týsdagur 29. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Eingin skuldi vita at Elin skrivaði
Bókin Og, mamma er í uppskoti at vinna bókmentaheiðursløn hjá
Norðurlandaráðnum. Rithøvundurin Elin á Rógvi hevur saman við
Marjun Reginardóttir, teknara, gjørt bókina. – Upprunaliga var eg øgiliga
smæðin, og eg ætlaði mær ikki, at nakar skuldi vita, at eg skrivaði.
Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, at eg skal vera smæðin, tá man
hugsar um, at eg arbeiði við útvarpi og sjónvarpi, men tað eri eg,
hóast eg ikki er líka smæðin longur, sigur Elin á Rógvi.
Jørgen Holme gevst
Danskarin Jørgen Holme tók við sum stjóri í
Atlantsflogi í november 2013, men nú er greitt,
at hann fer úr starvinum, sum hann eftir ætlan
bert skuldi røkja í eina tíð. Atlantsflog søkir
eftir nýggjum stjóra, og harvið er greitt, at
farið er undir at finna eina meira varðandi
loysn til stjórastarvið í flogfelagnum.
Apríl:
Hann varð vorðin troyttur av lív
inum sum barrvørður og kafeleið
ari í Havn og vildi so fegin royna
okkurt nýtt, tá hann søkti inn til
danska herin. Hann leitaði eftir
nýggjum upplivingum og vildi
byrja við at tæna sína herskyldu.
Men bíðitíðin var long. Heili tvey
ár skuldi hann standa á bíðilista,
áðrenn hann kundi gera sær tankar
um at verða upptikin. Sum plástur
á sárið beyð herurin honum at út
búgva seg til tiltaksheryvirmann
hjá teimum. Ein útbúgving, ið tekur
tvey ár, og har hann skuldi hava
ábyrgd av teimum, ið komu fyri at
tæna sína herskyldu.
Sum útbúgvin tiltaksheryvir
maður fór Sigurd Christiansen
fram yvir at kunna virka sum sivil
ur hermaður. Tað er ein, sum ar
beiðir fyri herin, tá tað ber til. Hetta
var avgjørt tað næstbesta fyri
hann, men hann gjørdi av at royna.
Hann søkti, slapp inn og byrjaði á
sersjantskúlanum í Sønderborg
Februar í 2009.
Upp eftir hierarkinum
Eftir teir fyrstu seks mánaðirnar
varð Sigurd útbúgvin sersjantur.
Sersjanturin er eitt slag av millum
leiðara í herinum og hevur sum
oftast ábyrgdina av 612 soldátum.
Eftir enn eitt hálvt ár gjørdist
hann undirloytnantur, sum svarar
til lægsta stig hjá einum heryvir
manni, og so var tíðin komin til,
at hann skuldi í starvsvenjing.
Starvsvenjingin innibar, at hann
skuldi royna seg sum leiðara fyri
eina deild av ungum og óroyndum
soldátum, sum komu at tæna sína
herskyldu.
– Eg var nú útbúgvin til tað, sum
man kallar tiltaksheryvirmaður, og
eg bleiv knýttur at flogvápninum.
Tað bleiv eg av tí einføldu orsøk, at
luftvápnið hevði nógv fleiri upp
gávur fyri reservafólk.
Sum tiltaksheryvirmaður ar
beiðir
Sigurd
við
undirvísing.
Hansara uppgáva er at undirvísa
teimum, ið starvast innan flog
vápnið, tað veri seg pilotar, mekan
ikarar, fólk frá leiðsluni og onnur.
Hann lærir tey at skjóta, vápna
handfaring, fyrstuhjálp og aðrar
týdningarmiklar lærugreinar, sum
tey skulu venjast í, áðrenn tey
verða útsend.
Upprunaliga
ætlaði
Sigurd
sær at lesa til lækna, men slapp
ikki inn, og eftir ein umveg til
Bolivia í Suðuramerika, har hann
í eitt stutt tíðarskeið arbeiddi á fá
tækum barnaheimi, kastaði hann
seg yvir evnafrøði og hevur síðani
spesialiserað seg innan umhvørvis
evnafrøði.
– Soleiðis havi eg so kombinerað
mítt arbeiði og mín lesnað. Eitt
øðrvísi
lestrarstarv,
kanst
tú
ivaleyst kalla tað.
Arbeiðið hjá Sigurdi inniber
at upplýsa og undirvísa øðrum
serfrøðingum
í
evnafrøðiligum
vápnum
og
hernaðarligum
lærugreinum. Hann dylir ikki fyri,
at hann kundi hugsað sær at gjørt
karrieru innan fyri danska herin.
Kjarnorka ella klorin?
Tá
tað
kemur
til
kríggj
og
evnafrøðilig vápn, er søgan á
tremur við syrgiligum søgum.
Millum torskildar líkningar og eksperi
ment við evnafrøðiligum sevjum undir
vísir Sigurð Christiansen úr Skálavík
eisini danska flogvápninum í nýtslu
av evnafrøðiligum vápnum
Undirvísir
í kemiskum
krígs
vápnum
APR
Jógvan
sendur í
álopið
Kári P. Højgaard hevur tikið seg aftur
sum formaður í Sjálvsstýrisflokkinum og
hevur latið Jógvani Skorheim ábyrgdina
at standa á odda fyri flokkinum. – Skal
Sjálvstýrisflokkurin fáa eitt gott løg
tingsval, er alneyðugt, at eingin kann
seta spurning við trúvirðið hjá floksfor
manninum, segði Kári P. Højgaard. – Tað
koma løtur í lívinum, tá ið møguleikar
stinga seg upp. Vit kenna tað øll.
Møguleikar, sum eggja okkum til at at
taka av. Politiski vígvøllurin er einki
undantak. Í dag havi eg fingið møgu
leikan at verða formaður í Føroya elsta
og mest siðvanda flokki í Føroyum, segði
Jógvan Skorheim.
Mangla 47
læknastørv
Læknafelag Føroya sigur, at tað mangla
47 serlæknastørv í føroyska sjúkrahús
verkinum, um tað skal verða á sama stigi,
sum sjúkrahúsverkið í eitt nú Danmark.
Læknafelag Føroya mælir til, at tað
árliga verða settar 50 milliónir krónur
av til nýgg læknastørv, ið skal fíggja
skikkaðar umsøkjarar til tey nærum
hálvtrýss restandi læknastørvini.
Nýggjur
prestur í
Ónagerði
27 ára gamli Jóannes Purkhús úr Klaksvík
er settur í starvið sum prestur í Ónagerði
á Viðareiði. – At eg nú verði prestur, er
ikki nakað, sum beinleiðis hevur verið ein
dreymur afturi frá barnaárunum. Mær
hevur altíð dámt væl at lisið og studerað,
og eg havt eitt nokk so náttúrligt for
vitni, so hjá mær hevur áhugin verið fyri
ymiskum fakum, og tí kundi eg eisini
havt lisið so nógv annað. Men onkun
staðni er gudfrøðin blivin tað, sum eg
ynskti at fara í holt við, sigur Jóannes
Purkhús.
– Á so at siga øllum deildum í heilsuverkinum
í Føroyum er ein kensla av møði at hóma. Fólk
eru ógvuliga sperd, og síggja ongan glotta fyri
framman.
Jan Rasmussen
lækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum
– Skal tað bera til hjá einum
manni at seta sjey børn í verðina
og lata landið hanga uppá tey?
Rósa Samuelsen
løgtingskvinna, í kjaki á løgtingi
2015