Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2004 29 29 28 Nr. 154 - 17. august 2004 C M Y K 28 Alt varð avgjørt inn- an fyrsta korterið í Gundadali. Tá hevði B36-málverjin dropp- að eitt mál, fingið iva- samt brotsspark dømt ímóti sær og varð eftirfylgjandi rikin av vøllinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo Tað tók ikki gøtumonnum leingi at gera av við vón- irnar hjá B36 um, at tað skuldi bera til at minka um munin upp til grannarnar í HB. Dysturin var ikki meira enn settur ígongd, tá bóltur- in fyrstu ferð var í B36- meskunum. Súni Olsen legði fríspark innfyri, men tá eingin leikari fekk sett høvdið á, hoppaði bólturin niður í graslíkið, áðrenn hann helt leiðina millum hendurnar á Magnusi Poul- sen, sum uttan iva noyðist at taka hetta málið á sín kappa. Útvísingin Hetta var sjálvandi sum vátur vøttur hjá B36, men tað var tó lítið í mun til tað, sum var í væntu. GÍ hevði fleiri ferðir víst tenn, tá teir spældu upp í síðunum, og tá Áslakur R. Petersen skifti úr høgru, var B36- verjan als ikki fyrireikað upp á hetta. Jóhannis Joensen varð fangaður á millumhond, og so kundi Krzystof Pop- czynski einsamallur seta kós móti málinum. Her royndi hann at draga fram- við B36-málverjanum, men varð feldur ella lat seg detta, og so bríkslaði dóm- arin. Brotsspark til GÍ og reytt kort til Magnus Poul- sen. Ikki minst var reyða kortið hart dømt, tí hóast Popczynski hevði runnið bóltin upp, so vildi talan í øllum førum verið um ein sera spískan vinkul móti málinum, og tí var talan í veruleikanum ikki um eina støðu, har málverjin sum seinasti maður bremsaði leikara við beinari kós móti málinum. B36’arnir royndu at mót- mæla, men dómarin stóð við sítt, og so máttu um- skipanir til hjá B36. Egil á Bø varð offraður á taktiska altarinum, so Tróndur Vatn- hamar slapp inn á vøllin, og hann slapp so ikki at nerta við bóltin, fyrr enn Krzy- stof sjálvur hevði sent brotssparkið í kassan. Fult tamarhald á Við tíggju monnum segði tað seg sjálvt, at talan skuldi gerast um tunga brekku hjá B36. Ein brekka, sum tað heldur ikki eydnaðist teimum at vinna á. Seinna hálvleik royndu teir seg annars við fram- rættaðum útskiftingum, men nærri enn einum skoti á stongina frá Klæmint Matras komu teir ikki. Hinvegin var meira bit í GÍ. Fyri tað mesta, so hildu teir seg nakað afturi á vølli- num, so leiðslan ikki varð tveitt fyri borð, men fleiri ferðir gjørdist talan um heilt vandamiklar støður, tá teir settu ferð á. Ikki minst var tað hugvekjandi, at sterka B36-verjan hevði somikið stórar plaserings- trupulleikar, tá gestirnir skiftu langt úr borði í borð. Júst hesin paturin av spæli- num hevur leingi verið eitt vørumerki hjá GÍ, so heilt óvart kundi hetta neyvan koma á heimaliðið. Súni Olsen hevði einar tríggjar royndir, sum áttu at givið mál, og tað var mest sum ótrúligt, at Krzytof ta einu ferðina fluktaði á stongina, heldur enn í málið. Men alt hetta mundu gestirnir ikki leggja so nógv í kortini. Teir høvdu ráð til hetta, tá mótstøðan kortini ikki skoraði, og við trimum stigum afturat í posan, hava teir nú otað seg upp á fjórða plássið á stiga- talvuni. Bert eitt stig aftan fyri B36 á bronsuplássi- num. GÍ í metal-stríðnum Fyri B36, so mundi úrslitið kennast sum lítið størri enn ein vanlukka. Enn eru seks dystir eftir at spæla, men soleiðis sum alt hevur lagað seg í ár, so tykist tað mest sum óhugsandi, at nakar skal kunna forða grannun- um úr HB at taka triðja meistaraheitið á rað. Júst hetta mundi annars vera størsta ambitiónin hjá teimum