Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2004 27 27 26 Nr. 154 - 17. august 2004 C M Y K 26 NSÍ vann sannførandi stórsigur á Svanga- skarði, har tað reyk rættuliga av niður- flyting, og møguleikin harvið øktist støðugt, at tað fer at verða leygardagar, at tað næsta ár verður fótbóltur á Toftum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo So leingi, sum tað er lív, er tað vón, plagar at verða tikið til. B68 hevur fram- vegis møguleika at bjarga sær av aftasta plássinum, sum teir hava verið á alt hetta árið. Í Gøtu var talan næstan um kollaps. Men ta ferðina fingu teir síðstu løtuna tvey mál og taptu tískil bara í gásareygum 5- 2. Í fína fótbóltsveðrinum sunnudagin tóktist tað leingi sum um, at teir skuldu koma undan við 2-0 tapi. Men síðstu fáu minutt- irnar skramblaði alt saman, teir taptu 5-0, og harvið ber ikki til at koma til aðra niðurstøðu, enn at tað lukt- ar av niðurflyting. Síðstu minuttirnar var eingin orka eftir. At teir, tá ið ein knappur tími var farin, høvdu mist ein mann, gjørdi uppgávuna ógjørliga at vinna tey bæði málini aftur, sum teir høvdu mist í 1. hálvleiki. Teir royndu at stríðast og arbeiða, teir runnu nógv, og síðstu minuttirnar rindaðu teir høgan prís fyri púra óneyð- uga útvísing. NSÍ gjørdi væl og virð- iliga tað, sum teir skuldu gera. Jógvan Martin Olsen var avgjørt ikki nøgdur við avrikið á heimavølli ímóti ÍF. Tað sást aftur í, at hann hesa ferð hevði gjørt fleiri skiftingar, soleiðis at øll røðini í vinstra borði var mannað við monnum, ið ikki hava spælt har fyrr í ár. Áki L. Hansen hevði fingið møguleikan á vinstra vongverja. Jóhan Petur Poulsen í høgra álopsborði hjá B68 royndi fleiri ferðir, men tað eydnaðist honum ongantíð at sleppa framvið vongverjanum og at leggja innfyri. Helgi L. Petersen, sum seinastu ferðirnar hevur verið royndur í fleiri pláss- um, var í útgangsstøðuni álopsspælari í vinstru, og Gert Langgaard, sum oftast hevur verið í høgra borði, var á miðvøllinum í vinstru. Tætta løtan Einki bendi fyrrapartin av fyrra umfarinum á, at talan skuldi gerast um skrædl. Báðir partar royndu at spæla, og tað vóru møgu- leikar báðar vegir. Eftir uppspæl í vinstru gjørdist Stankhov hjá B68 leysur, skotinum bilti einki, men Jens Martin Knudsen bjargaði væl. Lítla løtu seinni fekk Jovevic hjá NSÍ blankan møguleika eftir horna úr høgru, men stút- arin fór væl við síðuna av málinum. Bogi Petersen, sum fyri tað mesta hevur verið á B68 miðvøllinum, var hesa ferð í miðverjuni. Hann hevði eina uppgávu. Hon var at taka sær av myrklødda nýggja álopsmanninum, sum teir í NSÍ nevna Ike. Hóast Ike skoraði tvær ferðir, so var Bogi besti maður á heimaliðnum. At tað var so torført hjá NSÍ at fáa miðframherjan við í spæli órógvaði, men Andy Olsen var enn eina ferð grammur og gjøgnumbrots- sterkur. Tá ið fyrra umfarið var reiðiliga hálvgingið, fekk NSÍ hol á eftir deyðbólts- støðu. Ike fór um koll mið- skeiðis á Tofta hálvuni og eitt sindur til høgru. Heimamenninir vildu hava, at hann hevði skavað bóltin til sín við arminum, tá ið hann var dottin. Tað helt dómarin ikki, og í næstu støðu bríkslaði hann fyri NSÍ frísparki. Brynjolvur Nielsen sendi flatt í brots- teigin, og Óli Hansen rann fram og setti tonna undir bóltin, sum snýtti B68 mál- verjan. Ein minutt undan steðg- inum økti Andy Olsen. Áki L. Hansen kom til baklinj- una og legði innfyri. Andy royndi fyrst eina ferð við