Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2004 25 Talan var um dagen derpå hjá heimalið- num, sum kortini ernaðist so mikið, at talan ikki gjørdist um stórtapið, ið lúrdi miðskeiðis í fyrra umfarinum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo Fuglfirðingar vóru rættu- liga spentir. Tað sást eisini á áskoðarafjøldini. Sigurin í Runavík mánakvøldið í síðstu viku varð mettur at vera júst heilivágurin, sum skuldi til, fyri at fáa gongd- ina frá nógvu teimum sein- astu ferðunum at venda. Men eftir fyrstu Skála vitj- anina nakrantíð í lands- kappingardysti í fremstu røð staðfestu teir í ÍF, at hesa ferð var ikki hugs- ningur um. Teir vóru ov stuttir. Hóast onkrir snuddir hava verið kring summar- steðgin, so halda teir á Skála stílin. Longu tá ið fyrra umfarið var hálvrunn- ið, høvdu teir fingið tvey mál, teir øktu dygst undan steðginum, og tá ið teir í fyrsta minuttinum eftir steðgin øktu til 4-0, var tað heilt avgjørt, hvør skuldi eiga stigini og hvør einki skuldi fáa. Hjá ÍF tóktist høgra síða hava tað torført. Longu undan steðginum tóku teir avleiðingarnar og gjørdu tvær skiftingar. Kanska hjálpti hetta nakað, og kanska var ein onnur orsøk til, at talan í 2. hálvleiki ikki gjørdist um skrædl, at skálamenn — hóast teir tóktust ætla sær at vinna uppaftur størri sigur — á ein ella annan hátt vóru nøgdir. Í hvussu so er við úrslitið. Vandamiklu menninir Hjá fleiri feløgum hevur stóri trupulleikin verið og er hann, at tað gongst illa at fáa mál, tí tyngdin og broddurin í álopinum eru ikki nóg góð. Soleiðis er tað ikki á Skála. Burtursæð frá oddaliðnum, HB, hevur einki lið so góðar álops- spælarar, sum Skála hevur teir. Hesa ferð fekk Skála fýra mál, og teir báðir, Bogi Gregersen og Jónhard Fre- deriksberg, fingu tvey mál í part. Í 18. opg 20. minutti skoraðu teir hvør sína ferð- ina. Í tí fyrra førinum var Jónhard málskjútti, eftir at hann var komin rættuliga tætt undir málið, og í seinna førinum var tað Bogi, sum skoraði, eftir at hann var komin dygst undir málið og sendi framvið Karstini Joensen og í síðunetið. Fimm minuttir undan steðginum krúllaði Bogi Gregersen seg leysan eitt sindur í høgru, áðrenn hann skoraði, og í fyrsta minutti- num eftir steðgin var tað Jónhard Frederiksberg, sum var árvakin, áðrenn fuglfirðingar rættuliga tóktust hava givið sær far um, at tað var farið undir seinna umfarið. Hann kom ímillum afturlegging og legði bóltin trygt í málið. ÍF var onkra ferðina framvið, men teir fingu bara eitt mál. Tað kom ikki fyrrenn í næstsíðsta min- uttinum. Málskjútti var nýggi maðurin, Sylla Amed, sum var í álopinum saman við Magna á Lakj- uni. Hóast teir vóru framm- anfyri við fýra málum, so var tað ikki serliga snilt av Arnholdi Berg, tá ið hann í egnum brotsteigi var ov lítið ansin. Fuglfirðingar fóru avstað við bóltinum, og so var 4-1. Men eingin ivi var um, at gestirnir áttu tað betra fót- bóltsliðið. Tað rakti meint hjá teimum, tá ið liðfor- maðurin og motorurin á miðvøllinum, Pauli G. Hansen, noyddist at taka seg aftur. Dómarin mundi ikki halda vera um serliga vandamikla støðu. Í hvussu so er bríkslaði hann ikki í sambandi við støðuna, sum hevði við sær, at Skála lið- formaðurin noyddist at taka seg av válinum. Løtuna aft- aná fingu fleiri av liðfeløg- unum hjá honum gula kort- ið. Tað kundi tókst sum um, at