Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – Árið 2015 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár. Polit­ iskt hava tað verið tvey val. Vit komu í samgongu og í stjórn. Tað kennist ómeta­ liga væl nú at kunna seta í verk tann politikk og ta kós, sum vit ynskja fyri fólk, vinnu og land.
 Tað sigur Kristina Há­ foss, landsstýriskvinna í fíggj­ar­málum. Hon heldur, at besta hend­ing í 2015 - politiskt - var, at Tjóðveldi, Javn­aðar­ flokk­urin og Framsókn skip­ aðu nýggja samgongu eftir løgtingsvalið í heyst. – Á heimafrontinum hevði eg eisini nógvar góðar upp­livingar saman við fam­ ilj­uni, eitt nú vóru vit í Fugl­ oy og Víkarbyrgi. Kristina Háfoss heldur, at fyri føroyskan ítrótt var tað eisini ein stór hend­ing, at Føroyar í farna ári um­ síðir fingu fyrsta 50 metra svimji­hylin. – Dugnaligu fólkini innan tónleika-, mentanar- og lista­økið hava eisini aftur í ár givið okkum nógvar ríkar løtur. 
 Landsstýriskvinnan harm­ast um, at 2015 var merkt av stórum ófriði í heim­in­um, eisini í Evropa. – Hetta hevur skapt sorg­ ar­leikir kring heimin, og eg vóni, at altjóða samfelagið í størri mun tekur saman hendur um at fáa loyst teir grund­leggjandi trupulleikar, sum eru høvuðsorsøkir til nógva ófriðin og stóra flótta­fólka­streymin.
 Fleiri nýskipanir Kristina Háfoss sigur, at hon sum landsstýriskvinna fer at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at Føroyar í 2016 og framyvir gerast eitt enn betri og meira sjálvbjargið land at liva í - fyri alt fólkið. – Vit hava longu tikið fyrstu stigini at fremja ein­ ar meira sjálvbjargnar, sam­ halds­fastar og tíðarhósk­ andi Føroyar. Men, fyri framm­an standa fleiri átøk og stóru nýskipanirnar. Hon sigur, at 2016 verð­ur eitt nýskipanarár, tí sam­ gongan hevur sett sær fyri at koma á mál við fleiri ný­ skipanum, eitt nú innan pensjónsøkið, fiski­v­innu­ økið og menningarætlan fyri heilsuverkið. – Hetta eru nýskipanir, sum vit hava bíðað eftir í alt ov nógv ár, men nú skal røkkast á mál. Talan er um umfatandi og spennandi arbeiði, sum skal gerast í breið­um samstarvi, tvørtur­ um samgongu og andstøðu á Føroya løgtingi, og saman við øllum viðkomandi pørt­ um í samfelagnum, sigur Kristina Háfoss, fíggjar­ mála­ráðharri. – Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at tryggja, at Før­ oyar gerast eitt enn betri og meira sjálvbjargið land at liva í - fyri alt fólkið, sigur Krist­ina Háfoss, fíggjar­ mála­ráðharri. – Samgongan hevur sett sær fyri at koma á mál við fleiri nýskipanum í 2016, sigur fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss 2016 verður eitt nýskipanarár Sum vanligt er, varð nógv fýrverk skotið kring um landið á midnátt gamlaárskvøld. Veðrið var einki serligt, tí nógvastaðni var bæði vindur og regn. Viðhefta mynd er tikin í Nólsoy um midnáttarleitið gamlaárskvøld Meðan Tórbjørn Jacobsen røkir borgarstjórastarvið í Runavíkar kommunu, verður Brandur Højgaard havnarmeistari hjá Runavíkar havn Nú Tórbjørn Jacobsen er vorðin borgarstjóri í Runa­víkar kommunu, tek­ur Brandur Højgaard, havna­um­sjónar­mað­ur, við starvinum sum havnar­ meist­ari hjá Runavíkar havn í eitt ár. Tórbjørn Jacobsen hevur røkt hetta starv seinastu árini, og hann hevur fingið farloyvi úr starvinum til end­an av hesum árinum. Brandur hevur í sama tíðarskeiði eisini fingið far­ loyvi úr starvi sínum sum um­sjónarmaður hjá Runa­ víkar havn. Farloyvini hjá Tórbirna og Brandi eru galdandi fram til 31. desember í 2016. Tveir havnaumsjónar­ menn eru í starvi hjá Runa­ víkar havn umframt havnar­ meistaran. vilmund@sosialurin.fo Martin Joensen heldur, at kjakið millum samgongu og andstøðu gevur eina kenslu av illvilja, kulda og kynismu Pakkar til russisk sjófólk Nú russisku jólini 6. januar eru í hondum, hava Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum - eins og undanfarin ár - latið jólapakkar umborð á útlendsk skip, sum koma í føroyska havn. - Komandi dagarnar koma fleiri skip í havn, so gott hevði verið, um onnur høvdu hug at lata sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum. Pakkar kunnu latast inn á skrivstovuni hjá Faroe Agency, Úti við Strond 4. Eisini ber til at seta seg í samband við konsulin á 231990 ella Faroe Agency á 351990. vilmund@sosialurin.fo Brandur Højgaard loysir Tórbjørn Jacobsen av sum havnarmeistari hjá Runavíkar havn Brandur er nú havnarmeistari