Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 30. desember 2015 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Áki ikki til Íslands Áki Egilsnes og íslendska ÍBV koma ikki ásamt um eitt samstarv. Áki ynskir at gera skúlan lidnan, áðrenn hann fer at royna seg uttanlands. ÍBV bjóðar heldur ikki tað, sum teir upprunaliga søgdu at teir vildu. Tí verður avtalan av ongum á hesum sinni. B36 og HB eru í pengaósemju um Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur skift frá AB til B36. HB og AB hava gjørt ein átekning í sáttmálan, har tað stendur at spæli­loyvið fellur aftur til HB, tá Jógvan gevst í AB. Tí heldur HB, at teir eiga upp­alingspengar fyri Jógvan, tá hann skiftir til B36, tí HB nú missur ræðisrættin á áleyp­ arnum. FSF meldar fyrst út, at sáttmálin og átekningin eru galdandi, men tá B36 kærir av­gerðina kemur vend í. Tað vísur seg nú, at átekningin ikki er galdandi, hóast partarnir eru samdur um átekningina. For­maðurin í HB, Finnbogi Arge, ræðist avleiðingarnar av hesum. Talan er um uppalings­ pengar, sum í hesum førinum høvdu verið 32 túsund krónur. Eftir at hava leitað í fleiri mánaðir kunngerð NSÍ, at felagið hevur sett Anders Gerber sum venjara í felagnum. NSÍ hevur verið eftir Heðini Askham, íslandska Péturi Péturs­syni og nú bar til við danska Anders Gerber. Brandur Hendriksson Olsen verður útleigaður til vend­syssel, sum nú hevur fýra før­oy­ingar á liðnum. Hall Hansson, René S. Joensen Meinhard E. Olsen og nú Brand H. Olsen. Hondbóltur H71 missur síni fyrstu stig í lands­kappingini. Fyrst tapa teir á heimavølli púra óvæntað fyri StÍF. Síðani spæla teir dramat­ iskan javnleik móti Neistanum, eftir at teir eru langt á odda í hálvleikinum. Jónas Djurhuus fær reytt í dramatiska dyst­ inum. Hjá kvinnunum kemur tað illa við, at VÍF hevur nógvar spæl­arar uttanfyri. Tær eru um at missa stevið í FM stríðnum, har Kyndil og Neistin ganga á odda. Selvig til VÍF Niklas Selvig skiftir til VÍF, tí hann tað er ósemja millum hann og venjaran hjá KÍF, Jeppe Borch. Skiftið fær øði í kollfirðingar, sum svara aftur við at vinna innanhýsis dystin teirra millum. FM kapping í dart Bárður Olsen er 22 stig á odda í FM kappingin í dart. Stóri kappingarneytin farnu árini, Remy G. Hansen, er ikki við higartil í ár. Tað sæst á stigatalvuni. Bárður rímiliga lætt spæl í einstaklingakappingini. B36 kærir eina átekingin í sáttmálanum hjá Jógvani Skeel Nolsøe og vinnur. NSÍ fær nýggjan venjara, meðan Brandur verður útleigaður. H71 kann eisini tapa, tað verður staðfest í desember Pengaósemja millum HB og B36 – Eg haldi tað vera óskiljandi, at løgreglan ikki hevur heimild til at steðga slíkum, og finna útav hvør tað er, sigur Vár Naomi Dimon – Menniskjan kann bara vera tann hon er, tí tað er tað, hon dugir best. Vit skulu vera menniskju við ábyrgd, við umsorgan og við menniskjansligheit. Jens Mortan Mortensen sóknarprestur Ítróttur