Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Shakespeare á Gudmund Helmsdal T íðarleysu leikirnir hjá barduni úr Stratford Upon Avon hava síðani filmsupphavið givið áhald­ andi íblástur til óteljandi filmati­ seringar. Hesar søgur um menn­ iskja­lagnur og vanlagnur, djúpar sálar­ligar lýsingar av innara tví­ drátti, kærleika, hevnd, sorg, sam­ felag og viðurskifti millum menn­ iskju sum heild. Fyrsti Shake­spearefilmati­ser­ ing­in var ein stutt deyðssena úr King John í 1899 – eitt lítil stubbi úr einari sjónleikauppseting. Síðani komu javnan ymiskar uppsetingar upp ígjøgnum stummfilmstíðina m.a. The Tempest í 1908, Hamlet í 1911 og enntá longu ein nýtulking av Othello við Carnival í 1921, ið varð endurgjørdur við ljóði í 1931. Í 1930unum fingu vit eina røð av meir ella minni miseydnaðum royndum bæði úr Hollywood og Onglandi, so sum A Midsummer Nights Dream, ein tamur As You Like It við Laurence Olivier, og ein Romeo and Juliet eftir George Cukor við 34 ára gomlu Normu Shearer og 43 ára gamla Leslie Howard sum for­ elskaðu tannáringarnir. Shakespeare kom av álvara á filmskortið við politiskt national­ ist­isku tulkingini av Henry V hjá Laurence Olivier, ið kom út 1944, júst sum teir sameindu høvdu tørv á einari motiverðandi dundurtalu nú seinasta uppgerðin móti Nazist­ unum stóð fyri durum. Filmurin var eitt hitt og Olivier gjørdi tí tveir stórar Shakespeare filmar afturat: fleirfaldi Oscarvinnarin Hamlet í 1948 og Richard III í 1952. Orson Welles var eisini upp­ tik­in av Shakespeare, og eru tað ser­liga hansara Othello (1952) og Chimes of Midnight (1965), ið er ein samanrenning av Henry IV leikunum og øðrum og snýr seg um karakterin Falstaff. Í 1948 kom hans­ara útgáva av Macbeth, men var hann illa viðfarin av um­mæl­ arum, tó at hann seinni fekk eina renesansu og verður av mong­um skírdur sum ein av góðu Shake­ spear­filmunum. Akira Kurosawa fekk eisini íblástur úr Shakespeare. Hansara Japanska útgáva av Macbeth, Throne of Blood (1957) við Toshiro Mifune, er ein tann sterkasta filmati­seringin av leikinum. Eis­ini Ran (1985) er helst tann mátt­mikl­ asta og visuelt mest yvirdádiga út­ gávan av King Lear higatil. Franco Zeffirelli hevur gjørt fleiri Shakespeare filmar, allar rætti­liga trúfestir mótvegis forrit­ inum. Serliga eru tað hansara Romeo og Juliet frá 1968, klassikst romansa við minniligum tónleiki eftir Nino Rota (Godfather) og so Hamlet (1990), har Mel Gibson gav okkum ein serstaklia intensan danskan prins. Macbeth hjá Roman Polanski frá 1971, er eisini fantastiskur: trú­ fastur mótvegis forritinum, grú­ sommi­liga skitin, dapur og serstak­ liga ógvisligur. Kanska serliga fýra leikstórar hava gjørt shakespeare filmati­ser­ ingar til sítt eyðkenni. Teir áður­ nevndu Olivier, Wells og Zeffirelli umframt Kenneth Brangah, sum gav Shakespeare lív aftur í 1990unum. Á ein hátt endurspeglar karrieran hjá Branagh sær í Olivier. Báðir høvdu eina fortíð í The Royal Shakespeare Company og eisini fyrsti spælifimur hjá Branagh, var ein rúsandi útgáva av Henry V. Tónleikurin hjá skotska Patrick Doyle var ein sonn opinbering – hann er ein filmtónasmiður av gamla bretska/skotska skúlanum, romantiskt, dramatiskt, vakur kór­sangur, ið byggir upp í einum rúsandi crescendo, sum í “Non FILMUR