Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 30. desember 2015 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Peter Krogh einaráðandi Peter Krogh er nýggja stóra navnið í føroyskum hondbólti. Hann er einaráðandi á vøllinum fyri H71, sum vinnur allar sínar dystir í landskappingini. Tað er ongin, sum klárar at gera nakað sum helst við hoyvíkingar. vera, er enn til samráðingar heima hjá Anniku og teimum. Men givið er, at tær báðar gleðast um, at tað nú sær út til, at tær sleppa at giftast her í Føroyum í komandi ári. – Hetta hevur týdning fyri meg persónliga, tí eg vil fegin giftast. Men hetta er størri enn so. Hetta hevur týdning fyri kom­andi ættar­liðið av samkyndum føroy­ing­um. Hendan broytingin í lógini ger, at samkyndir føroyingar kenna seg vælkomnin og viðurkend í fram­tíðini. Og hvat kundi verið meira natúr­ligt enn tað, sigur Annika Schandorffs­dóttir Vang. Súni Olsen skiftir til KÍ. Skiftið kemur nakað óvart á, tí Súni Olsen hevur slitið sínar barna­ skógv­ar í Sarpugerði. Súni Olsen sigur í samrøðu við Sosialin, at KÍ vísur honum størri áhuga enn Víkingi. Forsetin í fótbólts­sam­ band­inum sigur í samrøðu við Sosialin, at hann stuðlar upp­ rudd­ing í FIFA, sum er altjóða fót­bólts­samgongan. FSF stuðl­ aði Michel Platini, men tann stuðulin er nú tikin aftur. Mest sann­líkur at fáa føroysku at­ kvøð­una í fyrsta umfari er Gianni Infantino, aðalskrivari í UEFA. U21 landsliðið er styrkt, tá teir fara til Russlands. Sonni Ragnar Nattestad, Brandur Hendriks­son Olsen og Ári M. Jónsson eru allir við. Tað ger stóran mun, tí liðið er nú kapp­ ingar­ført móti hinum. Vit tapa 2-0, men tað var minni munurin á liðnum. Hondbóltur Áki Egilsnes úr VÍF er í Íslandi og royndarvenur við ÍBV. Partar­nir eru í samráðinum. Í sam­røðu við Sosialin sigur Áki, at hann ætlar at spæla á føroyska landsliðnum, men sigur sam­stundis, at hann væl skilur Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur valt at royna seg á danska landsliðnum. Serbiski málverjin hjá Kyndli, Mladen Mjerimacka, boðar frá, at hann gevst í felag­ num. Hann er ikki nøgdur við ar­beiðis­umstøðurnar har hann er, og ynskir ikki at halda fram. Kurvabóltur Søguligur dystur er, tá Ravnur og Hamar spæla fyrsta dystin í landskappingini í kurvabólti. Ravnur og Sporðdrekin eru nýggj kurvabóltsfeløg í Føroy­ um, og tí ber nú til at hava ein landskapping við trimum lið­um. Ravnur vinnur fyrsta dystin 63-35. Greinar Greinarøð í ÍtróttarSosialinum setur fokus á vantandi ítróttar­ umstøður hjá ítróttargreinum sum borðtennis, judo og boga­ skjóting. Nú vaknar Tórs­ havnar kommuna og lovar 50 milliónir krónur til ítróttar­ anlegg. Pál vinnur bronsu í Dubai Pál Joensen vinnur bronsu á World Cup stevnu, tá tríggir føroyskir svimjarar luttaka í Doha og Dubai. Føroysku svimjararnir eru í tungari venjing og tað sæst aftur á úrslitinum, verður sagt. U19 dreingirnir standa seg illa Føroyska U19 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti standa seg illa í EM undankapping, tá vit enda aftanfyri Andorra í okkara bólki. Vit spæla javnt móti Andorra og tapa fyri Sveis og Rumenia. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri landskapping í kurvabólti, tá Ravur og Sporðdrekin síggja dagsins ljóð, saman við aldursforsetanum Hamar Kurvabóltur skrivar søgu í Føroyum – Eg havi ongantíð skammast av mínum seksualiteti. Eg kom úr skápinum sum 19 ára gomul, og hvíli í mær sjálvari hvønn dag, sigur Annika, sigur Annika Schandorffsdóttir Vang – Tað er vandamikið, tá fólk foreinkla verðina og skapa ein veruleika, sum einki hevur við vit og skil at gera. Tá fólk siga, at tey hava tosað við Jesus og billa børnum inn, at tey skulu gera tað sama. William Smith rithøvundur, sum hevur skrivað skaldsøgu um uppvøksturin í Vági Ítróttur