Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 FILMUR filmi Nobis, domine” er eitt tað sterkasta stykki skriva til film. Samstarv teirra heldur fram tann dag í dag. Næsti filmur Branaghs var Much Ado About Nothing, ein rús­ andi romantisk komedia, leikandi lætt spæligleði við vøkrum sangi og tónleiki á einum harragarði í Toscana. Magnum opus hjá Branagh er Hamlet – sum her gongur fyri seg, ið onkrum, sum minn­ir um Napoleonstíðina í Eystur­europæ­ iskum stíli. Sum tann fyrsti setti hann upp ein heilan leik á filmi – hvørt orð er á hvíta tjaldinum í 4 tíma langa verkinum – og Branagh brillierar, sum tunglynti og órættaði unglingin. Brangah gjørdi tveir afturat, Love’s Labour’s Lost, ein væl uppløgd romantisk musical komedia, ið gongur fyri seg í 1930’unum og As You Like it, ið gongur fyri seg í feudala Japan. Branagh spældi eisini við í Shakespeare filmum hjá øðrum, serliga sum Iago í “Othello” (1995), vísti hann tenn sum devulsetti “vinmaður” Othello. Hin kenda Venedig søgan hjá Shakespeare “The Merchant of Venice” (2004) hevði Al Pacino í leiklutinum, sum gýðingin Shylock, her ein antihetja, ið vegna svik og forfylging, følir seg kroystan at fremja óhugsandi óndskap. Pacino gjørdi ið 1996 “Look­ing For Richard”, ið við út­ gangstøði í “Richard III”, var ein greining og gransking í, hvønn týdning Shakespeare hevur í nútímans samfelagnum. Ian McKel­len hevði eisini spælt “Ric­ hard III” árið fyri, her í einara ný­ tulking í gongur fyri seg í einum fasistiskum Onglandi, har Richard er ein bretskur Hitler. Ein onnur ný­tulking um tað mundi var “Romeo + Juliet” (1996) eftir Baz Luhr­mann – við skjótari klipping og nú­tímans tónleiki, og ikki minst Leonardo DiCaprio og Claire Danes sum ólukkuliga forelskaða parið, gjørdist hesin eitt stórt hitt millum tey ungu. Seinastu filmatiseringarnar, ið verdar eru at nevna, eru topp­ modern­aða actionfilm søgan Coriolanus (2011) hjá og við Ralph Feinnes - og aftur ein “Much Ado About Nothing” (2012) eftir altíð stuttliga og sniðfundiga Joss Whedon. Og nú kunnu vit at enda gleða okkum til at síggja enn ein Machbeth í Havnar Bio. Hesin er eftir Australska Justin Kurzel, sum í 2011 gav okkum “Snowtown”, ein tann mest ótespiligi filmurin, ið nakrantíð er gjørdur - (undirritaði leyp beinleiðis í eina aðra kyk­ mynd­høll at hyggja eftir Thor hjá Kenneth Branagh, ið vón um at reinsa nethindir og heila fyri ræðuleikunum í Snowtown). So spennandi verður at síggja Michael Fassbender og Marion Cotillard í ikoniskur leiklutunum sum Mac­ beth og Lady Macbeth. Shakespeare verður ongantíð óaktuellur, hansara handrit kunnu tulkast í allar ættir og til allar tíðir, til allar genrur – ein ótøm­andi inspiratións kelda til lista­fólk inn­ an allar listagreinir. Shake­speare leingi livi. Shakespeare verður ongantíð óaktuellur, hansara handrit kunnu tulkast í allar ættir og til allar tíðir, til allar genrur – ein ótøm­andi inspiratións kelda til lista­fólk inn­an allar listagreinir. Shake­speare leingi livi Shakespeare Myndir úr filminum