svørt/hvítu, sum ógvuliga symbolskt hava Maers sum høvuðsstuðul. Danska flogfelagið satsaði stórt og á fleiri frontum fyri tveimum árum síðani, men kortini hava teir ongantíð fingið rætta flogið í dysti- num móti Atlantic Airways. Hóast B36 bæði í fjør og í ár hava satsað stórt, so hava heldur ikki teir funnið rætta flogið, og í verandi løtu tykist stríðið einamest at snúgva seg um silvurkrón- urnar og rættin til UEFA- Cup fótbólt komandi kapp- ingarár. Ein rætt sum GÍ –fyri fyrstu ferð yvirhøvur – ikki vann sær í fjør, men tann partin tykjast tær í øll- um førum at ætla sær at broyta. Nart ikki mannin Einki er at taka seg aft- ur í, at B36-málverjin, Magnus Poulsen, hevði ein av teimum heilt keðiligu døgunum sunnudagin. Fyrst var hann ikki heilt sakarsleysur í fyrra GÍ málinum, og tá hann so fekk brotsspark ímóti sær og reytt kort, var dysturin mest sum av- gjørdur eftir bara lítlum korteri. Men meðan málverjin ásannaði, at hann átti sín lut í fyrra málinum, so vildi hann als ikki kennast við brotsspark- ið. Eg nerti ikki við mann- in. Hann kemur við fullari ferð ímóti mær, og so prikar hann bóltin avstað og letur seg detta. Somikið nógv spældi hann uppá tað, at hóast hann ikki skuldi dottið, so hevði hann ikki havt nakran møguleika at renna bóltin uppaftur, so eg haldi tað vera ófatuligt, at dómarin dømir, so sum hann ger, segði málverjin. Men OK. Krzystof fær so tað, sum hann fer eftir. Hann avgerð fyri sovítt dystin, og so kanst tú tosa í allar ævir, um tað er ósportligt ella ikki. Men dømt var dømt, og hóast mótmæli, so noyddist Magnus tungu gongdina út í skiftirúm- ið, og eftir hetta ásann- aði hann eisini, at nú var stríðið nokk liðugt fyri teirra viðkomandi. - Nú er tað farið. Vit høvdu vónað, at HB skuldi missa stig í Vági, men tað gekk so ikki. Fyrsta treytin var tó sjálvandi, at vit skuldu vinna okkara, og nú tað ikki eydnaðist, so dugi eg illa at síggja, hvussu vit skulu fanga teir aft- ur, segði altso B36- málverjin at enda. -jm Ikki so troyttir Gøtumenn, sum fyri bara tveimum mánað- um síðani vóru dekan ov nær niðaru strikuni á stigatalvuni, hava veru- liga gjørt um seg síðani summarsteðgin. So- mikið nógv, at fólk brádliga eru farin at tosa um europeiska lut- tøku til felagið. Sjálvur vildi venjarin hjá liðnum tó ikki tosa so nógv um hendan partin, men hann duldi ikki fyri, at hann er nøgdur um gongdina seinastu umførini. - Vit vandu sera hart fyrstu fýra mánaðirnar í ár, og tí var tað vænt- andi, at ein niðurtúrur fór at koma. Seinastu tíðina hava vit hinvegin vant meira taktiska venjing, og tað hevur so eisini givið okkum eyka yvirskot í dystun- um, helt hann. - Men at tosa um Eu- ropa er alt ov tíðliga enn. Vit taka ein dyst í senn, og so vóna vit, at vit kunnu skava neyð- ugu stigini saman. So mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkk- ur. Sunnudagin var einki at ivast í, at júst GÍ-venj- arin átti sín lut í tosi- num eftir dystin, og tað var sjálvsagt brots- sparkið, sum fólk træt- aðust dúgliga um. Men sjálvur hevði hann so als ongan hug at leggja seg út í hetta málið. - Eg fari ikki at meta um, hvørt talan var um brotsspark ella ikki. Dómarin hevur dømt, og tað er so tað, staðfesti Krzystof Pop- czynski at enda. -jm B36-GÍ 0-2 (0-2): Fimm týdningarleyst korter Tað eydnaðist ikki B36 at fáa stig í heimadystinum móti GÍ, og nú tykist lítil ivi vera um, at tað verða grannarnir úr HB, sum enn einaferð skulu hava gullið savnsmynd B36-GÍ 0-2 (0-2) 0-1: Súni Olsen, 2 0-2: Krzystof Popczynski (br.), 15 B36: Magnus