týsdagur 29. desember 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. desember 2015
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Fróði gevst
Fróði Benjaminsen boðar frá, at hann gevst sum
fótbóltsspælari á hægsta stigi í Føroyum, eftir
hetta kappingarárið. Hann spælir tó kappingar
árið liðugt fyri bæði landsliðið og HB. Liðskiparin
á landsliðnum megar at taka metið frá Óla
Johannesen sum drúgvasti landsliðsspælarin í
søguni við 84 landsdystum.
hevur hoyrt um kvinnur, sum hava
børn við donskum monnum, sum
eru í hesari knípuni, men ongantíð
um tvey føroysk foreldur.
Men ein dagin skrivaði ein ting
kvinna úr Suðuroynni um hesa
støðuna í miðlunum, og Siri gjørdi av
at seta seg í samband við hana.
– Eg havi síðani funnið útav, at tað
eru fleiri í somu støðu sum eg, sigur
Siri.
Tað er altíð hugaligt at vita, at
ein ikki er einsamallur í støðuni, tí
tess fleiri lagnur tað ávirkar, tess
størri møguleiki er fyri, at onkur
myndugleiki tekur málið upp.
– Eg havi tosað við politikarar,
sakførarar, rættarhjálpina, løgregl
una og hvat veit eg, men eingin
hevur eina loysn, sigur Siri.
Hon er tó vónrík um, at politik
ararnir fara at gera okkurt við hesa
støðuna.
– Eg havi eina vón um, at onkur
kemur mær til hjálpar. Og eg ætli
mær at stríðast fyri, at avvarðandi
myndugleikar taka hesa støðuna í
álvara, sigur Siri.
Alt Føroyar er á gosi, tá lands
liðið vinnur 2-1 á Grikkalandi
á Tórsvølli. Tað er leygarkvøld
og veðrið er av tí besta. Hallur
Hansson og Brandur H. Olsen
skorað málini í kanska størsta
dystinum á føroyskari jørð hjá
landsliðnum. Sigurin verður
varpaður kring allan heimin.
Hondbóltslandsliðið
kann eisini
Manslandsliðið
í
hondbólti
vinnur
Emerging
Nations
Championship
kappingina,
sum er í Kosovo. Føroyar vinna
millum annað størsta landsliðs
sigurin nakrantíð, tá teir vinna
61-9 á Armenia. Í sætta dyst
inum eftir sjey døgnum vinnur
føroyska landsliðið finaluna á
Letlandi 27-24. Sigurin kastar
eina millión krónur av sær til
HSF.
Frálík HM kapping
í Føroyum
Føroyar eru vertir fyri HM
kapping í estetiskum fimleiki.
Kappingin verður í høllini á
Hálsi, sum verður umbygt
til endamálið. Kappingin er
ótrúliga væl fyriskipað, og
fyrireikararnir fáa mangt rós.
Fimleikurin er á bergtakandi
høgum stigi, og tað sæst eis
ini aftur á plaseringini hjá
føroyskum liðnum, sum enda
millum tey aftastu.
Marathon met
Tórshavn Marathon setur met
við 80 útlendskum luttakarum
úr 18 ymiskum londum. Joe
Dale úr Onglandi vinnur hjá
monnunum, meðan Rigmor N.
Arge vinnur kvinnurenningina.
Manslandsliðið í flogbólti
tapur allar tríggjar dystirnar
í smálandakapping á Kýpros.
Mótstøðulondini eru Kýpros
Skotland og Luksemburg.
Føroya sterkasti maður
Bjarni Nielsen vinnur FM í Føroya sterkasti
maður, meðan Linda Oliversdóttir
og Rani Dahl-Olsen vinna fitness-
kappingina. Báðar kappingarnar eru
í høllini í Hoyvík. Hvørki Jákup Súni
Berg ella Bogi Hammer eru við í
sterkmanskappingini, sum Bjarni
vinnur trygt.
U21 landsliðið tapir
U21 landsliðið í fótbólti
tapur 1-0 fyri Aserbadjan
á Svangarkarði. Hetta
er fyrsti dysturin í hesi
EM undankappingini.
Aserbadjan er veik
asta liðið í bólkinum,
men føroyska liðið
megnar ikki at fáa
stig.
Hendingaríkur mánaði í føroyskum ítrótti, har fótbólts
landsliðssigurin á Grikkalandi á Tórsvølli helst er størsta
ítróttarbragdið, men eisini hondbóltslandsliðið ger um seg,
meðan Føroyar eru vertir fyri HM í estetiskum fimleiki
Føroyar vinna fyri
aðru ferð á grikkum
– Eg havi eina vón um, at
onkur kemur mær til hjálpar,
sigur Siri Hovsgarð
– Seinastu 6 árini kunnu vit staðfesta., at
fátækastu børnini í Føroyum hava ongan góðan
átt millum tey, sum rátt hava fyri borgum seinastu
árini.
Annlis bjarkhamar
leiðari í felagsskapinum Í menniskjum góður tokki, um
royndir í arbeiðnum
Ítróttur