Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 154 - 17. august 2004 31 31 30 Nr. 154 - 17. august 2004 C M Y K 30 FCK hevur framvegis ikki vunnið Uppflytararnir úr Silkeborg eru odda- lið, og heldur ikki hesa ferð slapp Todi upp í part, tá ið FCK enn eina ferð bara fekk eitt stig burturúr á heimavølli SUPERLIGAN Jóannes Hansen Um tað hesa ferð royndist betri hjá FCK, enn tað hevur gjørt seinastu ferð- irnar, valdast um eyga, sum sær. Hesa ferð hevði FCK í Parkini vitjan av OB. Úrs- litið gjørdist 1-1, og harvið hevur FCK ikki megnað at fingið fult í fýra teimum fyrstu umførunum. Í FCK søgdu teir seg fegnast um, at tað hesa ferð var betri skil á verjupartinum, enn tað hevur verið, síðani tað um ólavsøkumundið varð farið undir nýggja kapping- arárið. OB legði seg á odda, men nýggi norski FCK mið- vallarin, Magne Hoseth, javnaði til 1-1. Norðmað- urin varð mettur at vera besti spælarin á vølli. FCK hevði tveir aðrar risa møgu- leikar. Hoseth misnýtti ann- an, og Hjalte Bo Nørre- gaard misnýtti hin. FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við, at verjupart- urin hesa ferð ikki gjørdi stóru mistøkini, sum hann áður hevur gjørt. Men ven- jarin segði seg ikki vera nøgdan við bóltspælið hjá fremstu monnunum. Teir megnaðu ov illa at varð- veita bóltin og harvið at vera við til at flyta og varðveita spælið longri frammi á vøllinum, segði Hans Backe. Álvaro Santos og Jesper Bech vóru í álopinum. Peter Møller kom á vøllin fyri ein av miðvallarunum í 2. hálv- leiki. Todi Jónsson var als ikki í FCK hópinum. - Tað sær út til, at eg í løtuni eri nummar fýra í røðini, meðan Zuma fram- vegis er skaddur, staðfestir Todi Jónsson, sum sigur seg síggja fram til hesar næstu dagarna at vera sam- an um føroyska landsliðið. Tað er kreppa í donskum fótbólti. Í dag er verkfall og verkbann lýst at vera. Tað vil siga, at allur fótbóltur í Danmark, sum hevur við DBU at gera, verður lagdur stillur. Eingin veit at siga, nær bólturin aftur fer á rull. Í flestu feløgunum í super- liguni skuldu spælararnir í gjár tosa um, hvussu støðan nú verður. Uppflytararnir á odda Tað hevur gingið rættuliga misjavnt hjá teimum báð- um feløgunum, sum fyrr í summar vunnu sær rætt at luttaka í superliguni. Tá ið tað var greitt, hvørjir upp- flytararnir fóru at vera, varð sagt, at Silkeborg væl hevði møguleika at standa seg, meðan Randers heilt víst fór at vera kanónføði. Higartil hava metingar- nar víst seg at vera rættar. Leygardagin var AGF í Randers, har AGF vann fyri fyrstu ferð í hesum kapp- ingarárinum. Úrslitið gjørdist 3-0. Randers hevur framvegis einki stig fingið. Hjá Silkeborg gongur strúkandi. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Esbjerg. Gest- irnir høvu takið í eina góða løtu. Teir løgdu seg á odda, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um teir høvdu verið frammanfyri við meiri enn einum máli. Men í 2. hálvleiki fekk heima- liðið um endan, og nýggja stjørnan í superliguni, Rajko Lekic, skoraði sigursmálið hjá Silkeborg. Eftir at Viborg næstsíðsta leygardag vann 3-2 á heimavølli ímóti FCK, megnaðu teir hesa ferð at fáa fult í Aalborg, har úrs- litið var 2-1. Tað vóru áskoðararnir hjá heimalið- num stak misnøgdir við. Hjá Brøndby glapp tað endiliga, og teir vóru sera fegnir um, at tað var fingin bilbukt við