teir vóru ikki sørt fru- streraðir, eftir at liðformað- urin og týdningarmiklasti spælarin hjá teimum var farin av vøllinum. Kortini hava við sær, at í hvussu so er tveir skála- menn fara at vera leikbann- aðir, tá ið Skála næsta sunnudag fer at fáa vitjan av B68. Tað er greitt á Skála, at Arnhold Berg og Bárður Danielsen ikki fara at spæla ímóti B68, og tað er stórur ivi um, hvussu tað fer at vera við liðfor- manninum, sum noyddist at taka seg aftur, tí hann var knæskaddur ÍF-SKÁLA Jóannes Hansen Fuglfirðingar staðfestu sunnudagin, at teir høvdu spælt ímóti einum liði, sum var væl betri enn teirra lið. Tað fara ivaleyst at vera aðrar ferðir, tá ið tað verður størri møguleiki at fáa stig hjá ÍF, enn tað var ímóti Skála. Hjá Skála varð staðfest, at sigurin hevði verið dýrt vunnin. Skálamenn fingu nógv kort í 2. hálvleiki, tá ið teir annars vóru greitt á odda, og eingin ivi tóktist vera um, at teir høvdu tryggjað sær øll stigini. Kortini hava við sær, at vongverjin í høgru, Bárður Danielsen, og miðverjin Arnhold Berg, fara at vera leikbannaðir, tá ið Skála næsta sunnudag fer at fáa vitjan av B68, sum roynir ikki at missa ÍF úr eygsjón. - Vit eru serliga harmir um, at Pauli G. Hansen noyddist at fara av vølli- num, tá ið ein tími var far- in. Hann fekk eina stemp- ling inn á knæið. Tað sá ikki so gott út. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at taka seg upp, men vit vóna ikki, at tað eru meniskurin og liðbondini, sum eru løst- aði. Pauli er fyri ikki so langari tíð síðani komin fyri seg eftir skaða í lær- krikanum, siga teir á Skála, og tað kennist á teimum, at tað er ikki frítt, at teir undr- ast á, at einki varð dømt, tá ið teirra liðformaður fekk henda løstin. Hvussu verður við meist- araheitinum? - Tað hava vit ongantíð roknað við, at vit fóru at vinna. Vit hava tikið ein dyst í senn og frøtt okkum um tað, sum vit hava fing- ið. HB hevur nógv gott fólk, og tá ið teir nú vunnu í Vági og øktu um fjarstøð- una aftur til tey næstu, so er eingin ivi um, at tað fara at verða teir, sum vinna FM. Tað svíður væl meiri hjá okkum, enn tað ivaleyst ger hjá teimum, tá ið spælarar verða skaddir ella leikbann- aðir. Tað skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki fara at fáa mannað lið, men heldur er tað soleiðis, at tað rakar meinari, tí tað er minni eftir at taka av, tá ið fleiri eru burturi frá, staðfesta teir á Skála. Í Fuglafirði verður stað- fest, at tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað at fáa stig á heimavølli. Næstu ferð verður uppgávan ikki minni. Tá verður tað HB í Gundadali! ÍF-Skála 1-4 (0-3): Skála eigur fínt álop Dýrt vunnin stig í Fuglafirði ÍF-Skála 1-4 (0-3) 0-1: Jónhard Frederiksberg 18. 0-2: Bogi Gregersen 20. 0-3: Bogi Gregersen 40. 0-4: Jónhard Frederiksberg 46. 1-4: Sylla Amed 89. Dómari: Birgir Sondum ÍF: Karstin Joensen - Áki Petersen (Sverri Ellings- gaard, 44.), Viggo Johannesen, Rúni Elttør, Fritleif í Lambanum - Eyðolvur R. Petersen (Hanus Eliasen, 44.), Jan Guttesen, Høgni Zachariasen, Høgni Mad- sen (Eyðun Ryggshamar, 73.) - Sylla Amed, Magni á Lakjuni Gult kort: Høgni Madsen Skála: Igor Kostic - Bárður Danielsen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu - Rúni Rasmussen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen (Eugen Stancic, 60.), Alexandur Johansen - Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen Gult kort: Pauli G. Hansen, Bárður Danielsen, Eu- gen Stancic, Nenad Stankovic Reytt kort: Arnhold Berg (tvey gul 55. og 90.) FAKTA UM DYSTIN Tað var munandi meira broddur í Skála, enn tað var hjá heimaliðnum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 154 - 17. august 2004 Tvey mál í ein minutt vissaðu HB stigini í Vági, og nú skal tað ganga verri enn illa, um teir ikki aftur í ár skulu fáa gullkrónur- nar um hálsin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eftir tvey umfør vóru onk- ur, sum høvdu hug at smíla at HB. Útidystir móti Skála og EB/Streymi høvdu til- samans bert givið eitt stig, og tí roknaðu mong við, at tað skuldi gerast sera tungt hjá HB at verja gullkrónur- nar frá í fjør. 10 dystir seinni er støðan nakað øðrvísi. 28 stig eru fingin til høldar í hesum uppgerðum, og í dag tykist tað mest sum ófatuligt, at tað var í júst dystinum móti KÍ, at stigini vórðu mist. Hóast tað enn resta seks umfør av landskappingini, so skal nógv til, áðrenn HB verður steðgað. Sunnudag- in fingu teir annað árið á rað fult í Vági, har tað sjáldan er lætt at fáa stig, og dysturin hesaferð bendi eisini á, at HB framvegis hevur júst tær týdningar- mestu dygdirnar hjá einum oddaliði. Nevnliga at koppa tøttu uppgerðunum til egn- an fyrimun. Í Vági var nevnliga fyri tað mesta talan um ein sera javnan dyst. Fyrra hálvleik royndu liðini fyrst og fremst at halda tætt í verju- partinum, og tað gav eisini tað úrslitið, at tað allar mesta av spælinum gekk fyri seg á miðjum vølli. Seinna umfarið gjørdist kanska eitt lítið sindur meira opið, men fram til fyrra HB-málið hevði talan at kalla ikki verið um nakr- ar stórvegis møguleikar. Avgjørt í tveir minuttir Men tá møguleikin so var har, so gjørdi HB skjótt av. Á tímanum slapp Heðin á Lakjuni ígjøgnum í vinstru síðu, og tá hann sendi inn- fyri, kundi ein púra blankur Jákup á Borg leggja odda- liðið á odda. Ivaleyst ein skelkur hjá VB, og var hetta ikki nóg mikið, so hjálptu teir væl til sjálvur at økja um skelkin. Bólturin varð givin upp, og tá teir uttan serligt um- hugsni spældu aftur eftir vøllinum, slapp Heðin á Lakjuni sær ímillum. Hann royndi seg við skoti, og tá Bjarni Johansen ikki fekk hildið hesum, kundi Heine Fernandez staðfesta, at øll trý stigini skuldu norður til Havnar. Einki er at siga til, at vágbingar eftir hetta gjørd- ist heilt mótleysir. Í øllum førum hevði HB nú fult tamarhald á dystinum, og stigini vóru ongantíð veru- liga í vanda. Gullið fer ongan veg Og hvussu víkir og vendur, so skal nú heilt nógv til, áðrenn gullmerkini hjá HB skulu koma í vanda. Enn eru framvegis seks dystir eftir at spæla, men soleiðis sum HB hevur spælt sein- astu nógvu umførini, so eru teir at rokna í einum flokki fyri seg. Eftirverandi dystarskráin sær heldur ikki so ræðandi út. Gaman í plagdu dystir á Toftum og í Klaksvík ikki at vera av tí lættara slag- num, men soleiðis sum hesi bæði feløgini hava leikt í ár, so er illa hugsandi, at tey skulu seta kílar í fyri havn- armenninar. Hjá VB sær hinvegin einki serligt út júst nú. Undan hesum umfarinum høvdu teir annars vunnið seg fram í góða støðu, men stóri vandin nú tykist vera, at teir kunnu enda í einum slagi av ongamannalandi. Nakað sum sjálvandi kann ávirka hugin hjá leikar- unum at