handara stólpan, málverjin hálvbjargaði, men ungi maðurin misnýtti ikki í aðru atløgu. Upphavið til málmøguleikan var ein av stóru veikleikunum hjá B68. Á veg í álop mistu teir úti í borðinum. Alt liðið var á veg fram, harvið vóru spælararnir ikki í verju- støðum, og eftiransingarnar vóru sjálvandi hareftir. Skrædlið Tað hevði verið vorðið sum fyrsta roynd, um Morilo ikki hevði sent uppum, men heldur í málið eftir horna, tá ið hann fyrstu ferð rakti bóltin eftir at vera innskift- ur. Næstu løtuna misti B68 ein spælara fyri at brúka seg, og so visti NSÍ, hvat teir skuldu gera. Teir vóru umhugsnir og lótu bóltin gera arbeiðið. Heimamenn- inir nýttu væl meiri orku, og síðstu tíggju minuttirnar vórðu teir tríggjar ferðir sektaðir. Ike átti triðja málið úr stuttari fjarstøðu, eftir at Andy Olsen hevði lagt inn- fyri úr vinstru. Óli Hansen átti fjórða málið, eftir at Brynjolvur Nielsen hevði sent hornasparksinnlegg innfyri, og Ike setti punkt- um, eftir at Brynjolvur Nielsen enn eina ferð hevði sent innfyri. NSÍ fekk uppreisn eftir stóra kiksaran ímóti ÍF, meðan kósin hjá B68 tykist vera tann sama, sum hon hevur verið síðani flagg- dagin, tá ið fyrsta umfarið var á skránni. B68-NSÍ 0-5 (0-2): Eingin fótbóltur sunnudagar NSÍ gav B68 eina sanna skortfleingju, tá teir á Svangaskarði vunnu ikki minni enn 5-0 Mynd: Álvur Haraldsen Nýggi álopsspælarin hjá NSÍ tykist vera plettskot, meðan eingin av útlendsku spælarunum hjá B68 sannførdi um, at teir skulu vera munurin, um liðið skal lyftast av aftasta plássinum B68-NSÍ Jóannes Hansen Tað vóru nógvir útlend- ingar á vøllinum á Svanga- skarði sunnudagin. Á NSÍ liðnum vóru tveir. Alexander Jovevic var á miðvøllinum, og Ike, sum teir kalla hann, var í álop- inum. Jugoslaviski mið- vallarin hevur higartil stríðst við fleiri heimamenn um plássini á miðvøllinum. Hann hevur ikki hvørja ferð verið millum teir fyrstu ell- ivu. Tað hevur eisini komist av, at hann hevur verið skaðaplágaður. Hetta var onnur ferðin, at Ike var miðframherji. Hesa ferð skoraði hann tvær ferðir, og eingin ivi er um, at hann júst er tað slagið av spælara, sum NSÍ hevur saknað fyrr í ár. Hann er skjótur, hann er góður við bóltinum, hann er skila- góður, og hann megnar nógv einsamallur. Á B68 liðnum vóru hesa ferð fimm útlendingar. Pólski málverjin, bulgarski álopsspælarin og tveir bra- siliumenn – annar á mið- vøllinum og hin í álopinum – vóru millum teir fyrstu ellivu. Ein brasiliumaður loysti ein av sínum lands- monnum av, og bulgarin varð tikin út, tá ið teir í B68 noyddust at seta ein nýggj- an vongverja í høgru á vøllin. Tað var ikki eyðsýnt, at útlendsku spælararnir vóru framúr góðir og harvið fara at gera munin, tá ið tað skal gerast av, um B68 skal varðveita plássið í bestu deildini ella ikki. Millum veikleikarnar hjá fleiri teirra var, at teir diggaðust ov nógv við bóltinum. Hann skuldi kelast og snarast ein vegin og so hin vegin, áðrenn teir lótu hann frá sær. Harvið gjørdist uppspælið hjá B68 alt ov stirvið, og tað gekk ov seint fyri seg. Anderson tykist megna eitt sindur einsamallur. Tað ger eingin av hinum. Í sekstan ár hevur Øssur Hansen tikið sær av mest sum øllum deyðbóltsstøð- um hjá B68. Tað gjørdi hann ikki hesa ferð. Tað tóktist heilt misvísandi, at útlendingarnir fingu hesa ábyrgdina, uttan at teir á nakran hátt megnaðu at lyfta henni. Munur er á útlendingum Nýggi álopsleikarin hjá NSÍ tykist veruliga hava dygdir, sum kunnu lyfta alt liðið, meðan tað sama enn ikki kann sigast um nýggju leikararnar hjá B68 Mynd: Álvur Haraldsen fakta um dystin B68-NSÍ 0-5 (0-2) 0-1: Óli Hansen 26. 