týsdagur 29. desember 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
16
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
G! í góðum formi
G! Festivalurin í Gøtu lukkast væl. Nógv fólk
er á festivali, og tiltakið sum heild riggar væl.
Ummælarin hjá Sosialinum skrivar: – Eftir hendan
G! Festivalin tykist G! konseptið styrkt aftur, og
tað mann verða hugligt hjá fyrireikarunum, nú teir
taka upp og rudda av, at vita, at fólk gleða seg til
ein nýggjan festival um eitt ár.
Berjast bert í fyllskapi
So at siga hvørja ferð, løgreglan fær fráboðan um harðskap
ella húsaófrið, er rúsdrekka uppi í. Arbeiðsbólkur mælir
til at gera átøk fyri at steðga ótálmaðari drekking í
býarlívinum um vikuskiftini. Tað skal heilt einfalt gerast
truplari at drekka seg skítfullan í býnum.
Juli:
– Eingin maður skal upp á tekjuna
uttan trygdarlínu, og dettur onkur
niður, og yvirlivir, so skal eg per
sónliga drassa viðkomandi upp
aftur og tveita hann av aftur.
Tað var tað fyrsta Suni úr Hørg
segði, tá ið hann kom til arbeiðis
tann 28. mars í 2014. Sum arbeiðs
formaður fyri Búsetur var tað
hansara uppgáva at tryggja, at allir
menninir vóru tryggir og ikki tóku
nakran kjans. Á nærmast fløtu
tekjuni 9 metrar og 70 yvir jørðini
arbeiddu teir hendan morgunin.
15 minuttir eftir Suni hevði ávarað
um at nýta trygdarlínu, datt hann
sjálvur av tekjuni.
– Tað passar slett ikki sum tey
siga í Hollywood filmunum. Tú sær
ikki lívið frammanfyri tær, meðan
tú dettur. So hasi Hollywood fólkini
lúgva, sigur Suni við einum smíli, tá
ið hann skal seta orð á hendingina
fyri góðum ári síðani.
Teir vóru farnir upp á tekjuna
henda morgunin at hefta ein dúk
yvir eitt av holunum á tekjuni.
Allir vóru farnir í trygdarlínu uttan
Suni.
– Eg skuldi bara líka festa dúkin
áðrenn, sigur hann og ristur uppá
høvdið.
Síðani gjørdi hann tað, sum ein
ongantíð skal gera á einum slíkum
arbeiðsplássi. Hann gekk beint
fram – ávegis eftir trygdarlínuni –
meðan hann hugdi til síðuna. – Tað
er regla nummar eitt. Ongantíð
gakk eitt fet á einari tekju, uttan at
tú ert vísur í, at tað er trygt, sigur
Suni.
Brádliga var ikki longur fast
undir fótum, og hann misti balans
una. 9,70 metrar longri niðri var
hart betong gólv.
– Eg eigi ikki at vera livandi. Eg
plagi at skemta við, at eg eri hálvur
sumbingur, so tað má vera tí. Hevði
eg verið heilur sumbingur, so hevði
eg sikkurt brotið gólvið, sigur hann
og flennur so hjartaliga.
Vaknaði í Íslandi
15 dagar aftaná hendingina vakn
aði Suni í Íslandi. Eftir skurðvið
gerðirnar varð hann lagdur í koma,
og tað tók honum fimm dagar at
vakna aftur. Áðrenn hann vaknaði
fekk familja hansara at vita, at
trýstið í høvdinum var alt ov høgt,
og tí var líkt til, at hann fór at vera
ein sokallað »grøntsak«, tá ið hann
vaknaði aftur.
Fyrstu mánaðirnar sá Suni alt
hugsandi fyri sær, sum ikki var til
staðar í veruleikanum. Hann tordi
ikki at lýta á seg sjálvan, tí hann
visti ikki hvat var veruligt og ikki.
Somuleiðis var sjónin heilt
burtur fyrstu tíðina. Læknarnir
søgdu, at hann ongantíð fór at
síggja aftur. Men Suni var sjálvur
skjótt greiður um, at sjónin ikki
var heilt burturi. Framgongdin
hjá Suna var ógvuliga góð fyrstu
tveir mánaðirnar. Frá at læknarnir
mettu hann fór at vera ógvusliga
heilaskaddur og blindur restina av
lívinum, prógvaði hann í verki, at so
var ikki. Hallusinatiónirnar steðg
aðu og sjónin kom aftur í høgra
eyga – um enn bert sum tunnils
sjón.
Jaliga framgongdin steðgaði
áleið tveir mánaðir eftir óhappið.
Eftir hetta gjørdist sjónin ikki
betur, og hevur hetta staðið í stað
nú í gott eitt ár. Optimistisku
– Eg minnist sekundini áðrenn eg rakti
jørðina. Tað einasta eg hugsaði var: Ná
Suni, hatta var tað. Nú er slut. Soleiðis
sigur 32 ára gamli Suni úr Hørg, sum datt
yvir 9 metrar niður á eitt hart betonggólv
Datt 9,7
metrar niður
á betong
JUL
Løkke á fjalli
við Gjógv
Tað var ein søguligur dagur við Gjógv, tá
ið danski forsætisráðharrin var við á fjalli
í Sáttarenni. Løkke, sum tey kalla hann
har norðuri, hevur mangan verið og rikið
við teimum við Gjógv, men hetta er fyrstu
ferð hann er við sum forsætisráðharri.
Tað merktist, at hetta var nakað serligt,
tí vaktarhald var við rættina alla tíðina.
Dømdur
fyri dráp
Ein 35 ára gamal føroyingur er dømdur
at sita í fongsli í 12 ár fyri at hava dripið
konu sína. Tað var fyrst januar í ár, at
hann hann stakk konu sína so illa við
knívi, at hon doyði av løstinum. Tá ið
hann hevði stungið hana, ringdi hann
sjálvur til løgregluna og boðaði frá. Og
nú varð hann so dømdur at sita í 12 ár,
og hann tók við dóminum.
Johnny
sjúkrahús
stjóri
Johnny í Grótinum er settur í starvið sum
stjóri á Landssjúkrahúsinum. Johnny er
búskaparfrøðingurin og hevur starvast
innan eitt nú bankar. – Samskifti skal
á breddan, tí serliga á Landssjúkra
húsinum eru nógv fólk, sum eru klókari
enn eg innan júst hetta øki. Eg fari tí at
lurta eftir, hvat serfrøðingarnir siga og
og taka tað harfrá.
– Tað var ikki akkurát stílurin hjá Jesusi at vísa
sínum egnu út um bøgarðarnar. Tað hoyrir
tvørturímóti til tey gomlu, kristnu virðini at vera
góður við øll, eisini tey, sum kanska eru eitt sindur
øðrvísi enn ein sjálvur.
Theodor E. D. Olsen
prestur, í kjaki um samkynd
– Frá politiskari síðu verður lagt upp til, at
okkara eldru skulu vera heima sum longst. Men
samstundis verður skorið og skorið í heimarøktini,
sum er við til at gera tað møguligt at vera
búgvandi heima.
Ása Róin
granskari, um eldrapolitikkin
2015