Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 30. desember 2015 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Kontrast FM Í Kontrast FM vinna Benjamin Gunnarstein og Rannvá D. Carlsson í einmansleiki í badminton, Pætur Albinus og Durita F. Jensen í einmansleiki í borðtennis og Petur Sigurð Johannesen og tvær ferðir Jógvan Páll Kristiansen vinna FM í judo. Sigurd leggur dent á, at evnafrøðilig vápn ikki altíð nýtast at vera so avanserað ella trupul at fáa fatur í. - Klorin og onnur lætt tilgongilig evni eitt nú týningarevni (pesticider), eru allastaðni í heiminum og verða nýtt regluliga til yvirgangsatsóknir í londum sum Irak, Afganistan, Sýria og Afrika. – Tað er eftir umstøðunum effektivt og lætt at fáa fatur á. Munandi lættari enn kjarnorkuvápn ella tilfar til vegsíðubumbur. Tað er so mín uppgáva at kunna um vandamiklar evnafrøðiligar samansetingarnar. Eg taki nakað, sum er ógviliga teoretiskt og torskilt, og geri tað lætt skilligt og hent í eini vandamiklari støðu, greiðir hann frá. Sigurd er 27 ára gamal og ungur innan sítt fak. Hann hevur tó ikki tikið av gerð um, hvønn veg hann skal fara í framtíðini. Enn bíðar eitt spesiali í evnafrøði, sum hann væntandi skal skriva komandi ár, og hann kann ikki renna undan, at gransking innan um­ hvørvisevnafrøði og serliga dálking er lokkandi. Føroyska kvinnulandsliðið í fót­bólti er við í undankapping til EM-undankappingina. Før­ oyska liðið er eitt mál frá at koma víðari. Hóast Føroayr vinna 8-0 á Andorra og 4-2 á Malta, so blívur 2-0 ósigurin fyri Georgia dýrur. Avleiðingin er, at kvinnulandsliðið ikki skal lut­taka í kapping í tvey ár. Aftur rok um Neistan Neistin vinnur FM, og harvið greip­una hjá kvinnum. Stóra søgan er, at venjarin Palli Joensen verður koyrdur frá dagin fyri fyrru finaluna. Tað skapar órógv, men hann sýnir góð­an ítróttaranda, og stuðlar lið­num bæði á áskoðara­pláss­ unum og á almennum kjaki á Facebook. Liljan Djurhuus hjá VÍF verður kosin til ársins spæl­ara. VÍF vinnur fyri fyrstu ferð í tíggju ár FM hjá monnum. Teir vinna í tveimum dystum á H71, sum er nakað skert til upp­gávuna. 22 ferðir hevur VÍF vunnið FM-gullið, men tað er sjálvsamt, at tað ganga tíggju ár í millum. Mark L. Marcher, H71, verður kosin til ársins spæl­ara hjá monnum. B36 sýnir FM spæl B36 spælir sannførandi í Effo- deildini og ítróttarSosialurin metir, at B36 vinnur FM annað árið upp í slag. Í steypakappingini er rok, tá fuglfirðingar kæra ósigurin fyri Víkingi í fjórðingsfinaluni. Tað sermerkta fyri kæruna er, at hon eitt ella annað stað er ein kæra um, at Víkingur vóru ein í undirtal. ÍF fær ikki viðhald. Remy vinur FM í dart Remy G. Hansen vinnur FM í dart, men tvær ferðir heldur hann seg hava tapt. Fyrst tí hann misti talið av settum, og í øðrum føri tá øll halda, at Bárður Olsen hevur vunnið, men fyri síðani at finna útav, at pílurin ikki stóð í double. Jákup og Heðin seta met Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni seta báðir forkunnug met í føroyskum fótbólti. Jákup á Borg skorar sítt mál nummar 148, sum er eitt fleiri enn John Petersen, sum hevði metið fyri flest mál í bestu deildini. Heðin á Lakjuni spælir sín dyst nummar 408, sum er ein fleiri enn Egil á Bø, ið hevur metið. Tað er dramatikkur fyri allar pengarnar í apríl mánaða. Kvinnu­fótbóltslandsliðið er eitt mál frá t spæla seg víðari, kvinnuliðið hjá Neistanum við greipuna, men í um­ stríddum umstøðum. Sjálvt í FM í dart er dramatikkur VÍF vinnur FM fyri fystu ferð í tíggju ár – Klorin og onnur lætt tilgongilig evni eitt nú týningarevni eru allastaðni í heiminum og verða nýtt regluliga til yvirgangsatsóknir í londum sum Irak, Afganistan, Sýria og Afrika, sigur Sigurd Christiansen – Fleiri kvinnur eru komnar á ting, og vónandi eru fleiri á veg. Edmund Joensen fólkatingsmaður, um valskipanina við einum valdømi Ítróttur