Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 28 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Hvussu var 2015 fyri teg? – 2015 bar  mær og mínum  nógv gott! Tað byrjaði við at vit fingu næstu abbadóttrina, Kiaru, sum, saman við systkinabørnum sínum, Annu Emiliu, Benjamin og Johannes,  ber okkum  ómetaliga stóra gleði. Og árið endaði fyribils við 90 ára føðingardegnum hjá pápa, sum var eitt satt upplivilsi. Harímillum vóru nógvar góðar løtur,  m.a. møti­ røð í Keyðmannahavn við kenda evangelistinum Heidi Baker o.ø og vónanadi afturvendandi bønar­ tiltakið á Vaglinum seinasta viku­ skiftið í august, har biðið varð fyri før­ingum og Føroyum. Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015? – Har vóru nakrar, m.a. tær oman­ fyri nevndu, men ein onn­ur, sum veruliga  tók meg positivt  á bóli, var, tá Gud, mitt í val­stríð­num, setti forbøn á dag­skránna, og bað meg biðja fyri einum sjón­varps­ starvs­fólki, sum strídd­ist við ryggpínu! Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015? – Eg minnist ikki nakra serstaka per­sónligt keðiliga uppliving í 2015. Vildi tó ynskt, at okkurt gjørdist øðr­vísi, m.a. samlaða  valúrslitið, sum tó fyri meg var gott. Men eg lítið á, at Guð hoyrir tær mongu bønir­nar, sum dagliga  verða sendar Hon­um, og eisini vendir hesum til tað góða fyri tjóð og fólk! Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2016? – Eg vildi ynskt, at bønir fyri øðrum bleiv ein størri partur av dagliga degi mínum í 2016! Soleiðis var okkara 2015 Vit hava spurt nøkur fólk um, hvussu tey upplivdu 2015, og hvat tey hava sett sær fyri í 2016 Slapp at biðja fyri sjónvarpsfólki Jenis av Rana, løgtingsmaður Uppfylti dreym í Nashville Evi Tausen, songkvinna Tungt at missa babba Ruth Thomsen, forkvinna í Føroya Blindafelag Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015? – Kristina Bærendsen og eg hava mangan tosað um at fara á konsert hjá Merle Haggard. Og í summar gjørd­ist tann dreymurin veruleiki. Okur báðar fóru til Nashville á kon­sert hjá Merle Haggard. Eg fekk eisini møguleika at innspæla mína næstu fløgu Make This Life A Dance, meðan eg var í Nashville. Tað var ein sera góð kensla, tá eg 11. des­emb­er kundi halda mínari nýggju fløgu í hondini.  Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015? – Tað er ikki so oftani, at eg hugsi at »hatta var keðiligt, at tað hendi«. Men fyrr í ár tapti mín fitti vinur Jim Ed Brown stríðið ímóti krabba­ mein. Eg og Jim Ed høvdu longi tosað saman á Skype um at fara at inn­spæla nakrar duettir inn aftur saman. Og eg bestemmaði meg fyri at fara yvir í august. Men Sweet Jim Ed Brown doyði tíanverri áðrenn. Tað eri eg heilt ótrúliga kedd um, tí eg var so góð við hann og elskaði hans­ara rødd og sangir. Eg og Jim Ed hava sungið Oh How I Miss You Tonight saman, tann sangurin er á mín­ari fyrstu fløgu, Wishing Well.   Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2016? – Eg havi sett mær fyri at menna meg enn meira tónleikaliga í 2016. Hvussu var 2015 fyri teg? – Árið hevur fyri meg verið eitt ár, har bæði góðar, men so sanni­liga eisini tungar hendingar hava sett sín dám á hjá okkum. Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015? – Árið hevur verið hendingarríkt. Um eg hugsi arbeiði, so hava vit havt fleiri tiltøk í bølamyrkri, fyrst konsert í Løkshøll í mars og so máltíð á Hotel Runavík í oktob­ ur, og eru hesi tiltøkini altíð sera gevandi, bæði fyri tey, sum koma til tiltøkini, men ikki minst fyri okkum, sum fyriskipa. Um eg hugsi, hvussu árið hevur verið á heima­ front­inum, so má eg siga, at hvør dagur er ein gáva. Eg gleðis um at at vakna hvønn morgun og fara til dagsins gerning væl stuðlað av mín­ari deiligu familju. Tað er gott, tí hóast eg, sum blind, klári nógv ting, so eru ofta støður, har eyguni mangla, og tá eri eg vælsignað við einum baklandi, har altíð onkur er klárur við hjálpini, sum mær tørvar. Men so eri eg eisini glað, tá eg kann gera okkurt fyri tey, tá ein skjúrta skal strúkast, ella ávís klæðir skulu vaskast í einari handavending, ella ein køka skal bakast til eitthvørt, tá elski eg at traðka til. Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015? – Árið byrjaði við, at vit 17. januar máttu siga babba eitt síðsta far­ væl. Hann doyði av herviligari parkinson­sjúku, og hetta var uttan iva tann keðiligasta hendingin í ár­ inum fyri mítt viðkomandi. Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2016? – Eg vóni, at eg sum forkvinna í Føroya Blindafelag kann vera við til at tala sak teirra blindu í Føroyum, og heima vil eg vera tilstaðar fyri mína familju – ikki minst í hesum døg­um, tá ið telefonir í alt ov stór­ an munseta dagsordan, hvussu til­ staðar vit eru.