týsdagur 29. desember 2015síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 30. desember 2015
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Alt gingið óvanliga væl
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
Góðar upplivingar á ferð
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF
Cuba var nakað serligt
Torbjørn Jacobsen, havnameistari
Sorgblítt at gevast
Óli Brekcmann, radiovertur
Hvussu var 2015 fyri teg?
– 2015 hevur verið eitt ógvuliga
»mettað« ár. Tað hevur verið fult av
øllum møguligum - eisini onkrum,
sum eg ikki havi roynt áður. Alt
hevur gingið óalmindiliga væl, so á
einum skala frá 1-10 fær farna árið
8,5 frá mær.
Hvat var besta upplivingin
hjá tær í 2015?
– Tað eru nógvar at taka av. At sita
á rossabaki í Íslandi í eina viku
saman við 19 føroyskum røvarum
var frábært. At vera eygleiðari á
valinum í Catalonia í heyst var
læruríkt. Men tað vóru eisini tvey
val í Føroyum, sum bæði gingu eftir
ætlan. Á øðrum teirra fekk eg eitt
persónligt úrslit, sum eg var sera
takksamur fyri. Tað haldi eg, at eg
seti ovast.
Hvat var keðiligasta upp
livingin hjá tær í 2015?
– Tað hevur verið sera dapurt og
tragiskt at fylgja við gongdini í
Sýria, og teimum vanlukkum, sum
eru komnar í kjalarvørrinum á tí.
At støðugt fleiri venda sær ímóti tí
tætta samstarvinum í ES, og heldur
leita til nationalistiskar flokkar, er
eisini eitt ræðandi perspektiv fyri
Europa og harvið allan heimin.
Nationalisma hevur knasað okkara
heimspart áður.
Hvat hevur tú sett tær fyri
at gera (náa) í 2016?
– Eg havi í nøkur ár nýtt nakrar av
frídøgunum til eitt størri prosjekt.
Leingi havi eg ætlað at gjørt tað
liðugt, men ikki funnið tíðina til
tað. Men í 2016 verður tað! Heilt
sikkurt!
Hvussu var 2015 fyri teg?
– Mikið gott. Tað byrjaði á Cuba og
endar helst á Glyvrum. Harímillum
er starvið sum havnarmeistari og
varaborgarstjóri
við
Runavíkar
havn og í somu kommunu farið við
mestu tíðini, og sum heild eri eg
rímiliga væl nøgdur við tað sum er
komið burturúr stríðnum.
Hvat var besta upplivingin
(størsta hendingin)
hjá tær í 2015?
– Ferðin og tær tríggjar vikurnar á
Cuba, sum heilt víst ikki verður hin
seinasta ferðin yvir haðar. 2) At eg
aftur og umsíður fekk upp í lag at
keypa mær ein bát. Tíðliga í heyst
keypti eg motorin »Høgna Jákup«
frá kenda sálarfrøðinginum Eyðuni
Joensen, og nú eitur hann »Grinkil«,
uppkallaður eftir einum ókendum
glyvramanni, ið man hava verið
ímillum teir fyrstu, sum hava sett
seg niður í bygdini, harav nøvnini
Grinkilsá og Grinkilsgerði, Grinkil
er orð, ið sambært málfrøðingum
ikki finst aðrar staðir í Føroyum,
tíansheldur
í
málsliga
skyldu
grannalondum okkara. 3) At eg ein
mælt varð kosin at gerast borgar
stjóri í Runavíkar kommunu frá
og við 1. januar 2016 og árið út, tað
kendist sum ein stórur heiður.
Hvat var keðiligasta
upplivingin hjá tær í 2015?