0-2: Andy Olsen 44. 0-3:„Ike” Onyema 82. 0-4: Óli Hansen 88. 0-5: „Ike” Onyema 90. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Jazek Przybylski – Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, Bogi Petersen, Jákup Eli Olsen (Kristian Anton Andreassen, 69.) – Jóhan Petur Poulsen, Fabricio (Murilo, 54.), Øssur Hansen, John Heri Dam – Stanistal Stankhov (Ronnie Sval- bard, 58.), Anderson Gult kort: Anderson, Øssur Hansen Reytt kort: Oleif Joen- sen 57. NSÍ: Jens Martin Knud- sen – Brynjolvur Niel- sen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Áki L. Hansen – Alexander Jovevic, Kári Hansen, Gert Langgaard – Andy Olsen, Ikechukwu Onyema, Helgi L. Peter- sen (Justinus R. Hansen, 81.) Gult kort: Alexander Jovevic, Kári Hansen, Ikechukwu Onyema Størsti NSÍ sigur á Svangaskarði Sigurin hesa ferð var tann fjórði á Svangaskarði hjá NSÍ í landskapp- ingardysti, og hann var størri, enn allir hinir tríggir tilsaman B68-NSÍ Jóannes Hansen Ongantíð áður hevur NSÍ vunnið við so sann- førandi úrsliti, tá ið teir í landskappingar ørindum hava verið á Svanga- skarði, sum teir megn- aðu sunnudagin. Tær ferðirnar, tá ið NSÍ hevur vunnið á Toftum, hevur heimaliðið ong- antíð skorað mál, men talan hevur ikki verið um so stórar sigrar, sum tann hesa ferð var. Í 1987, í 1991 og í 1997 vann NSÍ á Toft- um. Í 1987 og fýra ár seinni vunnu teir 1-0, og í 1997 vunnu teir 2-0. Størsti NSÍ sigurin á heimavølli ímóti B68 var í 1999. Tá var úrs- litið í Runavík 5-0 til heimaliðið. Hóast B68 hevur vunnið ofta á heimavølli ímóti NSÍ, so hevur talan ikki verið um serliga stórar sigrar. Tann størsti var í 1995, tá ið úrslitið var 4-1. Sama árið vunnu tofta- menn størsta sigurin nakrantíð í Runavík. Tá var úrslitið 5-0 ella tað sama, sum NSÍ sunnu- dagin fór av Svanga- skarði við. Eingin NSÍ spælari hevur verið við til at vunnið allar fýra ferðir- nar á Toftum. Jens Martin Knudsen, sum ikki hevði stórvegis at gera sunnudagin, var við í fyrsta sigrinum í 1987 og aftur í 1991 og nú sunnudagin. KÍ-kreppan varð so dyggiliga undir- strikað á Mølini, har EB/Streymur hevði lætt spæl í 4-0 sigr- inum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Klaksvíkingar hava í flest- um førum nógv at fegnast um. Í vár varð staðfest, at tey eiga fremsta flogbólts- felagið í landinum, og eisini í hondbóltinum gekk framúr. Í ár hevur ikki skorta við tiltøkum, sum skulu markera 100 ára dagin hjá KÍ, og sum prikkurin yvir tí so væl kenda i’num, so var býurin um vikuskiftið vertur fyri einum summarfestivali, sum man teljast millum mest væleydnaðu tónleika- tiltøkini í Føroyum yvir- høvur. Men í fótbóltinum er tó lítið at fegnast um. Seinastu tíðina hevur verið tosað um beinleiðis kreppu á liðnum, og hendan varð so dyggi- liga undirstrikað á Eiði sunnudagin. KÍ liðið var skert undan dystinum. Jákup Mikkelsen var skaddur, og Ove Ny- sted og Atli Danielsen vóru leikbannaðir. Hetta eru í øllum førum menn, sum saknur hevði verið í á einum og hvørjum liði í Føroyum, men fyrstu trý korterini vóru árini av hesum kanska ikki heilt so sjónlig. Tað kom illa við, at Marni Djurhuus longu í øðrum minutti kundi leggja heimaliðið framum, men annars tóktist spælið hjá KÍ at hanga