týsdagur 29. desember 2015síða 56
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015
32
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Ver ein góð fyrimynd
At tey eru góðar fyrimyndir, kann sigast um tey 15
ára gomlu, tí í 2011 royktu 19% av teimum dagliga,
men kanning í vár vísti, at hesi 15 ára gomlu við
risa fetum eru komin niður á 8% dagligir roykjarar.
Ein sólskinssøga, sum vónandi fer at hava við sær, at
tey vaksnu eisini verða bend rætta vegin.
Ein fimtingur av føroyingum roykja
Ein fimtingur av teimum vaksnu føroyingunum
roykir dagliga, hetta vísir kanning í heyst, sum Fólka
heilsuráðið lat Gallup gera fyri seg.
Gerið sum tey ungu. Legg av at roykja á nýggjárinum
– tað er kul.
Fá stuðul, tá tú leggur av
Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi
hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta
fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi smsboð yvir
fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera!
Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og
fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla
tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur
verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.
Ókeypis átak
Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við
tekst inum „gevst“ til 1919, og tú fært smsboð
sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms
boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið.
Les meira á www.fólkaheilsa.fo
Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlar
at gevast við at roykja
Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til
at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.
sansir.fo
Kom og legg av!