– Eri so vælsignað samanskrúvaður
sálarliga, at eg gloymi tær eventu
ellu keðiligu hendingarnar beinan
vegin. Tað er sum við illveðrinum
og nógva ísinum, tá man sigldi, so
skjótt man var komin ígjøgnum
ýlandi stormin, sjóvarilskuna og
ísbarrierurnar, var alt gloymt. Tað
hava verið góðir og minni góðir
dagar, eisini í 2015, men nakra
serliga keðiliga hending havi eg ikki
festa í minninum.
Hvat hevur tú sett tær fyri
at gera (náa) í 2016?
– Vænti at 2016 fyri tað mesta fer
at verða brúkt í tænastu hjá borgar
unum í Runavíkar kommunu sum
borgarstjóri. Ætli mær at liva
upp til stóra heiðurin, býráðið og
borgararnir hava latið mær upp í
hendi so frægt sum eg kann og evni.
Vit hava havt eitt frálíkt samstarv
í býráðnum hesi trý árini, ið hevur
havt til endamáls konstruktivt at
flyta kommununa so sterka sum
gjørligt inn í framtíðina, og tað
arbeiðið fer at halda fram. Vænti,
at hetta fer við allari tíðini, men
kanska fái eg okkurt høvi at fara
á flot, nú »Grinkil« liggur siglingar
klárur í bátahylinum Niðri á Støð
á Glyvrum.
Hvussu var 2015 fyri teg?
– Árið saman við familju og vinum,
sangvinum og starvsfelagum hev
ur verið bæði gott og hendingaríkt,
og á brekøkinum kunnu vit millum
annað gleðast um fylgjaraskipanina,
nýggju parkeringskortini, nýtt brot
í miðnámsskúlasøguni við skúla
tilboðum til ung við avbjóðingum,
fleiri teknmálstulkaðar sjónvarps
sendingar í KVF og gott arbeiði úti
í teimum 24 limafeløgunum.
Hvat var besta upplivingin
hjá tær í 2015?
– Í ár havi eg ferðast eitt sindur,
og var ferðin í Grønlandi saman
við 17 Sangarum serstøk. Fólkið so
fyrikomandi, og málið, mentanin og
náttúran so øðrvísi og spennandi.
Grønland er eitt fantastiskt land.
Saman við familjuni vitjaði eg í
summar m.a. New York fyri fyrstu
ferð. Ein risastórur býur á pinka
lítlum øki. Manhattan er 87,46 km2,
og har búgva umleið 1,6 milliónir.
Til samanberingar er Sandoyggin
112,1 km2, og har búgva 12744 fólk,
so tað er ótrúliga fáir km2 til hvønn
íbúgva. Ein livandi og litríkur býur,
sum bjóðar teimum vitjandi al
skyns upplivingar. Eisini var tað
ein góð og serstøk uppliving sum
forkvinna í MBF at fáa møguleikan
í góðveðri og saman við fjøld av
fólki at seta ólavsøkuna 2015.
Hvat var keðiligasta upp
livingin hjá tær í 2015?
– Haldi ikki, at eg sum so havi havt
keðiligar upplivingar í 2015, men
kann kanska venda spurninginum,
at tað var keðiligt, at eg ikki upp
livdi okkurt, sum eg vildi ynskt. T.d.
hevur MBF arbeitt fyri at fáa før
oyskar sjónvarpssendingar í KVF
tekstaðar, so deyv og tunghoyrd
kunnu fylgja við tí, sum hendir.
Tað var keðiligt, at eg ikki upplivdu
tað í 2015.
Hvat hevur tú sett tær
fyri at gera í 2016?
– Eg havi sett mær sum mál, at eg
í 2016 fari at vitja tær oyggjarnar
í Føroyum, sum eg enn ikki havi
vitjað, og eisini ætli eg mær onkran
góðan dag upp á Slættaratind.
Hvussu var 2015 fyri teg?
– Við sorgblídni gavst eg at undir
vísa í enskum, søgu og latíni í
Hoydølum eftir tey ógloymandi
sjey farnu árini á besta arbeiðs
plássi við mest vinaligu starvs
feløgum og so fittum næmingum,
sum nakar kann ynskja sær at
arbeiða saman við. Góð arbeiðs
minni restina av lívinum eru tó
ein gáva og framíhjárættur, sum
einki sorgblídni kann skugga fyri.
