Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 Vilmund Jacobsen Fólkaheilsuráðið hevur í dag kunngjørt nøkur tøl úr Fólkaheilsukanningin 2015. Hetta er ein kanning, sum snýr seg um sjálvsmetta heilsu, har tey spurdu siga, hvussu tey sjálvi halda, at heilsan er. Kanningin byggir á, at tilvildarliga vald fólk úr Landsfólkayvirlitinum hava fingið drúgt spurnarblað, har persónarnir eru navnloyndir. Av tilsamans 4559 sendum spurnabløðum, svaraðu 48,2 prosent - ella 2197 persónar í aldrinum 18 ár og eldri spurn­ingunum. Fyri at lýsa sjálvsmetta heilsu varð spurt, ”… hvussu heldur tú, at tín heilsa er sum heild…?” Møguleikarnir at svara vóru: Stak góð, Góð, Hampilig, Vánalig og Stak ring. – Tilsamans meta 75 pro­sent um sína heilsu, at hon er stak góð ella góð. Sam­anumtikið tað lítil mun­ur á, hvussu menn og kvinnur meta sína heilsu at vera. Bæði hjá monnum og kvinnum eru færri, ið meta sína heilsu at at vera stak góða ella góða sum árini ger­ ast fleiri. Fólk, sum hava langa út­ búgving, meta í størri mun sína heilsu at vera stak góða, góða ella hampiliga sam­an­ borið við tey, ið hava stutta útbúgving, sigur Fólka­ heilsu­ráðið. – Roykingin ávirkar fólka­ heilsuna nógv, og roykjarar eru í størri vanda fyri at fáa fleiri sjúkur, eitt nú krabba­mein, æðrakálking og lungnasjúkur. Líka mikið, hvussu lítið roykt verður, er royking tengd at øktum vanda fyri sjúku. Fólkaheilsuráðið vísir á, at stórroykjarar (tey, ið roykja 15 ella fleiri sigarettir um dagin) liva í miðal átta til tíggju ár styttri í mun til tey, sum ongantíð hava roykt. Roykjarar (tey, ið roykja 14 ella færri sigarettir um dagin) liva í miðal fimm ár styttri í mun til tey, sum ongantíð hava roykt. – Hetta vísa útlendskar kanningar og er ivaleyst eisini soleiðis hjá okkum, sigur Fólkaheilsuráðið. Lagt verður aftrat, at 70 prosent av øllum teimum, sum roykja, fegin vilja leggja av - og 31,6 prosent øllum teim­um spurdu eru hildin uppat at roykja. – Alkohol er eisini ein faktorur, sum ávirkar fólka­ heilsuna. Umframt ym­ iskar likamssjúkur, kann bundinskapur av alkoholi eisini hava sálarligar og sosialar fylgir við sær fyri tann einstaka og fyri familj­ una. Fólkaheilsuráðið vísir á, at 70 prosent av teimum, ið svaraðu, søgdu seg hava drukkið alkohol seinastu 12 mánaðirnar. – Harvið vóru tað eisini 30 prosent, ið ikki hava drukkið alkohol seinastu 12 mánaðirnir. Talið av teimum, sum als ikki drekka, er sostatt stórt í Føroyum. Hetta hava vit eisini sæð í undanfarnum kanningum, sigur Fólkaheilsuráðið. Vilmund Jacobsen Gamlaárskvøld segði borg­ arstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, at hann kanska fór at gerast pápi hetta kvøldið. Borgarstjórin rakti ikki langt við síðuna av, tí nýggja árið varð ikki meira enn skotið inn, tá Jógvan legði út á sína facebook-síðu mynd av vælskaptum soni. – Birgir Berg í Skorini bleiv fyrsti føroyingur í 2016. Hann er 56 cm. langur og vigar 4160 gram. Jógvan í Skorini læt heilsa og segði, at mamma og drongur hava tað gott. Hon nýføddi er uppkall­ aður eftir ommu síni á Skála, Birgit. – Vit eru ótrúliga takk­ som, og Ella og Rasmus eru so stolt. Endiliga kom lítli­ beiggin, skrivar Jógvan í Skorini. Sosialurin kann leggja aftrat, at mamma til fyrsta fødda føroyingin í 2016 er Anna Berg Danielsen. – Talið av teimum, sum als ikki drekka, er stórt í Føroyum. Hetta hava vit eisini sæð í undanfarnum kanningum, sigur Fólkaheilsuráðið Jógvan í Skorini og Anna Berg Danielsen eru foreldur til fyrsta fødda føroyingin í 2016 Fleiri sum ikki drekka Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, ætlar sær aftur í summar til Grønlands at taka ímóti fiski frá jollu- fiskimonnum Theodor E.D. Olsen, prestur, ætlar sær í 2016 at røkka ymiskum, hann ikki náddi í 2015 Sky high fiska­ prísir Í morgun sendi Fiskamarknaður Føroya stívliga seks tons av fiski fyri slakar 140.000 krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 22,45 krónur fyri kilo. Hetta eru lutfalsliga smáar nøgdir av fiski, býtt millum tosk og hýsu. Alt bendir kortini á, at marknaðurin er “svangur”, nú eingin søla hevur verið seinastu dagarnar. Trupult er at siga, hvussu góður marknaðurin hevði verið, um talan var um størri nøgdir av fiski á søluni í morgun. Tað er í øllum førum langt síðan, at vit hava sæð so frægar prísir á marknaðinum sum í morgun. Dýrasta nøgdin av toski fór fyri miðalprísin 30,30 krónur fyri kilo, og dýrasta nøgdin av hýsu fór fyri miðalprísin 25 krónur fyri kilo. Men, hetta vóru alt lutfalsliga smáar nøgdir. Samlaða nøgdin av toski var 3,3 tons, og samlaða nøgdin av hýsu var stívliga 2,8 tons. Aftrat toski og hýsu, vóru nøkur heilt fá kilo av longu, havtasku, brosmu, skrubbu og hvítingi. vilmund@sosialurin.fo Birgir var hin fyrsti Birgir Berg í Skorini er uppkallaður eftir ommu síni á Skála, Birgit