týsdagur 29. desember 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tatoveringar eru listaverk
Seinastu 20 árini hevur íslendingurin Fjølnir Geir Bragason
arbeitt sum tatovørur, og síðani 1998 hevur hann javnan
vitjað í Føroyum í arbeiðsørindum. Hann heldur, at tato
veringar eru at samanlíkna við persónlig listaverk, sum
varða alt lívið. –Summi møta kanska upp til eina
listaframsýning, men dagin eftir er listin gloymd.
Soleiðis er tað ikki við tatoveringum, sigur Fjølnir.
10 tingfólk onga fráveru
Nú tingsetan 2014/15 er endað, hevur Sosialurin
gjørt upp, hvussu tingfólk hava møtt til fundir í
løgtinginum. Uppgerðin vísir, at hægsta fráveran
var beint undir 10 prosentum. Tingfólkið, ið
forsømdi flestar fundir, var Reimund Langgard,
sum var burtur átta av 81 tingfundum. 10 tingfólk
møttu til allar 81 tingfundirnar í farnu tingsetu.
Mai:
Granskingardepilin og Námsvís
indadeildin
á
Fróðskaparsetr
inum hava gjørt kanning fyri
Mentamálaráðið um happing í
fólkaskúlanum. Mentamálaráðið
ynskti at fáa til vega dagførda
vitan um happing, sum kundi ger
ast grundarlagið undir tiltøkum,
til tess at minka um happing, og
harvið økja um trivnað og læring
hjá næmingunum í skúlanum.
Allir næmingar í Føroyum í
fimta, sjeynda og níggjunda flokki
hava verið við í kanningini, sum
varð gjørd á vetri 2014/2015. 1995 av
teimum 2125 næmingunum í hesum
flokkunum hava svarað kanningini.
Sambært kanningini verða 13
prosent, ella 1 av 8 næmingum,
happaðir. Harumframt hava 24
prosent upplivað happing í teirra
skúlatíð, so umleið ein triðingur
av næminginum hevur verið ella
verður happaður.
16 prosent siga seg happa onnur,
meðan onnur 17 siga seg happa,
men sjáldan. Tað merkir tí, at triði
hvør næmingur í skúlanum eru við
til at happa í størri ella minni mun.
Tað er tó ein bati at hóma. Ein
líknandi kanning frá 2007 vísti, at
15 prosent tá vóru fyri happing, so
talið er fallið eitt lítið vet.
Dreingir meira útsettir
Ein ávísur munur er millum kyn
ini. Happing vísir seg at vera meiri
umfatandi millum dreingir enn
gentur. Tað eru dreingirnir, ið oft
ast verða útsettir fyri happing.
15 prosent av dreingjunum verða
happaðir við hvørt og ofta, meðan
talið er 11 prosent hjá gentunum. Á
sama hátt, so eru tað fleiri dreingir
enn gentur, ið happa. 24 prosent,
ella nærum fjórði hvør drongur,
sigur seg hava verið við til at happa,
meðan tað eru 12 prosent hjá gent
unum. Kanningin vísir, at í stóran
mun happa genturnar aðrar gent
ur, meðan dreingirnir happa bæði
gentur og dreingir, tó fyrst og
fremst aðrar dreingir.
Tað eru tó ikki bara næmingar
nir, ið happa. 17 prosent av teimu
happaðu siga, at lærarin er ein
teirra, sum happar tey. Serliga eru
tað genturnar, ið siga seg vera fyri
happing av læraranum.
Ávirkar trivnað
Sum vera man, vísir kanningin ein
sterkan samanhang millum trivnað
og happing á skúlanum. Av teimum
næmingunum, sum ikki hava verið
happað, trívast 94 prosent væl
ella sera væl á skúlanum, meðan
einans 46 prosent av teimum, sum
ofta eru fyri happing, svara tað
sama. Av teimum, sum ikki verða
happað, svarar einans 1 prosent at
tey trívast illa, meðan 26 prosent
av teimum sum hava verið fyri
happing siga seg trívast illa ella
sera illa.
– Vit skulu ikki finna okkum í, at
nakar føroyskur skúlanæmingur
verður happaður ella útihýstur.
Her
skulu
vit
stremba
fram
móti eini 0-hugsjón, sigur Bjørn
Dreingir verða oftari enn gentur útsettir
fyri happing í fólkaskúlanum, og lærarar
eru eisini við til at happa næmingar
Triði hvør
næmingur
happar
MAI
Mundi mist
armin
19 ára gamli Kjartan Lamhauge fekk ein
stóran skaða í armin, meðan hann var til
fiskiskap við garnaskipi undir Føroyum.
Hendingin fór fram, tá teir stóðu og
gjørdu reint. Meðan Kjartan Lamhauge
stendur við borðið, kemur armurin
niður í ein kveyl, har endin gongur um
garna spælið á dekkinum. Tað lukkaðist
honum at trýsta á neyðstoppið og bjarga
arminum, hóast serliga yvirarmurin fekk
stóran skaða.
19 lond á
Atlantic Fair
Altjóða stevnan Atlantic Fair verður
hildin fyri sjeyndu ferð og fyri triðju
ferð verður hon hildin í Klaksvík. Í ár
eru nakað yvir 170 framsýnarar við
á Atlantic Fair, og teir koma úr 19
londum. Hetta er nakað meira enn fyri
tveimum árum síðani. Nógvar fyritøkur,
sum eru við á stevnuni í ár, hava eisini
luttikið undanfarin ár, og tað fegnast
fyrireikararnir um.
Brøður
nýggja
sangbók
Brøðrasamkoman tekur nýggja sangbók
í brúk. Hetta er avloysarin fyri Songbók
Guds Fólks, sum varð givin út í 1976.
Tað hevur verið arbeitt við nýggari
útgávu í meiri enn tíggju ár, og nú er
arbeiðið liðugt. Sangbókin kallast Nýggja
Sangbók, og í henni eru 1504 sálmar,
sangir og kór.
– Tað fellur lættari hjá summum at læra føroyskt
enn hjá øðrum. Fyri mær sær tað út til, at tað
serliga eru tey úr Eystureuropa, sum hava lættast
við at læra føroyskt.
Hjørleif Kúrberg
sum undirvísur útlendingum í føroyskum máli
– Ein fulltíðar borgarstjóri hevur
so mikið nógv um oyruni, at skal
hann eisini røkja ein tingsess,
verður hann ikki meira enn
hálvur onkrastaðni.
Annika Olsen
landsstýriskvinna
2015