Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 26 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Uppskot um ársins virki Høgni Djurhuus skrivar klummur í Vikuskiftis Sosialinum, og í klummu stutt fyri jól hevði hann hetta uppskot: »Næstu ferð, vinnan velur ársins vinnuvirki, eiga tey at kjósa eitt byggivirki, sum dugur at raka høvdið á seyminum so væl, at arbeiðið er liðugt, tá tað eigur at vera liðugt, og kostar tað, sum tað átti at kosta, tá sáttmálin varð undirskrivaður, uttan at neyðugt er at gera tað mesta umaftur.« Grindalógin kostar størv Tað fer at kosta 25 ársverk í høvuðsstaðnum næsta ár, at munandi færri ferðamannaskip vitja Havnina. Hildið verður, at fráboðanarskyldan í grindalógini er ein týðandi orsøk til, at ferðafólktalið helst fer at minka við 18.000 fólkum næsta ár. Desember: Landsstýrið hevur í sam­gongu­ skjal­inum staðfest, at lóg um so­ nevnda »stalking« skal leggjast fyrsti løgtingið, og tað eru tey, ið eftirlýsa hesa lóg, tí tey hava havt óhugnaligar upplivingar av eltarum. 21 ára gamla Vár Naomi Dimon úr Vági er ein teirra, sum hevur upp­livað at verið elt av manni um­ vegis sosialu miðlarnar. Tað byrjaði í november mánaði í 2013. Ein Facebook brúkari við dul­ navn inum John Fartown byrjaði at skrivað til Vár. Hann skrivaði á enskum til Vár, og beinanvegin var tónin nakað óhóskandi. Vár skrivaði ikki aftur til viðkomandi, men tá hon fekk varuga av, at við­ kom­andi í veruleikanum var føroy­ ingur, so byrjaði hon at skriva aftur. – Eg vildi vita um hann var føroy­ingur, og tá hann spurdi meg, um eg kundi senda honum myndir av mær, so svaraði eg aftur á føroyskum, og tá avdúkaði hann, at hann í veruleikanum var føroy­ ingur, sigur Vár. Samskiftið gjørdist alsamt meira ógvusligt, og skjótt byrjaði John at senda Vár myndir av sínum kynslutum. – Hann prentaði myndir út av mær, sum hann hevði funnið á Facebook, og síðani nart hann við seg sjálvan, tók myndir og sendi til mín, greiðir Vár frá. Maðurin nýtti altso myndir av Vár til at fleyga sær við, og sendi síðani myndir av seksuellu hend­ ing­ini til Vár. – Tað var sera óbehagiligt og ólekkurt, og eg gjørdist rættiliga ótrygg, tá hann bleiv við at senda til mín, sigur Vár. Meldaði til løgregluna Ágangurin vaks, og Vár gjørdist meira og meira ótrygg. Hon búði tá heima hjá foreldrunum í Vági, so heima við hús var hon ikki bangin. Men til arbeiðis sum barrvørður á Hotel Bakkanum, ella tá hon sjálv var í býnum, ja, so hugsaði hon um hend­an John og hvør hann mundi vera. – Eg hugsaði um tað hvønn einasta dag, og fór at hava illgruna til allar menn, sum hugdu at mær, sigur Vár. »Man tað vera hasin? Ella hasin? Hann hyggur so løgið eftir mær, tað er sikkurt hann«. Tankarnir um hvør eltarin mundi vera fyltu nógv, tí óttin fyri, hvat næsta stigið fór at vera, var til staðar hvønn einasta dag. Men Vár var ikki tann einasta. Eini 56 aðrar gentur úr Vági vóru eisini offur fyri áganginum hjá hesum eltara. At enda slóu tær seg saman og fóru á løgreglustøðina. – Vit høvdu prentað alt samskifti við hendan mannin út, og vístu tað fyri løgregluni. Men har var einki at gera, sigur Vár. Løgreglan segði, at slíkt kann sporast, um rætturin gevur heimild til tess, men sannlíkindini vóru lítil fyri, at tað fór at henda. Men kvinnurnar nýttu løgregluna sum jarnbrot fyri at fáa mannin at steðga. – Vit høvdu skrivað til hansara fleiri ferðir, at hann skuldi steðga, men einki hjálpti. Løgreglan segði okkum, at vit máttu ikki blokerað hann á Facebook, tí so kundi tað fáa ávirkan fyri um løgreglan fann mannin. So vit vóru noyddar at taka ímóti hesum boðunum, sigur Vár. Hóast mong boð um at steðga, so var tað ikki fyrr enn hóttanirnar um uppíleggjan frá løgregluni komu, at maðurin helt upp at. – Tá vit søgdu við hann, at vit høvdu vent okkum til løgregluna, so steðgaði hann beinanvegin og slettaði sín brúkara, sigur Vár. Tað síðsta Vár frætti um John er, at hann var farin at skriva líknandi boð til 1415 ára gamlar gentur í Vági. – Eg haldi tað vera óskiljandi, at løgreglan ikki hevur heimild til at steðga slíkum, og finna útav hvør tað er. Hví er tað í lagi ella ikki mett sum álvarsamt, at senda slíkt til kvinnur, spyr Vár. – Í tríggjar mánaðir sendi hann mær myndir av sínum kynsluti móti myndum av mær, sum hann hevði funnið á netinum. Løgreglan kundi einki gera, sigur Vár Naomi Dimon úr Vági Eg var bangin fyri honum DES Hepni í óhappi Tað var heppið, at størri skaði ikki stóðst av hendingini, tá byggipallurin við Hotel Hafnia datt út frá og hoknaði í illveðri. Arbeiðsformaðurin hjá byggifelagnum Articon sigur, at byggipallurin fekk nakað av skaða, men hotellið fekk ongan skaða, og eingin mansskaði var. Varðin byggir út Varðin Pelagic fer nú at byggja svartkjaftavirki á Tvøroyri. Hesum boðaði Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic frá á ársveitsluni hjá fyritøkuni. Talan er um at byggja eitt nýtt svartkjaftavirki, sum skal víðarivirka svartkjaft. Íløgan er uppá millum 60 og 70 milliónir krónur, og á nýggja virkinum verða 70 arbeiðspláss. Stúra fyri pensiónin Pensjónistarnir stúra, nú landsstýrið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at minka grundupphæddina í almennu pensjónini, samstundis sum ætlanin er at hækka útgjaldið frá Samhaldsfasta. – Tíverri duga teir ungu, bráðræsnu politikararnir, sum nú leggjast eftir fólka pensjónini, ikki at fata, hvussu stóran týdning, hon hevur, sigur Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónista. – Tað er einki pínligt í at vera fátækur. Eg skilji ikki, hví tað skal dyljast sum mansmorð, tí høvdu fólk sagt sum var, so vænti eg, tey høvdu fingið betri forstáilsi rundan um tey. Elisabeth Thomsen um fátækadømi – Einaferð ætlaði eg at gerast flogskipari. Men so varnaðist eg, at eg fleyg nógv hægri uttan sertifikat. Tróndur Djurhuus svararí spurnartátti í Sosialinum 2015