rímiliga væl sam- an. Vandamikið gjørdist tað tó sjáldan, og heldur kundu vertirnir økt um munin, tá teir við ferð kontraðu niðan eftir vøllinum, men í steðg- inum tóktist talan tó fram- vegis vera um eina hampu- liga javna uppgerð. Ein perla frá Hans Paula Hetta broyttist tó eftir steðgin. Hálvleikur var ikki gamal, tá toppskjúttin hjá EB/Streymi, Sonni L. Petersen, økti um leiðsluna, tá hann var leiktur blankur av Marna Djurhuus, og so skramblaði korthúsið hjá KÍ saman. At EB/Streymur bert fekk tvey mál eftir hetta, kunnu teir einamest takka sær sjálvum fyri, tí møgu- leikarnir vóru til fleiri afturat. Áskoðararnir vóru tó vitni til eina sanna perlu, tá Hans Pauli Samuelsen økti til 3-0. Ein langur bóltur varð leiktur inn um verjuna, og mest sum í somu rørslu, tamdi Hans Pauli fyrst við høgra beini, áðrenn hann langaði til við vinstra. Ein perla av teimum heilt sjáld- somu. Og so var Hans Pauli eis- ini arkitekturin aftan fyri seinasta málið hjá EB/ Streymi, tá hann sendi inn- fyri, soleiðis at Sonni kundi stúta seg upp á næst ovasta plássið á føroyska máltind- inum. KÍ-árið er av Við sigrinum lyfti EB/ Streymur seg enn einaferð upp eftir stigatalvuni, har teir nú eru um reppið at fáa samband við tey liðini, ið stríðast um heiðursmerkir. Hvørt samansetta liðið av álvara kann leggja seg út í hetta stríðið, er tó fram- vegis ein opin spurningur, men tað er einki at ivast í, at hetta er aðalsetningurin hjá liðnum. Næstu ferð hava teir trupla uppgávu í Vági, og til tann dystin mugu teir so vera Hans Paula Samuelsen fyriuttan. Hinvegin verður Sorin Anghel tá við aftur. Hjá KÍ tykist kappingar- árið longu nú at vera mest sum liðugt. Einamest, so munnu teir á liðnum fegn- ast um, at teir hóast alt hava skavað somikið av stigum saman, at niðurflytingin helst ikki fer at hótta, men hetta man tó vera langt ífrá nóg mikið til at nøkta krøvini frá áskoðarunum. Enn tykjast tó ikki nøkur kollveltandi stig at vera ávegis. Boðini eru fram- vegis, at venjararnir sita tryggir í sessum sínum, og evstamarkið at fáa nýggjar leikarar er so eisini runnið, so tað verður heldur ikki á tí mótinum, at broytingar verða gjørdar. EB/Streymur-KÍ 4-0 (1-0): Leikandi lætt á Mølini Dýrur fagnaður Hans Pauli Samuelsen skoraði eina sanna perlu til 3-0 í dystinum móti KÍ. Mest sum í somu rørslu tamdi hann við høgra-beininum, áðrenn hann fluktaði við vinstra, og einki var at taka seg aftur í, at hetta var dagsins detalja á Eiði. Sum tað framgongur á myndini, so var fagnað- urin um málið eisini stórur, men tað var tó ein stór strika í rokningini, tá dómarin kom upp í leikin. Hann gav nevnliga Hans Paula gula kortið fyri at toga troyggjuna av sær í fagnaðinum, og hetta merkir, at Hans Pauli nú er leikbannaður, tá EB/ Streymur í næsta umfar- inum skal á vitjan í Vági. Mynd: Álvur Haraldsen fakta um dystin EB/Streymur-KÍ 4-0 (1-0) 1-0: Marni Djurhuus 2-0: Sonni L. Petersen 3-0: Hans Pauli Samuelsen 4-0: Sonni L. Petersen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Carl H. Høgnesen, Andrzej Pacek, Fróði Clementsen, Gert Hansen – Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Knút Vesturtún, Hans Pauli Samuelsen – Sonni L. Petersen, Hallur Jacobsen KÍ: Andreas Johannesen – Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Niklas Niclassen, Marek Wierzbicki– Arnold Jensen, Jan Joensen, Leon Bjartalíð, Símun Joensen – Jacob Bymar, Erling Fles