Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 30 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór Aksel skal nú royna seg sum landsfaðir Á nýggjárinum fer løgmaður at halda fyrstu stóru røðuna, síðani hann fyri stívliga hundrað døgum varð valdur til løgmann Jóannes Hansen Aksel Vilhelmsson Johannesen hevur verið løgmaður í stívliga hundr­að dagar. Í hesi vikuni hava tey í løgtinginum verið upptikin av at fáa fíggjarlógina fyri 2016 upp á pláss. Nú er næsta takið hjá Akseli næstu mánaðirnar at fáa tingið at taka undir við reformunum, sum sam­gongan hevur boðað frá. Politiska handalagið skal vísa seg í, um tað fer at eydnast at megna breiðar semjur. Fyritreytirnar eru neyvan batnaðar eftir tepru sam­ tyktir­nar, sum nú eru gjørdar um pensiónir og tilfeingi. Fyrsta takið hjá løgmanni verður at fáa sínu egna flokk at ganga betri í takt. Tað hevur ikki verið frítt fyri kurli á tráðnum í javnaðar­flokkinum, har parla­ mentar­isku royndirnar eru merki­ liga lítlar. Síðani formaðurin, Hendrik Old, Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam fóru í landsstýrið, eru tað tveir borgarstjórar, fimm spildur­nýggir tingmenn og so Helena Dam á Neystabø, sum manna tingbólkin. Tá er longu av­hoppaða Sonja Jógvansdóttir íroknað. Tá ið royndirnar eru fáar og smáar, so sæst tað bæði í nevndar­ arbeiðnum og tingsalinum. Tí kendi løgmaður upp undir jól seg noyddan at fara upp í orðaskiftið ivaleyst áðrenn, at hann hevði ætlað, tá ið fólkapensiónin og sam­halds­fastið vóru til viðgerðar. Eftir sam­gonguskiftið eru tungu dreingirnir í fólkaflokkinum, sam­ bands­flokkinum og miðflokkinum í tingsalinum, og tað er stórur biti hjá nýggju javnaðartingmanningini at fara upp ímóti teimum. Formaðurin í fíggjarnevndini, Ruth Vang, mundi tosa fyri fleiri av teimum nýggju, tá ið hon í tíð­ind­ unum á døgurða mánadagin stað­ festi, at royndirnar hesar fyrstu mán­aðirnar fara at bera við sær, at nógv fer at verða viðgjørt øðrvísi um eitt ár, enn tað var hesaferð. Lítið búgvin mentan Nýggja landsstýrið tók við 15. september, og síðani tá hev­ur dagsskráin hjá Akseli og sam­gong­ uni snúð seg um at snikka fíggjar­ lógaruppskotið og fylgi­lógir­nar til. Viðgerðin av fíggjarlógini og øllum hinum lógunum fer í søguni ikki at standa sum dømi um, hvussu lógar­smíð skal ganga fyri seg. Hoyr­ingarnar hava verið fáar og smáar, og sambært minnilutanum í fíggjar­nevndini sat øll nevndin ongan­tíð saman og gjøgnumgekk og við­gjørdi fíggjarlógina. Hetta er ikki eindømi. Skiftandi andstøður hava ákært skiftandi samgongur fyri ikki at halda seg til ásetingarnar. Men eingin flokkur sleppur undan at hava verið partur av tí veruleika, at nýggjar sam­ gongur hava hildið tað vera neyð­ ugt at skunda sær so nógv, at tað ikki hevur verið mett ráðiligt at halda seg til tær ásetingar um við­ gerð av málum, sum tingið sjálvt hev­ur samtykt at vera neyðugar, um tað skal farast skynsamt fram og lógar­smíðið harvið skal vera dygdar­gott. Tvey av mongum dømum um hetta eru stóru og týdningarmiklu lógir­nar um bruttoskatt og flat­ skatt. At tað aftur og aftur lagar seg soleiðis, kann ikki annað enn bera niður­støðuna við sær, at politiska mentanin er ikki so búgvin, sum tað hevði verið ynskiligt, at hon var. Nýggjársrøður Tað er bara ein røða, sum er løgliga ásett, at løgmaður skal halda. Tað er ólavsøkurøðan, sum er ásett í stýris­ skipanini, har tað í grein 12 verður sagt, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og teimum ætlanum, sum landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Aksel V. Johannesen hevur onga ólavsøkurøðu hildið. Um sam­ gongan heldur og Aksel framvegis verður