geva sítt allar ítarsta. Hinvegin kann ikki útilokast, at teir hóast alt aftur fara at leggja seg í oddastríðið, men skal tað henda, so skulu stig koma kontina heilt skjótt. VB-HB 0-2 (0-0): Eingin steðgar HB Fyri tað nógva, so gekk spælið fyri seg á miðjum vølli, men tá HB fekk møguleikan, so tókku teir av tvær ferðir á rað Mynd: Áki Bertholdsen Árini 1994 og 1995 var ein av evna- og vónríku leikarunum í besta HB- hópinum Heini Gaard, sum royndi at vinna sær pláss á miðvøllinum. Síðani hetta hevur tó verið lítið at hoyrt til hansara, tó at hann ofta hevur verið millum mál- skjúttarnar í aðru og triðju deild, tá hann hevur verið heima í summarfrí. Útbúgvingin í Danmark varð tó liðug fyri góðum ári síðani, og sunnudagin gjørdist tað so til eitt óvæntað come-back á besta HB-liðnum hjá leik- aranum, sum um tveir mánaðir verður 31 ár. - Hetta hevði eg so slettis ikki roknað við. At byrja við í ár ætlaði eg bara at hugna mær, og eg havi bara vant einar tvær ferðir um vikuna. Men tað hevur gingið væl, og tá Heine spurdi meg, um eg hevði hug at venja við besta hópinum, tók eg av. Og nú havi eg so eisini fingið spælitíð, so tað er bara stuttligt, helt Heini Gaard eftir dystin. Og í mun til støðuna fyri 10 árum síðani, so er tað nú sum álopsleikari, at Heini roynir seg. - Ja, ja. Tað plagar ann- ars at vera so, at menn arbeiða seg aftur eftir vøllinum, so hvørt sum árini ganga, men hjá mær er tað øvut. Og tað sigst jú eisini, at álopsleikarar toppa, tá teir eru um 30, so tað skuldi bara verið heilt gott, staðfesti nýggi maðurin í HB-hópinum eftir dystin. -jm Einki er vunnið enn Hóast liðskiparin hjá HB, Rúni Nolsøe, sjálv- andi var fegin um sig- urin í Vági, so heldur hann framvegis, at tað er ov tíðliga at tosa um nakað meistaraheiti. - Tað eru framvegis seks dystir eftir at spæla, so enn er alt ov tíðliga at tosa um tað. Men tað er einki at ivast í, at tað sær betri og betri út, helt hann eftir dystin. Um sjálvan dystin í Vági helt Rúni, at tað kom væl við hjá teim- um, tá teir í steðginum hoyrdu, hvussu støðan var í Havn. - Sjálvandi hugsaðu vit fyrst og fremst um okkara, men tá vit hoyrdu, at GÍ var á odda og B36 hevði málverjan útvístan, tók hetta í øllum førum nakað av trýstinum frá okkum. Tí vóru vit kanska meira róligir, tá vit fóru út til seinna hálvleik. - Og so haldi eg eisini, at tað nú má vera liðugt við tosinum um, hvussu trupult vit hava tað í Vági. Har hava vit so sanniliga ikki havt hag- tølini við okkum, men nú hava vit so fingið fult tvey ár á rað, so eg haldi, at vit hava vent hagtølunum í so máta, staðfesti fegni liðskip- arin at enda. -jm Come-back til Heina fakta um dystin VB–HB 0-2 (0-0) 0-1 Jákup á Borg, 62 0-2 Heine Fernandez, 63 VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Eyðun Jacob- sen, Anders Sørensen, Kári í Lágabø – Palli Augustin- ussen, Milan Kuljic, Poul Poulsen (81.: Jákup F. Olsen), Símun Samuelsen – Mindaugas Grigalivicius, Jón Pauli Olsen (68.: Dan Djurhuus). HB: Bárður Johannesen – Vagnur Mohr Mortensen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Jákup á Borg (68.: Rókur Jespersen), Kári Nielsen, Rúni Nolsøe, Heðin á Lakjuni (81.: Heini Gaard) – Rógvi Jacobsen, Heine Fernandez. Gult kort: Mortan úr Hørg – Rógvi Jacobsen. Reytt kort: Mortan úr Hørg, tvey gul. Dómari: Lassin Isaksen. C M Y K 24