Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 30. desember 2015 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Stjørnan setur høg mál Í hondbóltsverðini setur Stjørnan høg mál, tá Henrik Gerster verður settur sum venjari. KÍF fær danskan vennjara í Jonas Borch. Føroyski Jóhan á Plógv Hansen spælir á U21 landsliðnum hjá Danmark, sum er í kapping í Brasil. dreym­arnir hjá Suna, um at spæla fót­bólt og fara aftur til arbeiðis brustu, tá ið tað gekk upp fyri hon­ um, at hann fór at fáa varandi mein av fallinum. Fyri stuttum hevur hann verið á einari stovni í Danmark, sum veitir hjálp og ráðgeving til blind og sjón­ veik. Hetta hevur hjálpt honum ómeta­liga nógv, og nú er hann betri førur fyri at liva við niðursettari sjón. – Eg hevði livað í 31 ár áðrenn óhappið, men nógv av tí, sum eg hevði lært áðrenn, skal eg nú læra av nýggjum. Tað er vónleyst at liva á sama hátt sum áðrenn, tá tú ikki sært nakað serligt, sigur Suni. Blindastavurin er vorðin hansara nýggi besti vinur, tí uttan hendan er vónleyst at klára seg sjálvan. Stuttliga, lætta og jaliga lyndi hjá Suna úr Hørg er ivaleyst tað, sum eigur æruna av tí framgongd, sum hevur verið. Trúgvin uppá, at alt ber til, og at tað nokk skal ganga, er inspirer­andi og tankavekjandi. Føroyar enda samanlagt á fjórða plássi til oyggjaleikirnar á Jersey. Í mun til oyggja­leik­ irnar á Bermunda fyri tveim­ um árum síðani, so er talan um framgongd hvat heiðurs­ merkjum viðvíkur. Svimjingin er stóri munurin, tí hon vinnur 36 av 60 heiðursmerkjum, sum Føroyar vinna. Av øðrum, so vinna boga­ skjúttarnir fimm heiðursmerki, meðan skjóting vinnur okkum tvey gullheiðursmerki. Bad­ min­ton, súkkling og triath­lon vunnu eisini eitt gull­heiðurs­ merki í part. Kappróður Klaksvíkingur vinnur 10- manna­førini, meðan Argja­bát­ ur­in vinnur 8-mannaførini. Í 6-mannaførunum vinnur Tvøra­báturin, meðan Sílið vinn­ur 5-mannafør dreing­ ir. Hjá kvinn­unum vinn­ ur Jarn­bard­ur FM hjá 6-mann­før­unum, meðan Fir­vldur vunnur hjá 5-mannaførunum. Raka ikki málið Í Evropa gongur einki hjá før­ oysku fótbóltsfeløgunum. B36, HB, Víkingur og NSÍ tapa øll saman­lagt yvir tveir dystir í Evropa. B36 hevur kanska besta møgu­leikan móti TNS úr Wales, men B36 toppar ikki í juli. Víkingur rennur seg í Rosen­borg og tapur saman­ lagt, meðan Linfield aftur er í Føroyum á hesum sinni. Teir vinna samanlagt á NSÍ. HB tapur geitt fyri Trakai úr Litava. Fleiri flytingar eru í evstu løtu, tá flyt­ingar­ v i n d ­ eyg­að let­u­r aftur. HB fær spælarar sum Heina Vatnsdal og Rók av Fløtum Jespersen, KÍ fær út­lendsk­an styrk í Sani Tahir, Víking­ur fær Páll M. Joensen frá HB, meðan B36 fær sín fram­rætt­aða styrk í Philip Lund. U19 landsliðið skorar 184 mál U19 manslandsliðið í hondbólti blívur nummar 13 í altjóða kapping í Svøríki. Liðið skor­ar 184 mál í sjey dystum og lands­ liðs­venjarin, Birgir Hansen, heldur at Føroyar kunnu klárað seg eitt vet betri. Áki Egilsnes er føroyskur toppskjútti við 38 málum. Føroyar móti Ronaldo Lutakast er til HM 2018 undankappingina. Føroyar koma í bólk saman við Cristiano Ronaldo og Portugal. Hini londini í bólkinum eru Sveis, Ungarn, Lettland og Andorra. Torkil Veyhe í stórum stíli Torkil Veyhe vinnur Volvo Kring Føroyar í stórum stíli. Hann vinnur fýra av fimm teinum og er á odda allan vegin. Hann prógvar í kappingini, at hann er í serflokki eftir føroyska mátistokkinum. Føroyar blíva nummar samanlagt nummar fýra á oyggja­ leikinum á Jersey. Føroysku fótbóltsfeløgini raka ikki málið í Evropa, meðan Klaksvíkingur vinnur 10-mannafør Góð føroysk úrslit á oyggja­leikunum – Eg hevði livað í 31 ár áðrenn óhappið, men nógv av tí, sum eg hevði lært áðrenn, skal eg nú læra av nýggjum. Tað er vónleyst at liva á sama hátt sum áðrenn, tá tú ikki sært nakað serligt, sigur Suni úr Hørg – Niðurbrótingin av fjøltáttaða fólkaskúlanum heldur fram. Men hetta er vilji løgtingsins. Herálvur Jacobsen formaður í Føroya Lærarafelag Ítróttur