málturkin, sum hevði verið í meiri enn fimm ferðir trý korter. Brøndby hevði vitjan av FCM, sum legði seg fram- um í 1. hálvleiki. Eftir steðgin skoraði Brøndby tvær ferðir. FCK venjarin, Hans Backe, segði seg vera væl nøgdan við, at verjuparturin hesa ferð ikki gjørdi stóru mistøkini, sum hann áður hevur gjørt. Men venjarin segði seg ikki vera nøgdan við bóltspælið hjá fremstu monnunum Frem meiri enn hálv- kiksaði á heimavølli, meðan Fremad Amager vann góðan sigur á útivølli DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Eftir at felagið hjá Jón Róa Jacobsen, Frem, í tveimum teimum fyrstu umførunum hevði fingið fulla úrtøku, vóru tað fleiri í felagnum, sum høvdu peikifingurin á lofti, tá ið niðurflytararnir skuldu fáa Brønshøj á vitjan. Frem var stórfavo- rittur, og tað varð roknað við sannførandi heimasigri. Men so gekk tað, sum tað so ofta ger, tá ið talan er um stóran favoritt. Frem av- rikið var yvirhøvur einki at reypa av. Serliga framrætt- aðu menninir verða sagdir ikki at hava verið nakað serligt upplagdir. Jón Rói Jacobsen var í verjupart- inum, sum verður sagdur at hava sýnt góðtikið avrik. Úrslitið var málleysur javn- leikur. Fremad Amager vitjaði í Næstved, og felagið hjá teimum trimum, Andrew av Fløtum, Jann Inga Petersen og Hjalgrím Elttør, stóð seg væl. Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur millum teir fyrstu ellivu. Í 2. hálvleiki kom Jann Ingi Petersen á vøllin fyri Andrew, og eisini Hjalgrím Elttør kom á vøllin. Heimaliðið kom tíðliga framum, men Fremad Amager javnaði, og tíðliga í 2. hálvleiki skoraðu teir sigursmálið. Einki verður sagt um, at føroysku spæl- ararnir áttu lut í málunum hjá Fremad Amager. Vejle gjørdi rættuliga um seg. Teir vunnu stórsigur á Dalum. Av teimum átta Vejle málunum gjørdi gamli NSÍ spælarin, Ulrik Balling, tvey, og gamli lið- felagin hjá Jákupi Mikkel- sen í Herfølge, Chris Hermansen, skoraði tríggj- ar ferðir. Hjá Horsens og Johan B. Hansen gekk einki serligt. Teir taptu 2-0 í Fredericia. Einki er avgjørt enn, nær næsta umfarið verður spælt. Allar deildirnar, sum eru undir DBU, eru í verk- falli og verkbanni. Allir føroyingarnir vóru á grasi Fram er aftur undir strikuni, og hjá ÍA eydnaðist tað ikki at fáa fult, tá ið teir høvdu vitjan av meistaraliðnum úr Reykjavík ÍSLAND Jóannes Hansen Tað hilnaðist einki serligt hjá føroysku spælarunum í íslendskum fótbólti í viku- skiftinum. Eftir at hann ikki hevði verið á liðnum tvær tær seinastu ferðir- nar, hevði Fróði Benja- minsen, sum í gjár skuldi kom heim í sambandi við landsdystin ímóti Malta, aftur fingið pláss millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fram sunnudagin vitjaði Fylkir. Hans Fróði Hansen var ikki á Fram liðnum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Fylkir einasta málið. Eftir hetta gjørdi Fram venjarin tvær út- skiftingar, og Fróði Benja- minsen var annar spæl- arin, sum fór av vøllinum. Hjá Fram kom tað illa við, at Grindavík hesa ferð vann 2-0. Teir spældu á heimavølli ímóti KA av Akureyri, sum tykist fara at fáa ilt við at varðveita plássið í deildini. Við sigr- inum lyfti Grindavík seg upp á áttanda plássið, meðan Fram datt niður aftur á níggjunda plássið. Á Akranesi vitjaði meistaraliðið KR. Hetta var 99. ferðin, at hesi bæði liðini hittust í landskapp- ingardysti. Í