Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 14 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Jóhanna nýggjur flogstjóri Jóhanna á Bergi er sett sum nýggjur stjóri fyri Atlants­ flog. Hon kemur frá stjórastarvi í Faroe Ship. – Eitt, sum hugtekur meg nógv, er spurningurin um, hvussu ein fær fólk í felags­skapi at gera sítt ítasta. Eg hugsi ofta um myndina av ein­um orkestri, sum spælir tónleik. At fáa tónleikin góðan, krevst, at øll, ið spæla, hava vitanina og viljan at spæla saman, sigur Jóhanna á Bergi. Dramatiskt fólkatingsval Tað var stórur dramatikkur, tá ið Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal vórðu valdir í fólkatingið. Leingi tóktist Edmund Joensen hava annan fótin innanfyri, men tá ið Sambands­flokkurin fekk katastrofuval í Havn, og Tjóoðveldi og Javn­aðar­flokkurin sam­stundis fingu upp í leypar av atkvøðum, togaðu teir báðir flokkarnir seg fram um Sambandsflokkin, sum í veljara­ kanningum annars hevði staðið til at blíva størsti flokkur. Juni: – Hetta var dropin. Nú má eg bara gera alt í mínari makt fyri at sleppa heim. Tað er tað fyrsta Siri sigur, tá ið hon skal seta orð á hennara støðu. Hon hevur sjálv vent sær til Sosialin, snøgt sagt tí hon kennir seg hjálparleysa. – Mær dámar ógvuliga illa at standa fram soleiðis, men eg eri desperat. Eg má gera okkurt, tí hetta er ikki rætt. Dóttir mín skal vaksa upp í Føroyum, sigur hon og fer undir sína søgu. Fyri seks árum síðani fingu Siri, og føroyski maki hennara tá, eina dóttur. Beint áðrenn Siri gjørdist varug við, at hon var við barn, vóru tey farin hvør til sítt. Men orsaka av, at eitt barn nú var ávegis, valdu tey at royna aftur. Sæð í bakspeglinum var tað kanska fyrsta stigið móti hesi óloysiligu støðu hjá Siri. – Vit vóru saman aftur, og vanligt er í Danmark, at foreldrini hava felags foreldramyndugleika. Tað ynskti hann eisini, greiður Siri frá. Og sjálvandi játtaði Siri hesum. – Eg minnist eg lat eitt orð falla um, at hetta í veruleikanum merkti, at eg ikki kundi flyta heim aftur til Føroya uttan so, at hann gav mær loyvi. Men eg trúði ongantíð, tað kundi fara so langt, sigur Siri. Hóast hon kendi til donsku reglugerðina um, at felags foreldra myndugleiki millum annað inniber, at bæði skulu vera samd um hvar barnið skal búgva, so trúði hon ikki, at tað kundi vera galdandi fyri tveir føroyingar, búsitandi fyribils í Danmark í lestrarørindum. Men fyri einum góðum mánaði síðani var tað staðfest, at soleiðis er tað. Endaði í rættinum Siri hevur fingið staðfest svart uppá hvítt, at hon ikki hevur heimild at flyta aftur til Føroya við dóttrini uttan loyvi frá fyrrverandi maka­num. Hetta hendi í rættinum. – Eg skilji væl tankan í lóg­gáv­ uni. Og eg haldi tað hevði sæð øðrvísi út, um eg hevði fingið mær barn við einum dana. Men hann er føroy­ingur, so eg skilji ikki hvussu tað kann vera tað sama galdandi har, sigur Siri. Í hennara hugaheimi hevur ivi verið um, at hon skuldi heimaftur á klettarnar eftir loknan lesnað. Siri er úr Suðuroynni, og hennara framtíðar dreymar hava altíð verið, at dóttir hennara skuldi vaksa upp í barnavinarliga umhvørvinum har. – Eg havi altíð verið tilvitað um, at eg vil heim aftur at liva mítt lív. Og eg havi mangan sagt í spølni, at ikki vildi havt eitt barn við einum danskara, tí so hevði eg ikki sloppið heim aftur. Og nú er tað júst tað, sum hendir, sigur Siri. Hon kennir seg arga og vón­ svikna av, at lóggávan í Danmark ikki tekur hædd fyri, at bæði Siri, fyrr­verandi maki hennara og dóttirin eru føroyingar. – Hvat kann vera meira natúr­ ligt, enn at vit hava rætt til at liva og virka í Føroyum, spyr Siri. Trúði eg var einsamøll í støðuni Siri kennir ongan føroying í Dan­ mark, sum er í somu støðu. Hon – Eg havi ynskt at flyta heim til Føroya nú í fleiri ár, men eg sleppi ikki. Eg avgeri ikki sjálv, hvar eg og dóttir mín skulu búgva. Tað er grátuligt og ófatiligt, sigur 33 ára gamla Siri Hovsgarð Frælsi er tikið frá mær JUN Søgdu ósatt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hava báðir brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við Skála­ fjarðartunnilin. Teir hava sagt ósatt fyri løgtinginum. Tað er niðurstøðan hjá Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra. Hann heldur, at hóast teir hava brotið lógina í einum føri í part, er brotið langt­frá so groft, at talan eigur at vera um at stevna teimum báðum fyri rættin við tí endamáli at revsa teir. Hann mælir løgtinginum til at taka støðu til kanningina. Spielberg avlýsti Ferðaráðið boðar frá, at ætlaðu upp­ tøkurnar til stórfilmin The Big Friendly Giant, sum skuldu gerast í Føroyum í summar, eru avlýstar. Ferða­ráðið sigur, at sparingar vórðu gjørdar í framleiðsluni, og tí vórðu upptøkur í fleiri londum avlýstur. Ein av heimsins kendastu leik­stjórum, Steven Spielberg, skal leik­stjórna filmin, og tí var tað mett sum eitt óvanligt framtak fyri føroyska ferða­ vinnu, at hann skuldi koma til Føroya at gera upptøkur. Veðurmaður 90 ár Petur Skeel Jacobsen, sum seinastu 20 árini hevur verið veðurmaður á Sosialinum, fyllir 90 ár, og móttøka er fyri honum í Miðlahúsinum, har familja, kenningar og starvsfelagar heiðra honum á stóra degnum. – Við at avmarka, hvussu tú upplivir heimin, avmarkar tú eisini títt hugflog. Og við at avmarka títt hugflog, avmarkar tú eisini, hvussu tú upplivir heimin. Búi Egason Dam sjónleikari, um at brúka hugflogið – Eg plagi at siga, at eg eri ikki nøgdur, fyrr enn eg síggi eina teilendska løgtingskvinnu, ið er stakur uppihaldari við trimum børnum, sum leggur fram síni áhugamál á egnum máli, ið verður tulkað til føroyskt – uttan at nakar heldur tað vera løgið. Ole Wich listarmaður, um nýføroyingar í føroyskum politikki 2015