Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 30. desember 2015 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Ársins spælari í Stjarnuni Gunnar Nielsen verður kosin til ársins spælara í íslendska felagnum Stjarnuni. Bæði spælararnir og viðhaldsfólkini halda, at føroyski málverjin hevur verið besti spælarin í felagnum, sum tó ikki klára at liva upp til meistaraheitið árið fyri. verdøturnar, so leingi ein orkar – og so leingi tey skoyta um meg. Hon hjálpir framvegis til á garð­ inum í Kirkjubø, og á Hoyvíksgarði, har yngsti sonurin er bóndi. – Eg havi altíð havt góð fólk rundan um meg, nógvar góðar vinir, kenningar og familju. Og eg eri so heppin at hava synirnar, verdøturnar og 10 ommubørn her. Øll búgva í Føroyum, tað eri eg ómetaliga glað fyri tí tað eru ikki unt øllum, sigur Sølvá. – Tað ber ikki til at fella í fátt, men onkrar løtur eru tungar. Men ein má taka seg saman, og ikki blíva ein plága fyri síni nærmastu. – Man má berjast ímóti við vón um at tað verður betri – og tað verður betri, og eg kann bara siga sum Steinbjørn B. Jacobsen, sáli: Heldur vil eg missa teg enn ongantíð at hava hitt teg. Lukasz Cieslewicz og Heidi Sevdal verða kosin til ársins spæl­arar, tá Ársins spælara til­takið hjá Miðlahúsinum er í Perluni. B36 er stóri vinnarin hjá monn­um. Tórður Thomsen er ársins málverji, Odmar Færø er ársins verjuspælari, Lukasz Cieslewicz er ársins miðvallari og Eyðun Klakstein er ársins venjari. Effo-deildin kemur at enda. FC Suðuroy stendur eftir við niðurflytingarplássinum sam­ an við greiða botnliðnum EB/ Streymi. Størsti spenn­ing­urin er um tað verður HB ella KÍ, sum fær fjórða plássið og har­ við hálva aðru millión krónur. Tað verður HB, men KÍ hevði fleiri møguleikar at yvir­hálva høvðusstaðarfelagið. KÍ tekur tó ikki av. HB setir eftir­fylgj­ andi Jan Dam sum høvðus­ venjara. Einki stig til landsliðið Føroyska fótbóltslandsliðið verður snýtt í Budapest móti Ungarn. Stutt fyri tíð verður Kaj Leo í Bartalsstovu feldur í brots­teiginum, men óskiljandi velur dómarin ikki at bríksla. Tá er støðan 1-1. Tað endar við, at Ungarn skorar til 2-1. Undan dystinum boðar Christian L. Holst frá, at hann gevst á landsliðnum, eftir hesa undan­kappingina. Næstan túsund tóm setur á Tórsvølli, sum annars var út­seldur, setur sín dám á, tá Føroyar tapur 3-0 fyri Rumenia. Fróði Benjaminsen og Christian L. Holst takka fyri seg. Fróði spæl­ur ikki vegna skaða. 23 ára gamal hjálparvenjari Tað kemur púra óvart á 23 ára gamla Agnar Frederiksen, tá KÍ bjóðar honum sessin sum hjálparvenjari á besta liðnum. Hann ásannar at aldurin kann blíva ein avbjóðing, men hann ræðist ikki uppgávuna. U21 vinnur í Bulgaria U21 manslandsliðið í hondbólti vinnur IHF Trophy kappingina í Bulgaria. Føroyska liðið er í serflokki og vinnur allar fýra dystirnar í kappingini. Pætur Thomsen (H71), Rói Berg Hansen (Neistin) og Áki Egilsnes(VÍF) verða valdir sum teir bestu á sínum plássi. Áki verður eisini valdur sum virðis­miklasti spælarin í kappingini. Lukasz Cielsewicz úr B36 og Heidi Sevdal úr HB verða vald til ársins spælarar. FC Suðuroy flytur niður saman við EB/Streymi. Fróði Benjaminsen og Christian L. Holst gevast á landsliðnum Lukasz og Heidi eru best – Tað ber ikki til at fella í fátt, men onkrar løtur eru tungar. Men ein má taka seg saman, og ikki blíva ein plága fyri síni nærmastu, sigur Sólva Patursson – Hvør tímir at lata eitt lítið oyra fyri at fáa fatur á avroðum, um tey kunnu fáa tað ókeypis frá onkrum øðrum, ið hevur ov nógv? Jóhan Jógvansson bóndi Ítróttur