ÍA rokna tey dystirnar ímóti KR at vera nakað heilt serligt. Eitt nú er tað soleiðis, at tað eru heilt nógvir spælarar, sum bæði hava spælt við KR og ÍA. Hesa ferð kom einki mál. Julian Johnsson var á ÍA liðnum. FH tykist hava gott tak á oddasessinum. Hesa ferð vóru teir í Oyggjunum, har tað eydnaðist at vinna 3-1. At vinna á heima- vøllinum hjá ÍBV verður roknað at vera góður sigur. FH er nú fýra stig framm- anfyri Fylkir, sum aftur er eitt stig frammanfyri ÍBV og tvey stig frammanfyri ÍA. Í næsta umfarinum fer Fram at fáa góðan møgu- leika at vinna seg innaftur á Grindavík. Fram skal spæla á útivølli ímóti botnliðnum KA. ÍA skal spæla á útivølli ímóti oddaliðnum FH. Fróði aftur á liðnum Tað verða TB, AB og B71, sum skulu stríð- ast um uppflyting til bestu deildina. Øll fingu tey fult um vikuskiftið 2. DEILD Jákup Mørk Hóast tað var væntandi dysturin millum AB og KÍ, sum tók myndina í aðru deild, so vórðu eisini fýra aðrir dystir á skránni. Dyst- ir, sum tó ikki broyttu stór- vegis um myndina í odd- inum á stigatalvuni. Á Tvøroyri var næstbesta B36-liðið komið á vitjan, og her lótu heimamenninir ongan sum helst iva vera um úrslitið. Olivur Abra- hamsen var serliga mað- urin, sum gjørdi um seg, og afturat hat-trickinum hjá honum, komu eisini Hallur Christiansen og Birgir Ras- mussen á talvuna, áðrenn Bogi á Borg móti dystar- enda fekk pyntað nakað um úrslitið. FS Vágar hevur havt tað hampuliga tungt seinastu tíðina, men heldur ikki hjá teimum var nakar ivi, tá teir á heimavølli tóku ímóti botnliðnum, VB. Ikki minni enn 7-0 gjørdist endaliga úrslitið, og við fýra teimum seinastu málunum gjørdist Sonny Johansen stóri maðurin í hesum dystinum. Leirvíkingar hava veru- liga reist seg síðani summ- arsteðgin, og eftir 3-0 sigurin á AB í seinasta um- farinum, vundu teir hesa- ferð burtur úr Royn, sum varð sent heim við 0-4 í viðførinum. Seinasti dysturin í deild- ini varð leiktur sunnudagin, tá B71 vitjaði í Sumba. Her staðfestu sandoyingarnir, at teir enn vilja vera við í oddastríðnum. Úrslitið gjørdist ein tryggur 4-1 sigur til gulu menninar, sum sostatt halda fast um triðja plássið. Bert tvey stig aftan fyri TB. Oddurin fekk fult Úrslit í 11. umfari: TB-B36 6-1 1-0 Olivur Abrahamsen 2-0 Birgir Rasmusen 3-0 Olivur Abrahamsen 4-0 Hallur Christiansen 5-0 Hallur Christiansen 6-0 Olivur Abrahamsen 6-1 Bogi á Borg FS Vágar-VB 7-0 1-0 Birgir Joensen 2-0 Wellington 3-0 Kim Poulsen 4-0 Sonny Johansen 5-0 Sonny Johansen 6-0 Sonny Johansen 7-0 Sonny Johansen LÍF-Royn 4-0 1-0 Petur Sjúrðaberg 2-0 Magnus Skoralíð 3-0 ? 4-0 Andreas á Lava Olsen AB-Royn AB vann uttan dyst Sumba-B71 1-4 0-1: Jónsvein Thomsen 0-2: Jónsvein Thomsen 0-3: Clayton Soares 1-3: Dánjal Johan Joensen 1-4: Eli Hentze Danska superligan d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 Silkeborg 4 3 - 0 - 1 10 6 4 9 2 OB 4 2 - 1 - 1 9 5 4 7 3 Brøndby (S) 4 2 - 1 - 1 5 3 2 7 4 Viborg 4 2 - 1 - 1 5 5 0 7 5 Herfølge 4 2 - 1 - 1 3 3 0 7 6 FCM 4 2 - 0 - 2 5 7 -2 6 7 AGF 4 1 - 2 - 1 6 5 1 5 8 Esbjerg 3 1 - 1 - 1 6 4 2 4 9 FC Nordsj. 