E. Poulsen – Allan Mørkøre, Jóhann- is Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen (Bergur Midjord, 55.) – Kenneth Jacobsen (Bárður Mortansson, 55.), Nielsn Joensen, Klæmint Matras, Alex dos Santos – John Petersen, Egil á Bø (Trón- dur Vatnhamar, 14.) GK: Kenneth Jacobsen, 48 RK: Magnus Poulsen, 13. GÍ: Hallur Hansen – Pól Ennigarð, Atli Gregersen, Kaj Ennigarð, Poul Henning Jacobsen – Áslakur R. Petersen (Poul Andrias Jacobsen), Súni Olsen, Sím- un Louis Jacobsen, Hans Pauli Petersen – Krzystof Popczynski, Adam Paluizek (Jónred Dalheim, 61.) GK: Hans Pauli Petersenn, 86 Dómari: Páll Augustinussen: Reyða kortið tóktist sera hart dømt, og eisin var talan um aðrar iva- samar dómar, men misti tó ikki tamarhaldið á dystinum. ES: Annars er tað irriterandi at síggja, at føroysku linjudómararnir enn ikki hava lært seg regluna um, at menn, sum einki hava við spælið at gera, ikki skulu veittrast rangstaddir. Í so máta var hesin dyst- urin tó einki undantak. FAKTA UM DYSTIN Ikki fyrr enn týsdagin savnaðust føroysku landsliðsleikararnir undan dystinum móti Malta LANDSDYSTUR Jákup Mørk Flestum kunnugt, so verður fótbóltslandsdystur móti Malta á skránni mikudagin. Hetta er so eisini nakað, sum leikararnir á landslið- num fyrireika seg til, men í mun til so nógvar aðrar slíkar dystir, so hava leik- ararnir hesaferð fingið ein eyka frídag. Henrik Larsen hevur nevnliga givið sínum monnum frí mánadagin, og ikki fyrr enn týsdagin savn- ast liðið á Hotel Føroyum. Væntandi fer tað eisini at verða so, venjingin hjá liðnum týsdagin verður í Havn, og ikki á Svanga- skarði, og ikki fyrr enn á sjálvum dystardegnum verður farið til Runavíkar, har liðið fer at fyrireika seg í hølunum hjá tryggingini. Einasta avboðið, sum landsliðsvenjararnir hava fingið undan dystinum, er frá Jákupi Mikkelsen, og í hansara stað vórðu boð fríggjadagin send eftir Bárði Johannesen úr HB. Maltesiska liðið kom til Føroya sunnudagin, og eftir ætlan skuldu teir venja tvær ferðir mánadagin. Týs- kvøldið ætlaðu teir sær at venja á Svangaskarði. Fingu frí mánadagin Landsliðsvenjarin gav mánadagin sínum leikarum frí, og ikki fyrr enn týsdagin skuldu teir møta á Hotel Føroyum Fair play: 5-mannafør dreingir 1. Blikur 2. Sílið 3. Havfrúgvin 5-mannafør gentur 1. Blikur 2. Sílið 3. Drekin 6-mannafør kvinnur 1. Jarnbardur 2. Gongurálvur 3. Páll Fangi 6-mannafør menn 1. Sundabáturin 2. Jarnbardur 3. Gongurálvur 8-mannafør 1. Nevið Reyða 2. Argjabáturin 3. Ørvur 10-mannafør 1. Vágbingur 2. Havnarbáturin 3. Nólsoyingur Vakrasta áralag: 5-mannafør dreingir 1. Blikur 2. Sílið og Havfrúgvin 5-mannafør gentur 1. Blikur 2. Sílið 3. Drekin 6-mannafør kvinnur 1. Jarnbardur 2. Gongurálvur 3. Páll Fangi 6-mannafør menn 1. Sundabáturin 2. Jarnbardur 3. Gongurálvur 8-mannafør 1. Argjabáturin 2. Nevið Reyða 3. Ørvur 10-mannafør 1. Nólsoyingur 2. Vágbingur 3. Havnarbáturin Snøggasti bátur: Nólsoyingur Ársins felag: Argja Róðrarfelag Leygarkvøldið varð sein- asta punktumið sett fyri kappróðrarárinum. Hetta hendi á Hotel Føroyum, har stórt gallakvøld var fyri- skipað. Hesaferð var tað róðrar- felagið, Knørrur, sum stóð fyri veitsluni, og einki er at ivast í, at talan var um eitt framúrskarandi kvøld hjá luttakarunum. Hæddarpunktið á veitsl- uni var sjálvandi, tá bestu bátarnir innan ymsu bólk- arnir skuldu finnast, og varð endaliga úrslitið av ymsu atkvøðugreiðslunum hetta: Róðrarárið endaði FM-heitið glapp nólsoyingum av hendi á ólavsøku, men sum eina troyst fingu teir tvey steyp á gallaveitsluni leygarkvøldið