løgmaður, so verður tað um sjey mánaðir, at fyrsta høvið hjá hon­um verður til tað. Síðani nøkur fá ár eftir, at Útvarp Føroya fór at senda í 1957, hevur løgmaður nýggjársaftan heilsað tjóðini. Nógvu tey fyrstu árini vóru tað fleiri av spíssunum í samfelagnum, sum fingu høvi at tosa í mikrofonina. Umframt løg­ mann vóru tað eitt nú for­maðurin í fiskimannafelagnum og reiðara­ felagnum, stjórin í fiskasøluni og eisini landbúnaðarráðgevin. Hans J. Jacobsen plagdi at taka til, at gras­árið var av teimum frægu og við­hvørt lakari! Seinni varð hetta broytt. Nú eru nýggjárssendingar, har fleiri av oman­fyri nevndu taka lut. Sið­ venjan, at løgmaður ber fram røðu, er framvegis, og tað er ilt at ímynda sær, at hon verður slept. Tað er upp til løgmann sjálvan at gera av, hvat nýggjársrøðan skal snúgva seg um. Í Danmark verður tosað um tvær nýggjársrøður. Drotningin held­ur sína røðu nýggjársaftan, og for­sætis­málaráðharrin heldur sína røðu nýggjársdag. Røðan hjá drotn­ing­ini er dustsogin fyri floks­ politikk, meðan skiftandi for­sætis­ mála­ráð­harrar hava valt hetta høvið at sleppa týdningarmiklum politisk­um boðskapum. Hjá Margrethu drotning er boð­ skapurin av etiskum og mentanar­ ligum slagi, og drotningin er vorðin kend fyri at leggja spískar og ikki sørt hartandi viðmerkingar í røð­ una. Í hesum døgum ber til at vedda uppá, hvørji evni og hugtøk drotn­ingin fer at brúka hóskvøldið. Eitt nú ber til at spæla um, hvussu ofta drotningin í taluni fer at siga prins­gemalen, Danmark og Grøn­ land, meðan eingin vinningur verð­ ur latin fyri at rokna við orðum sum Sýria, flóttafólk, terror, París og kríggj. Somu evni sum í fjør Meðan løgtingið mánadagin hevði 2. og 3. viðgerð av fíggjarlógini fyri­reikaðu Aksel og umsitingin nýggj­árs­røðuna, sum er upptikin og verður send hóskvøldið. Ivaleyst verður stílurin og innihaldið fyri tað mesta, sum tað var hjá undanfarna løgmanni, sum í nýggjársrøðuni helti seg meiri til stílin hjá drotningini og valdi leik­ lutin sum landsfaðir, og helt seg minni til stílin hjá forsætis­mála­ ráð­harranum. Í fjør legði Kaj Leo Holm Johannesen fyri við sigrunum í fót­bólti á Grikkalandi. Hundrað ár eftir, at kvinnur fingu valrætt, varð fyrsta kvinna á tingi, Malla Samuelsen, nevnd, og so fyritreytir fyri at røkka óvæntaðum úrslitum við dirvi, vilja og trúgv uppá, at tað ber til. Í tí sambandi vórðu Eiler Jacobsen, Pál Joensen, Arni Vatn­ hamar og Njál Djurhuus nevnd sum eldsálir. Røðan snúði seg um ítrótt, mentan og vinnu, útbúgving og fólka­vøkstur, og so umrøddi Kaj Leo Holm Johannesen sum lands­ faðir flóttafólkaspurningin, har hann millum annað tók soleiðis til: Tað er okkara skylda at veita med­menniskjunum hjálp. Vit byggja okkara grundvøll á kristin virði. Í Mattheusar evangeliinum stendur: »Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunn­igur, og tit hýstu mær.«  Spurningurin er, um vit áhald­ andi bara kunnu gera okkum dælt av rættindunum í altjóða sam­ felag­num og ikki taka skyldurnar á okkum. Tað snýr seg um næstar okkara, sum noyðast at flýggja frá øllum, tey eru góð við, tí kríggj ella for­ fylg­ing hóttir tey, har tey eiga heima. Eg veit, at avbjóðingin er stór. Eg veit, at fyrireikingarnar bæði eru umfatandi og drúgvar. Men kunnu vit loyva okkum at lata neyðarrópini standa ósvarað?, spurdi táverandi løgmaður. Rembingarnar og broytingarnar hava síðsta árið verið øgiligar í Europa og á mótunum við Asia og Afrika. Heima á landi er millum lítið og einki hent hesum viðvíkjandi. Kanska fer tjóðin at vita meiri um hetta, tá ið Aksel hevur hildið sína fyrstu nýggjársrøðu – í leiklutinum sum landsfaðir. joannes@sosialurin.fo