týsdagur 29. desember 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
22
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Hvíta løriftið loypir á
– Tað ringasta, eg kann uppliva, er eitt hvítt lørift.
Tað er ræðuligt og loypur á meg. Onkuntíð virkar
tað næstan, sum tað skríggjar eftir mær fyri at
gera okkurt, sigur listamaðurin Amariel Norðoy,
sum verður sjeyti ár. Hann er framvegis sera virkin
sum listamaður og spruttar við kreativiteti og
arbeiðsorku.
Avlop áðrenn tunlar
Eyðfinn Reyðberg, siviløkonomur, mælir í Tíðargrein til at
prioritera politikkin rætt: – Tað setur Føroya land í stóran
vanda at gera undirsjóvartunlarnar júst nú. Neyðugt er at
steðga á, fyrst fáa avlop á landsins fíggjarlóg, og síðan
megna at fíggja hesar tunlar uttan lántøku, tí landskassin
skyldar longu nú nóg mikið, sigur hann.
Oktober:
– Illgrunin um, at okkurt var galið,
kom so spakiliga.
Soleiðis minnist Sølva Patursson
í Kirkjubø tað, tá ið maður hennara,
Páll Patursson, bóndi í Kirkjubø,
fekk sníkjandi, men ólekjandi
sjúku.
Eftir fleiri kanningarumfør, varð
í 2002 staðfest, at Páll hevði óleki
liga sjúku, og tey fáa at vita, stutt og
greitt: Du har to alvorlige, fremad
skridende sygdomme, og der er
ingen form for behandling, og du
må ikke køre bil.
Tær báðar sjúkurnar hann hevði
fingið, vóru eitt sera sjáldsamt slag
av demensi, Semantisk demens,
sum rakar einar 10 danir um árið.
Eitt prosent av teimum fáa eisini
ALS, amyotrofisk lateral sclerosu,
sum er eitt sjóttgangandi slag av
sclerosu, og ta sjúkuna hevði Páll
eisini fingið.
– Tá ið vit spurdu læknarnar,
hvussu langa tíð vit høvdu, kundu
teir sjálvandi ikki siga nakað við
vissu. Men tað mest vanliga var, at
sjúklingarnir livdu frá átta mán
aðum til tvey og eitt hálvt ár.
Gráta og syrgja
Støðan hjá Páll versnaði skjótt,
longu í mai fekk hann trupulleikar
at tosa, og svølgja, men hann
royndi framhaldandi at arbeiða.
– Koyrikortið varð avleverað í
juli. Hann gavst eisini við at vera
deknur. Alt hetta var sum at vera
til jarðaferð hvørja ferð, so sorgin
var stór hetta árið, minnist Sølvá.
Tann 25. mars í 2004 fekk Páll
frið, hann fór, friðarliga og stillis
liga, heima hjá sær sjálvum, og vit
vóru næstan øll har.
Páll var akkurát fyltur 60, tá ið
hann doyði, og nú var Sølvá einkja,
eisini 60 ára gomul.
– Ymiskt er hvussu ein fótar
sær, men tað er neyðugt. Eg havi
onga uppskrift, men hjá mær gekk
summarið við at vera ferðaleiðari
í Kirkjubø, og at greiða frá forn
minnunum har. Eg gekk nógvar
túrar, eisini í haganum, og leitaði
eftir grav steini til grøvina hjá Pálli.
– Eg las nógv, tað eru nógvar
góðar bøkur um hvussu ein fótar
sær aftur, eisini á internetinum. Eg
fór til konsertir, sjónleikir og vitjaði
fólk. Ein má royna at vera upptikin
av onkrum, ikki isolera seg. Vera
positiv og royna at liva við teim
livandi, meðan man livir, staðfestir
hon.
– Ein skal eisini syrgja, gráta og
minnast, og tosa um alt tað góða
lívið man hevur havt, og vera takk
samur fyri tað. Eg havi altíð havt
lætt við at tosa og gráta, eisini um
hesa tíðina. Tað eru tað ikki øll sum
kunnu, men tað má vera verri.
Familja og vinir
Á heysti í 2004 fór hon eisini at taka
vaktir sum tímanslønt sjúkrasystir
av og á. Tað var ein vinkona, sum
skumpaði hana ígongd við tí.
– Hettar gjørdi eg í sjey ár, til
í 2011 tá ið eg bleiv 68. Eg hevði
fingið fleiri ommubørn, so helt eg,
at tað var meira umráðandi, at vera
nakað fyri tey, og fyri synirnar og
Tá ið tú missur, skalt tú eisini syrgja,
gráta og minnast – og tosa um tað góða
lívið, tú hevur havt, sigur Sølvá Patursson
í Kirkjubø, sum misti mannin í góðum
árum eftir herviliga sjúkralegu, har tey
alla tíðina vistu, hvønn veg tað bar
Neyðugt
at gráta
og syrgja
OKT
Kvinnur
hava
sjálvsálit
Fyrsti kvinnuligi forseti í heiminum,
Vígdis Fonnbogadóttir, vitjar í Føroyum
og sigur í samrøðu við Sosialin, at
dagsins kvinnur hava sjálvsálit, og tær
vita, at tær eru akkurát líka klókar
og dugnaligar sum menn. – Tað sigur
seg sjálvt, at helmingurin av heimsins
íbúgvum eisini má verða umboðaður har,
sum valdið liggur. Uttan kvinnur fáa vit
eitt sera fátækt samfelag, sigur Vígdis.
Samlegu
við hundar
Ein 76 ára gamal maður var í Føroya
Rætti dømdur fyri blygnaðarskemd í
tveimum førum, tí fólk høvdu sæð hann
hava samlegu við hundar. Tað er vert
at leggja til merkis, at maðurin ikki
var dømdur fyri at hava gjørt seg inn á
djórini, men fyri at fólk høvdu sæð hann
gera tað.
Tikin fyri
barnaporno
Ein maður í sekstiárunum verður
ákærdur í tí, sum allarhelst er størsta
barnapornomál í Føroyum nakrantíð.
Maðurin er ákærdur eftir grein 235 í
revsilógini, sum umtalar tað, at hava
barnaporno í varðveitslu, umframt
útbreiðslu av barnaporno. Í tíggju ár
hevur maðurin tikið barnapornografiskar
myndir og filmar niður av alnetinum.
Sambært ákæruni er talan um tilsamans
yvir 6.400 myndir og 14.500 filmar.
– Tað er torført at basa happing. Men tað eru tey
vaksnu, ið hava ábyrgdina av at gera nakað við
happingina. Tað er ongantíð barnið sjálvt, ið skal
taka ábyrgdina av tí.
Djóni Eidesgaard
aðalskrivari í Barnabata
– Eg misti pippið, tá flatskatturin
varð samtyktur, og fekk ongantíð
hugin aftur. Eg vildi ikki stilla
upp og so slett ikki inn aftur í
tingið.
Jóna Mortensen
sum einans fekk 27 atkvøður á seinasta løgtingsvali
2015