týsdagur 29. desember 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
24
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Liva sum vant hóast ótta
– Hóast ótti sjálvandi merkir Paris og Frakland
í hesum døgum, so eru fraklendingar sera
tilvitaðir um at varðveita sítt frælsi, og sjálvi
seta dagsskránna í egnum landi, sigur Hanna
Jensen, franski konsulin í Føroyum, eftir
at blóðugar yvirgangsatsóknir í París
kostaðu 130 fólkum lívið.
Grundlóg kann greiða støðuna
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, kennir seg
sannførdan um, at fáa føroyingar spurningin um grundlóg
ella eina nýggja stjórnarskipan avgreiddan við einari
fólkaatkvøðu, so verður politiska landslagið greiðari.
- Tá kann vónandi meira orka leggjast í at reka ein meira
siðbundnan og hugjsónarligan greiðan politikk, sigur
hann.
November:
– Fólk rundan um meg eru ógvuliga
fitt og tað mesta eg upplivi eru rós
andi orð um, hvussu flott tað er, at
eg tori at standa við mítt.
Tað sigur Annika Schandorffs
dóttir Vang, sum starvast sum
ambulansastarvsfólk
á
Lands
sjúkrahúsinum.
Fyri góðum sjey árum síðani
hittist hon og dama hennara
umvegis internetið. Daman las tá
í Danmark, og tá hon kom aftur
til Føroya nakrar mánaðir seinni,
gjørdist tær báðar par.
– Eg havi ongantíð skammast
av mínum seksualiteti. Eg kom úr
skápinum sum 19 ára gomul, og
hvíli í mær sjálvari hvønn dag, sigur
Annika.
Annika hevur verið aktivt í
LGBT, og hevur verið nevndarlimur
í felagsskapinum fyri samkynd, tví
kynd og transpersónar í Føroyum.
Hóast tey mestu orðini á vegnum
eru av tí rósandi slagnum, so hava
verið løtur, har Annika hevur kent
seg hótta eftir lívinum.
Ágangur
Munnligur ágangur í býnum hevur
eisini verið ein partur av lívinum
hjá Anniku.
– Tú sleppur ikki undan við
merkingum, helst tá tú fert í býin,
og hevur traðkað fram alment.
Onkutíð fært tú eina skolu, og
onkuntíð vilja fólk kjakast um
hjúnabandslógina, sigur Annika.
Og júst hon, hjúnabandslógin, er
á mangan hátt avgerandi fyri fram
tíð ina hjá Anniku og damuni.
– Fyri at vera heilt erlig, so hong
ur handan hjúnabandslógin mær
langt út av hálsinum, sigur Annika,
og ivaleyst eru tey mong, sum
kenna tað á sama hátt sum hon.
– Í mínum hugaheimi eru stór
mál í Føroyum, sum hava nógv
størri tørv á stórari viðgerð og
nógvum hugsanum frá tinglim
unum. Hetta átti bara at verið ein
avgreiðsluspurningur, og so kundu
tey farið undir at hjálpt fátøkum
børnum, sjúkrahúsverkinum og
heilsuverkinum til dømis, sigur
Annika.
Hon og daman eru farnar undir
at umbyggja hús, so tíðin fer við
tí. Men eins og onnur samkynd í
Føroyum, so vónar Annika, at lógin
nú umsíðir verður samtykt.
– Vit báðar vilja so fegnar ganga
saman í hjúnaband, men vit vilja
ikki fara út um Føroyar at gera tað.
Eg gleði meg til, at vit kunnu bjóða
okkara nærmastu inn til borgarliga
vígslu í Føroyum, sigur Annika.
Spurningurin er so, um tær fara
báðar í brúðarkjóla.
– Tað er ein góður spurningur,
sigur Annika flennandi. Eg eri ikki
ein kjólapersónur, so eg má finna
okkurt annað at fara í. Men eg giti
daman verður í hvítum kjóla, sigur
Annika.
Júst hvussu brúdleypið skal
– Vit vilja so fegnar ganga saman í hjúna
band, og vit hava fyri langari tíð síðani
avgjørt, at vit vilja giftast í Føroyum.
Um broyting í hjúnabandslógini verður
samtykt í Løgtinginum, so giftast
vit beinanvegin, sigur 26 ára gamla
Annika Schandorffsdóttir Vang
Gleðir seg
til at giftast
kvinnu
NOV
Vilja hava
eitt kyn
– Vit eru á veg ímóti ein um samfelag,
har markið ímillum menn og kvinnur
verður viskað burtur og har hugtakið
fyri, hvat er ein vanlig kvinna, og ein
vanligur maður, hvørvur. Tað segði Jenis
av Rana, formaður í Miðflokkinum á
landsfundinum hjá flokkinum. Hann
segði, at Miðflokkurin fer at virka ímóti
hesum ráki.
Bogi stjóri
Nú er endaliga avgjørt, at Bogi Petursson
Nielsen skal stjórna Faroe Ship, eftir at
Jóhanna á Bergi 1. september tók við
starvinum sum stjóri í Atlantsflog. Hann
hevur røkt stjóra starvið, síðani Jóhanna
á Bergi fór úr starvinum. Bogi Petursson
Nielsen er 40 ára gamal og hevur
starvast hjá Faroe Ship síðani 2007
Biða um øki
til flogoyggj
Jóannes Petersen, arkitektur, var ein av
lyklapersónunum í arbeiðsbólki, ið hevur
gjørt uppskot um nýggja flogoyggj í
Tangafirði. – Vit hava gingið stillisliga um
hurðarnar, men nú fara vit ígongd aftur
av álvara, sigur hann. Eitt tað fyrsta, sum
skal gerast, er at fáa økið til flogoyggina
til vega, og tað skal gerast við umsókn til
landsstýrið.
– Eg skilji væl, at føroyskir
pensjónistar flýggja til
Danmarkar, tí tað er ósømiligt,
at heili 20 prosent av føroyskum
pensjónstum liva í fátækadømi.
Arne Thorsteinsson
formaður í Landsfelag Pensjónista, á eldraráðstevnu
– Faktisk eri eg rættuliga skelkaður av hesum her.
Fiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið bulurin
í virkseminum hjá JFK.
Hanus Hansen
reiðari, um ætlanin at selja part av kvotuni í
Barentshavinum á uppboðssølu
2015