týsdagur 29. desember 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
18
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Óluva fest í Hesti
Kringvarpskvinnan Óluva Zachariasen hevur
fest kongsgarð í Hesti, har mamman seinastu
mongu árini hevur verið bóndi. – At taka
ábyrgdina av garðinum í Hesti fer neyvan
at broyta so nógv uppá mítt lív, tí eg havi
allatíðina verið ein partur av tí, sum er knýtt at
garðinum, sigur Óluva Zachariasen.
Ven stutt og hart
Magni Mohr hevur saman við øðrum granskarum úr
útheiminum kanna ymiskar venjingarhættir, og
niðurstøðan í granskingini er, at mest effektiva venjingin
er intens intervalvenjing – tað er, tá ið fólk venja hart
í styttri løtur við hvíld ímillum venjingarnar. Hesar
venjingarnar eru vanliga ikki serliga drúgvar afturímóti
øðrum venjingum.
August:
Leygardagurin 15. august fer seint
í gloymibókina hjá einari familju í
Sandavági.
Hendan dagin er 14 ára gamli
drongurin Karl Mouritsen farin við
U16 liðnum hjá 07 Vestur til Klaks
víkar at spæla dyst.
Eitt lítið korter inni í seinna
hálvleiki fær 07 Vestur innkast á
egnari hálvu í høgru síðu. Karl fer
út at taka innkastið. Hann bukkar
seg niður eftir bóltinum og smellur
um.
Tað tekur eina løtu, áðrenn
álvarin í støðuni gerst greiður fyri
teimum, sum eru við vøllin í Klaks
vík.
Joan Hovgaard er liðleiðari hjá
07 Vestur, og stendur á síðulinjuni
í Klaksvík henda dagin. Hon rennur
stillisliga yvir móti, har Karl liggur
á síðulinjuni. Hon heldur fyrst,
at tað kanska er eitt beinbrot ella
okkurt líknandi, ið er áfatt. Men tá
hon kemur yvir til hansara, er tað
ein munandi álvarsligari støða, enn
hon fyrst gav sær far um.
– Tá eg komi yvir, liggur hann
á liðini. Hann hevur krampar um
allan kroppin. Eg leggi merki til at
hann er bleikur, hevur bláar varrar
og at pupillurnar eru útspílaðar. Og
so merki eg at hann hevur ongan
puls, sigur Joan Hovgaard.
Níggju lívbjargandi minuttir
Tað, ið síðani hendur, er stóra
bragdið í øllum hesum. Joan
Hovgaard er útbúgvin lærari og
hevur gjøgnum sítt starv verið á
fyrstuhjálparskeiði, har hon hevur
lært lívbjargandi fyrstuhjálp. Hon
merkir eftir á Karli, at ongin pulsur
er, og byrjar tí at geva fyrstuhjálp.
Onnur fólk streyma eisini til.
Onkur loypir yvir í Svimjihøllina í
Klaksvík eftir einum hjartastartara.
Joan hyggur upp og leggur eisini til
merkis, at ein dama í svimjidrakt,
bert við einum handklæði rundan
um seg kemur við yvir á vøllin.
Henda
daman
er
sum
skilst
portørur, og hevur sæð at okkurt
er áfatt. Eisini ein lívbjargari úr
svimjihøllini er komin við.
– Men tá vit skulu nýta
hjartastartaran eru elektrodurnar
útgingnar. So vit mugu halda
áfram við at geva hjartamassagu
og kunstigan andadrátt, greiðir
Joan frá.
Tað er fysiskt krevjandi at geva
lívbjargandi fyrstuhjálp, so tey
eru trý fólk, ið arbeiða upp á Karl,
meðan hann liggur á vøllinum. Hini
bæði eru Laila Jacobsen úr Miðvági
og Eyðstein Poulsen úr Klaksvík.
– Vit fáa lív í hann einaferð, altso
puls, og leggja hann á liðina. Men
so fær hann aftur hjartasteðg, og
so mugu vit halda áfram at geva
fyrstu hjálp, vísir Joan á.
At enda kemur sjúkrabilur á
staðið, og portørarnir taka yvir. Tá
sjúkrabilurin fer av staðnum við
Karli eru akkurát níggju minuttir
farnir.
»Gullmedalja«
Hetta hendi alt leygardag. Mána
morgun vóru Karl og foreldrini
send til Danmarkar á Ríkissjúkra
húsið. Her hava læknar kannað
Karl, til tess at finna útav, hví hjart
að steðgaði. Teir hava útilokað allar
teir verstu og álvarsomu møguleik
arnar. Mikudagin varð Karl lagdur
undir skurð, har hann fekk ein ICD,
ella pacemakeara, innopereraðan,
sum forðar hjartanum at steðga
aftur.
Men tað stendur rimmarfast,
at skjóta fyrstuhjálpin á staðnum
Í tíggju minuttir sveimaði Karl Mouritsen
millum lív og deyða á fótbóltsvøllinum í
Klaksvík, eftir at hann var smallin um í dysti
Sveimaði
millum lív
og deyða
AUG
Sigraði
í sirmi
Heimskendi svenski poppbólkurin
Roxette var høvuðsnavn á Summar
Festivalinum, og hóast songkvinnan í
bólkinum mátti sita á stóli undir kon
sertinir, var talan um frálíka konsert:
– Roxette uttan roks. Roxette, ið kom, sá
og sigraði í sirminum við einum stúgvandi
fullum Vágsbøi, har øll sungu við, skrivar
ummælarin hjá Sosialinum.
Rýma til
Noregs
Nógvir føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
rýma úr Føroyum og fara uttanlands at
arbeiða. Og talið veksur skjótt – heilt
skjótt. Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna
í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar, sum stúrir fyri gongdini. Hon sigur,
at hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at
arbeiðsumstøðurnar hjá sjúkrarøktar
frøðingum í Føroyum verða meiri og meiri
ótolandi.
Ráð fyllir
30 ár
Útnorðurráðið, sum Føroyar, Ísland og
Grønland hava í felag, hevur ársfund í
Føroyum, og har verður 30 ára stovn
ingardagurin hjá ráðnum feiraður.
Millum gestirnar á fundinum er íslendski
forsætisráðharrin, Ólafur Ragnar
Grímsson.
– Føroyingurin í dag er nærum ósjónligur í
føroyskum bókmentum. Í staðin finnur tú hill
eftir hill við nýskrivaðum bókum um burtur gingin
skip, og fisk sum bæði er fiskaður og etin fyri
áratíggjum síðani.
Silvia Henriksdóttir
rithøvundur
– Eg havi eisini altíð trúð upp á meg sjálva og ikki
ivast eina løtu í, at eg kann klára alt tað, sum
mannfólk klára, so hetta er bara nakað eg havi
havt í mær
Ingeborg Winther
fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelagi
2015