4 1 - 1 - 2 6 7 -1 4 10 FCK (M) 4 0 - 3 - 1 7 8 -1 3 11 AaB 4 1 - 0 - 3 5 6 -1 3 12 Randers FC 3 0 - 0 - 3 1 9 -8 0 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 Skjold 3 3 - 0 - 0 8 3 5 9 2 HIK 3 2 - 1 - 0 8 3 5 7 3 Frem 3 2 - 1 - 0 6 2 4 7 4 Fredericia 3 2 - 0 - 1 10 2 8 6 5 Vejle 3 2 - 0 - 1 12 6 6 6 6 Sønderjyske E 3 2 - 0 - 1 10 6 4 6 7 Fr. Amager 3 2 - 0 - 1 6 2 4 6 8 AB 3 2 - 0 - 1 6 6 0 6 9 Køge 3 1 - 2 - 0 14 6 8 5 10 AC Horsens 3 1 - 0 - 2 4 4 0 3 11 NFA 3 0 - 2 - 1 5 9 -4 2 12 B 93 3 0 - 2 - 1 6 11 -5 2 13 Næstved 3 0 - 1 - 2 4 8 -4 1 14 Brønshøj 3 0 - 1 - 2 3 11 -8 1 15 Ølstykke 3 0 - 1 - 2 1 12 -11 1 16 Dalum 3 0 - 0 - 3 2 13 -11 0 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 Brabrand 3 2 - 1 - 0 68 43 25 7 2 Jetsmark 3 2 - 1 - 0 68 43 25 7 3 B 1913 3 2 - 0 - 1 60 34 26 6 4 Kolding FC 3 2 - 0 - 1 54 41 13 6 5 Glostrup 3 2 - 0 - 1 62 42 20 6 6 B 1909 3 2 - 0 - 1 55 48 7 6 7 Holstebro 3 1 - 1 - 1 54 47 7 4 8 Hjørring 3 1 - 1 - 1 51 47 4 4 9 Lyngby 3 1 - 1 - 1 46 74 -28 4 10 Slagelse 3 1 - 1 - 1 53 57 -4 4 11 Kalundborg 3 1 - 0 - 2 51 62 -11 3 12 Næsby 3 1 - 0 - 2 39 59 -20 3 13 Værløse 3 1 - 0 - 2 57 64 -7 3 14 Roskilde 3 1 - 0 - 2 48 62 -14 3 15 Aarhus Fremad3 0 - 1 - 2 49 61 -12 1 16 Holbæk 3 0 - 1 - 2 32 62 -30 1 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) Íslendska Landsbankadeildin d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 FH 14 7 - 6 - 1 21 12 9 27 2 ÍBV 14 6 - 4 - 4 23 15 8 22 3 Keflavík 14 6 - 3 - 5 19 21 -2 21 4 Fylkir 13 5 - 5 - 3 18 14 4 20 5 ÍA 13 5 - 5 - 3 18 14 4 20 6 KR 13 4 - 6 - 3 16 14 2 18 7 Víkingur R 14 4 - 3 - 7 14 17 -3 15 8 Grindavík 14 3 - 6 - 5 14 19 -5 15 9 Fram 13 3 - 4 - 6 16 17 -1 13 10 KA 14 3 - 2 - 9 10 26 -16 11 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) 1. deild menn d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 HB 12 9 - 2 - 1 31 10 21 29 2 Skála 12 7 - 2 - 3 26 15 11 23 3 B36 12 6 - 3 - 3 22 14 8 21 4 GÍ 12 6 - 2 - 4 22 22 0 20 5 NSÍ 12 5 - 3 - 4 21 16 5 18 6 EB/Streymur 12 5 - 2 - 5 21 18 3 17 7 VB 12 4 - 4 - 4 16 14 2 16 8 KÍ 12 2 - 7 - 3 16 17 -1 13 9 ÍF 12 2 - 1 - 9 17 39 -22 7 10 B68 12 0 - 2 - 10 9 36 -27 2 2. deild menn d v - j - t v/ mál t/ mál +/- stig 1 TB 11 8 - 0 - 3 33 15 18 24 2 AB 11 7 - 2 - 2 18 13 5 23 3 B71 11 7 - 1 - 3 33 24 9 22 4 Royn 11 6 - 0 - 5 26 25 1 18 5 FSV 11 5 - 2 - 4 39 22 17 17 6 Sumba 11 4 - 3 - 4 17 20 -3 15 7 LÍF 11 3 - 3 - 5 18 24 -6 12 8 B36 11 3 - 2 - 6 15 32 -17 11 9 KÍ 11 2 - 3 - 6 21 26 -5 9 10 VB 11 0 - 4 - 7 9 28 -19 4 Máltindurin adidas Rógvi Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .HB 10 Sonni L. Petersen . . . . . . . . . . . . . . . .EB/S 9 Súni Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .GÍ 9 Bogi Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . .Skála 8 John Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .B36 7 Heine Fernandez . . . . . . . . . . . . . . . . . .HB 7 Jonhard Frederiksberg . . . . . . . . . . . . .Skála 7 Krzystof Popczynski . . . . . . . . . . . . . . . .GÍ 6 Jacob Bymar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ 6 Sorin Anghel . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .EB/S 4 Rúni Nolsøe . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .HB 4 Høgni Zachariassen . . . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 4 Magni á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 4 Erling Fles . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ 4 Mindaugas . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .VB 4