Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Politiskar avgerðir sum eingin skilir Helgi Abrahamsen Ein grund­ l e g g j­a n d i regla í fólka­ ræðinum er, at lógir og po­lit­iskar a v ­g e r ð i r eiga at vera soleiðis orðaðar, at ”van­liga fólkið” í landinum hevur møguleika at skilja tær. Tað nyttar ikki at lata fólkið valda, um fólkið ikki skilir sítt vald. Vit hava nú um ársskiftið fingið eina ørgrynnu av ló­ g­um og um­leggingum, su­m stakkals Palleba ong­an verðsins møguleika hev­ur at skilja til fulnar. Nøk­ur gjøld hækka, onn­ur lækka og í onkrum føri skal meir­virðis­ gjald rind­ast beinleiðis til ein almenn­an stovn (og ikki til lands­kassan). Tey sum arbeiða, skulu gjalda minni í skatti og meira til Sam­halds­fasta, og fyri at rokn­ingin fyri hetta ikki skal blíva ov stór, hækk­ar upp­ spar­ingin til teirra egnu eftir­ løn ikki, sum ætlanin annars var. Pensjónistarnir fáa av somu orsøk minni í pensjón, men meira úr Samhaldsfasta. – Tó má onkur serskipan ger­ ast fyri tey sum ikki fáa fult gjald úr Samhaldsfasta og fyri pensjónistar sum búgva uttanlands. Og kring­varps­ gjaldið, tað... (ja eg finni ikki rættiliga útav um tað hækk­ ar ella lækkar). – So ger so væl Palleba – um tú skilur hetta. Onkur sigur, at pensjón­ ist­ar á ellisheimum og sam­ býl­um fara at gjalda meira kring­varps­gjald, tí tey hava ikki goldið nakað framm­an­ undan. Men tað sigur lands­ stýris­kvinnan við menta­mál­ um var ein feilur. So tann sum fær eina størri rokning skal ikki hugsa so nógv um, at rokningin er blivin størri, men heldur skulu tey royna at hugsa um, at rokningin var ov lítil frammanundan. Tað plagar at hjálpa. – So Palleba, vónandi skil­ ur tú hetta. Undirskotið hjá lands­ kass­anum verður vent til av­lop, millum annað tí at hetta landsstýrið bókar rent­ur­nar øðrvísi, enn undan­farna landsstýri bók­ aði sínar rentur. Og utt­an hesa teknisku fint­una, hevði undirskotið fram­vegis itið undirskot. Og lands­stýris­ kvinnan, sum undan val­in­ um segði, at peng­arnir frá forskatting av pen­sjó­n­um áttu ikki at verða taldir við í úrslitinum hjá lands­kass­ anum, hon situr nú sjálv og telur hesar pengarnar við í sínum roknistykki. – Men tað mást tú royna at skilja Palleba, at um hon ikki gjørdi soleiðis, so hevði hon ikki fingið avlop á botn­ linjuni. Og landsstýriskvinnan ætl­ar at lækka ríkis­veit­ing­ ina, utt­an at spyrja løgtingið um loyvir, hóast hennara egni floksformaður fyri fýra árum síðani kærdi táverandi løgmann, tí hann hevði hækkað somu ríkisveiting uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina. Men tað skal landsstýriskvinnan eiga til rós, at hon lækkar ikki ríkisveitingina heilt nið­ ur til tað, sum hon var í 2011, tí hon veit sum er, at um hon hevði gjørt tað, so hevði fíggj­arlógin framvegis havt undir­skot. – Og tað skilja vit báð­ ir, Palleba, at tað er betri at hava yvirskot við donsk­um pengum, enn at hava undir­ skot. Gott at landsstýrið nú eisini hevur skilt tað. – Annars, gott nýggjár, Palleba. Málráðið puristiskt kliku-stýrt við habilitetstrupulleikum Regin Eikhólm Hóast yvir 70% av før­ o y ­i n g u m taka undir við ver­andi móð­ur­máli og móð­ur­ máls­alfa­beti, so út­nevndi fyrr­ver­andi menta­mála­ráð­ harri, Bjørn Kalsø, tann 8. januar 2013 eitt Málráð við ellivu limum, harav bert trý eru umboð fyri tey 70% av føroyingum, sum taka undir við verandi móðurmáli og móðurmálsalfabeti. Harafturímóti hevur tann puristiski vongurin fing­ið átta av ellivu limum í Mál­ ráð­num, og sostatt fingið bæði hond og hálsrætt í Mál­ ráðnum, hóast tey bert um­ boða 30% av føroyingum. Men ikki nokk við tað. Málráðið skipar seg við eini fimm-manna starvs­nevnd. For­mað­urin og næst­for­mað­ urin, útnevndir av lands­ stýris­manninum, eru føddir limir, umframt tríggir limir sum Málráðið sjálvt velur millum limirnar í ráðnum, men allir fimm limirnir um­ boða tann puristiska vong­in. Har er sostatt onki um­boð í starvsnevndini fyri tey 70% av føroyingum, sum um­ boða verandi móðurmál og móðurmálsalfabet. Málsliga ótilvitaður um støðuna og inhabilar ráðgevar Fyri at kunna skilja henda skeivleika – bæði demo­krat­ iskt og mál­frøðiliga – mugu vit staðfesta, at fyrrverandi mentamálaráðharri helst hev­ur verið málsliga ótil­vit­ aður um støðuna, og at hann ikki hevur havt habilar ráð­ gevar. Hvussu kundi