Hvat var besta upplivingin
(størsta hendingin)
hjá tær í 2015?
– Tað var ein gleði saman við Birnu
at gera eina ’minnisvitjan’ aftur
til skotska lestrarstað mín, Edin
burgh, eina langa hvítusunnu í
2015. Tær bestu gávurnar í lívinum
eru ókeypis. Tær stóru signingar
nar eru m.a: at eiga góðar og trúgv
ar vinir, at Birna og børnini trívast,
at heilsan er góð hjá okkum øllum,
og at barnabørnini, eldri sum
yngri, geva einum stóra gleði.
Kann nakar ynskja sær meiri?
Hvat var keðiligasta
upplivingin hjá tær í 2015?
– Skjótt farna árið 2015 stendur í
skugganum av tí vánaliga valúrslit
inum hjá okkara kæra Fólkaflokki
og víðari avleiðingunum fyri
hann eftir valið. Enn sárari er at
síggja, hvussu harðliga tann reyði
blokkurin í landstýrinum longu
er farin við okkara kæra móður
landi og búskapinum, sum hevur
ført til stóran ampa hjá øllum
samfelags- og yrkisbólkum og til
ruðuleika á fleiri økjum í sam
felagnum. Tað, sum tók fýra drúgv
ár hjá undanfarnu samgongu at
byggja upp og at fáa landskassan
úr 500 miljóna árligum rakstrar
hallum upp á javnvág og harvið
búskapin aftur á beint, verður
nú brotið niðuraftur eftir fáum
mánaðum. Vinnuligi og privati
búskapurin verður eyðrændur
fyri 100-tals milliónir við skatta-
og avgjaldshækkingum til at
gøða landskassan og at keypa at
kvøður fyri, so tað svíður at øll
um skattgjaldarum í Føroyum.
Tíbetur eru vinnulív og búskapur
nú so sterk og væl kjølfest, at
sjálvt ein sosialistisk samgonga
skal gera sær ómak fyri at klára
at gera so stóran skaða sum sam
gongurnar við somu flokkum til
róðurs í 1985-88, í 2008 (CHE) ella
í 2011 (Makrelsamgongan). Av góð
um politiskum hendingum uttan
lands í 2015 kunnu nevnast nýggj
ar borgarligar stjórnir í Danmark,
Bretlandi, Sveis, Ísrael, Kroatia, og
Pólandi.
Hvussu sært tú
fram til 2016?
– Míni ynski fyri 2016 eru m.a., at
USA (og harvið Vesturheimurin)
ikki
fær
demokratin
Hillary
Clinton til forseta oman á 8-ára
longu
vanlukkuna
Hussein
Obama, men ein høgravendan
republikanara, helst Ted Cruz,
Carly Fiorina, Ben Carson ella
Marco Rubio til nýggjan forseta í
november 2016. – Eitt serligt vanda
mál eigur at liggja okkum tungt á
hjarta: Tað er ein spurningur um
lív og deyð fyri okkara børn og
barnabørn,
fyri
jødisk/kristna
siðaarvin og fyri vesturlendskt
fólkaræði, mannarættindi og sið
menning, at ES vaknar og fær
steðgað og vent floyminum av
muslimskum tilflytarum burtur
úr aftur Evropa, áðrenn vit
drukna í islamismu og Sharia lóg.
–
Forrestin
vóni
eg
eisini
komandi
ár
at
fáa
sett
skjøtil
á
mína
næstu
bók.
– Mest av øllum ynski eg av hjarta
øllum føroyingum, at Gud fram
haldandi heldur sína verndarhond
yvir fólki og móðurlandi okkara.
Eitt gott og Harrans signað 2016!