skulu teir spæla í Runavík,
og hóast tann uppgávan
onkra ferðina hevur kenst
rættuliga stór hjá HB, so
fara teir ivaleyst at hava eitt
sindur at geva út av undan
síðsta umfarinum.
Støðan hjá oddaliðnum
styrknaði eisini, tí teir
næstu ikki megnaðu at
fylgja við. Tá ið tað vóru 21
stig eftir at spæla um, var
B36 fimm stig aftanfyri
HB. Nú eru átjan stig at
spæla um, og nú er B36 átta
stig aftanfyri HB. Tað skal
vilja verri enn illa til hjá
HB, um teir ikki fara at fáa
triðja settið av gullkrónum í
trý ár.
Felags eyðkenni fyri øll
hini liðini er, at tey ikki
hava verið so støðug, sum
teir á oddaliðnum hava
verið. Mest støðugir hava
teir á Skála verið. At tað
kiksaði
hjá
teimum
í
heimadystinum ímóti EB/
Streymi undan summar-
steðginum var dýrur smeit-
ur í FM stríðnum. Skála-
menn undirstrika fram-
vegis, at teir ikki hugsa so
nógv um meistaraskap og
heiðursmerki, men at teir
taka eina uppgávu í senn,
og at tað so fer at vísa seg,
hvussu langt tað fer at
røkka. Tað er longu greitt,
at teir fara at fáa størri
úrtøku, enn teir nakrantíð
áður hava fingið, og tað er
heilt nógv, sum bendir á, at
teir fara at fáa fyrstu settini
av heiðurskrónum.
Gøtumenn
hava
lagt
bragdliga fyri. Í triðja um-
farinum
steðgaði
góða
gongdin, sum teir høvdu
havt, tá ið teir taptu á
heimavølli ímóti B36. Hesa
ferð søgdu teir takk fyri
seinast við at vinna í
Gundadali. Eftir níggju stig
í trimum teimum fyrstu
royndunum eftir summar-
steðgin tykist greitt, at tað
vera Skála, GÍ og B36, sum
fara at kappast um silvur og
bronsu. VB misti aftur hesa
ferð alt á heimavølli, og
hóast NSÍ vann stórsigur á
Svangaskarði, so tykist tað
ikki skula gerast veruleiki,
at teir skulu koma afturí-
aftur í heiðursmerkjastríð-
num. Men tað kann kortini
fara at vísa seg.
Kreppan
Í trimum feløgum verður
hugsað meiri um botnin og
niðurflyting, enn tað verður
aðra staðni. Ringast stendur
til á Toftum, har B68
sunnudagin ikki gav ábend-
ingar um, at støðan er batn-
að nakað serligt, hóast fleiri
nýggir spælarar eru komnir
afturat seinastu vikurnar.
ÍF er næstniðast, men um
úrslitini seinastu vikuna
verða nýtt sum grundarlag
at meta út frá, so eru teir
betri fyri, enn B68 er tað.
Mánakvøldið í síðstu viku
vann ÍF 2-1 í Runavík, og
sunnudagin vann NSÍ 5-0 á
Toftum.
KÍ er ikki beinleiðis í
vanda fyri at flyta niður. 4-
0 tapið á Eiði vísti, at støð-
an er katastrofal, nú felagið
um eina viku fer at fylla
hundrað ár. KÍ fekk fyri
tveimum vikum síðani eitt
stig á Svangaskarði, og tað
tykist ikki sum um, at teir
skulu fáa nakað stig afturat.
Í hvussu so er ikki, um hug-
burður og avriki ikki fara at
vera av heilt øðrum slagi,
enn tey hava verið seinastu
ferðirnar. Um klaksvíking-
ar ikki skulu enda á næst-
aftasta plássinum, so verð-
ur tað, tí ÍF ikki fer at fáa
seks stig afturat.
Nógv kort
Tólvta umfarið var eyðkent
av, at tað vóru so nógvar
útvísingar. Í Gundadali
misti B36 málverjan orsaka
av regluni um, at málverjin
eisini er fevndur av regluni
um neyðbremsu. Í altjóða
høpi hevur verið tosað um,
at henda reglan átti at havt
verið broytt.
Í Fuglafirði og í Vági
fingu spælarar reyða kort-
ið, tí teir tvær ferðir høvdu
sæð gult. Á Toftum var
beinleiðis reytt kort í luft-
ini. Aftur hesa ferð varð
staðfest, at dómararnir hava
gjørt av, at teir ikki tíma at
leggja oyru til hvat sum
helst.
Trettanda umfarið verður
á
skránni
sunnudagin.
Frammanundan tí er lands-
dystur á skránni. Hann
verður ímóti Malta miku-
kvøldið.
HB er á tindinum, og tað
verður skjótt, at teir fara at
hava vunnið FM heitið.
B68 er niðast í dalinum, og
tað skal nógv broytast, um
teir skulu sleppa av aftasta
plássinum.
Tindurin og botnurin
síggjast sólarklárir
Tað tykist alt annað enn
veruleikafjart, at HB kann
hava nógv at lora av, tá teir í
seinasta umfarinum fara á
vitjan í Runavík