tað annars enda við, at ein klika uppá fimm á puristiska vong­inum í Málráðnum eru gaml­ir floksfelagir úr Hoy­ dølum. Henda framferðin er ikki í tráð við andan í við­merk­ ing­unum til uppskotið hjá Løg­tinginum um stovnan av Málráði. Við sínum ellivu limum skuldi Málráðið fevna breitt og virða málsligt marg­ feldni og semjusøkjandi vera eitt virðiligt umboð fyri móðurmálið uttan at fremm­ andagera, soleiðis at vanligi føroyingurin skuldi kunna kenna seg aftur í málinum. Tann skeiva saman­set­ ing­in av Málráðnum saman við vantandi leiðreglum og samstarvsvilja, eitt nú við at meirilutin bert velur sínar egnu í starvsnevndina, er tí beinleiðis í stríð við ætlanina hjá Løgtinginum við Mál­ráð­ num og eisini í stríð við van­ liga demokratiska sið­venju. Málsligt einaræði Úrslitið kenna vit. Puristiski vongurin hevur yvitikið de­ finitiónsrættin uppá, hvat er føroyskt og hvat ikki er. Vit hava ikki longur brúk fyri ávísum bókstavum og nú­ tímans orðingum, siga tey. Sambært puristiska meiri­lutanum í Málráðnum skulu allir føroyingar nú for­ nokta at bókstavarnir c, q, w, x og z eru til í føroyskum, hóast teir dagliga eru nógv brúktir í føroyskum. Grund­ gevingin er, at teir kunnu freista til skaðilig fremm­ anda­ger­andi orð, ið kunnu føra til eina ótespiliga ófør­ oyska framferð og fúlar stavi­feilir, ið liggja uttanfyri tað, sum tann puristiska mál­ frøðin kann klára. Fyri at binda um heilan fingur, hevur ekskluderandi meirlutin í Málráðnum ein­vegis longu nú latið teir fimm mest spillandi bók­stavirnar c,q,w,x og z avhøvdað ella eliminera úr móðurmálsalfabetinum, so teir ikki – sum freistandi og órógvandi smádjevlar – skulu kunna forstýra teirra puristisku málfatan. Málráðið hevur ein habilitetstrupulleika Tá almennar nevndir og ráð blíva sett, verður hugt eftir objektivum førleika­ kri­ter­ium saman við einum rími­ligum kynsbýti. Aftrat tí kemur, at ongin limur má hava seráhugamál, ið kunnu sub­jekti­vera hansara annars tilfor­látu­ligu dømikraft. Hvør minnist ikki rokið í Løgtinginum, tá ein svágur hjá einum reiðara skuldi vera við til at býta kvotur út. Tað bleiv steðgað pr. omgående! Men “denne lov gælder ikke for” Málráðið! Í skjótt 3 ár hevur ábyrgd­ arin fyri ein av okkara størstu bókaútgevarum, Sprot­in, sit­ið sum sterki mað­ur­in í tí purist­isku klik­ uni í Mál­ráð­num, sam­stund­ is sum hann er sera ak­tiv­ur við sín­um orða­bók­um - eis­ini út á net­in­um, væl hjálpt­ur av tí almenna, um­boð­andi hans­ ara persón­ligu puristisku fat­an av mál­inum. Her hava vit “lóg­gev­andi, útøvandi og dømandi“ alt í einum og sama persóni. Hetta er sera óheppi og lít­ið sambæriligt við tað ann­ars tilætlaðu breiðu demo­krat­isku tilgongdina í Mál­ráð­num. Skulu vit samanbera við aðrar almennar nevndir ella ráð, so vildi tað svara til, at ein stórreiðari stóð fyri kvotabýti av fiskirættindum, at stjórin á Bakkafrost tók sær av øllum aliloyvum og gjaldi fyri sama, at SMS fekk hond og hálsrætt yvir øllum smáhandlum í Føroyum ella at danir kanska settu for­ lagsredaktørin í Gyld­en­dal sum hægsts mynduleika í Dansk Sprognævn? Fyri bert at nevna nøkur dømir. Roynt hevur verið at fingið innlit í pen­inga­streym­ in hjá Orðabóka­grunninum, men hetta bleiv sýtt, tí hann er sjálvsognarstovnur, segði umboðið fyri stovnin. Eitt sindur undrunarvert tí talan er um almennar skatta­ krónur, og hvat hava tey at krógva? Hvar er tann kritiska pressan? Hvar er tann kritiska press­ an? Hevur hon nokk við bert at forfylgja ávísum politik­ arum? Sprotin fær árliga milli­ óna upphædd frá tí almenna fyri sítt arbeiði, men tá tað kemur til internet útgávuna av orðabókini: DONSK – FØR­OYSK ORÐA­BÓK, høv­ uðs­rit­stjóri Hjalm­ar P. Pet­er­ sen. Útgivin í 1995 av Før­oya Fróðskaparfelag, so dregur tað út, við at fáa bókina tøka á internetinum. Bókin umboðar nevniliga ikki ta puristisku tilgongd­ina, sum Sprotin annars stend­ur fyri, men um tað er ein­asta or­søkin - tað er ikki gott at vita? N.B. Sambært fleiri leið­ a­ndi føroyskum mál­frøð­ ing­um hevur skerjingin av okk­ara móðurmálsalfabeti við bóstavunum c, q, w, x og z onki við málfrøði at gera yvirhøvur, men er ein eks­klu­derandi puristisk til­ gongd til málið, sum upp á sikt máls­liga fer at seta okk­ um uttan­fyri og skerja okk­ ara mál­før­leika! Annars gott nýggjár øll somul! 03.01.2016