Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 ítróttur stuttsøgd ítróttartíðindi PæturAlbinus Fótbóltur Fyrrverandi Wigan-spælarin, Steve Gohouri, varð leygar­ dagin funnin deyður í týska býnum Rhinen. 34 ára gamli fíla­beins­strand­ing­ur­in spældi við TSV Steinbach, nú hann hevði verið horvin í tríggjar vikur. Løg­reglan sigur, at einki bendir á eina brots­gerð í sambandi við deyðs­fallið. Everton steðgaði sigurs­ røð­ini hjá Tottenham, sum undan dystinum ímóti Everton hevði vunnið tríggjar dystir á rað. Aaron Lennon legði Everton á odda, men Dele Alli syrgdi fyri 1-1-javnleiki, sum eisini fram­hald­andi tryggj­ar Tottenham fjórða plássið. Everton er 11. plássi. UEFA hevur júst kunn­ gjørt, at teir eisini fara at brúka fram­komnu mál­ tøknina, sum skal hjálpa til at siga nær bólturin er innanfyri málstrikuna. Higartil er skipanin í brúk í Premier League, og nú kunnger UEFA, at hon eisini verður nýtt til EM- endaspælið í Fraklandi í summar. PSG var ávegis einum stórum vónbroti í fronsku steypa­kappingini, tá ið teir stríddust við at fáa mál ímóti Wasquehal úr fjórð­bestu deildini. Zlatan Ibrahimovic gjørdist bjargingar­maðurin við sigursgevandi málinum í 1-0-sigrinum hálvan tíma áðrenn leiklok. Risatalentið hjá PSG, Marquinhos, hevur lítlan hug at sita á beinkinum longur og ætlar sær spælitíð. Hann sigur við Le JDD, at hann ikki ætlar sær at gerast vanur við eitt bonkpláss, men 21 ára gamli verjuleikarin sigur tó, at hann fyrst og fremst ætlar sær pláss á PSG-liðnum. Atlético Madrid er nýtt oddalið í La Liga, eftir at teir um vikuskiftið vunnu 1-0 ímóti Levante samstundis sum FC Barcelona spældi 0-0 ímóti grannunum úr Barcelona Espanyol. FC Barcelona hevur tó spælt ein dyst færri. Real Madrid misnýtti møguleikan at vinna seg inn á FC Barcelona, tá ið teir spældu 2-2-javnleik á útivølli ímóti Valencia. Mateo Kovacic hjá Real Madrid varð sendur av vølli tá ið 20 minuttir vóru eftir. Real Madrid er fýra stig aftanfyri Atlético og tvey stig aftanfyri FC Barcelona. Umboðsmaðurin hjá Mario Balotelli sigur tað vera ein møgu­leiki fyri, at hann aftur fer at spæla við Liverpool, tá ið leigusáttmálin við AC Milan gongur út í juni. Einasta treyt er, at Jürgen Klopp vil brúka hann. Orsakað av skaða hevur Balotelli einans spælt fýra dystir við AC Milan. Bundesligafelagið VfB Stuttgart hevur gjørt um seg í flytingarglugganum í januar, har teir hava leigað Artem Kravets í Dynamo Kiyv og keypt Kevin Grosskreutz frá Galatasaray. Grosskreutz hevur áður spælt nógv ár við Borussia Dortmund. Henry Heinesen, sum hevur gjørt sátt­mála við ÍF eftir at hann annars hevur spælt við barn­dóms­ felagnum KÍ alt lívið, spælir fyribils ikki við hetta kapp­ ing­ar­árið hóast alt. Hann sigur við Norð­lýsið, at tað er vegna broyttar arbeiðs­um­ støð­ur sum timbur­maður í Danmark. Toppskjúttin í Premier League, Jamie Vardy hjá Leicester, skal undir skurð. Talan er um eina lítla skurðviðgerð í lærkrikinum, og tað væntast, at hann longu kann vera aftur á vøllinum um einar tvær vikur. Tað skrivar BBC. Frælsur ítr Leygardagin skipaði Roysnið fyri Nýggj­ár­hálv­marathon, har runnið varð í buldra­ sligum veður­líkindum frá Funnings­fjarðarvegnum til Tofta kei. Opna bólkin hjá monnum vann Sam Vang, meðan Karina Ottosen vann opna bólkin hjá kvinnum. Hondbóltur Um góðar tvær vikur fer EM-enda­spælið í mans­ hond­bólti av bakka­stokki. Danski lands­liðs­venjarin, Guðmundur Guðmundsson, av­dúkar í samrøðu við TV2, at málið er at røkka hálv­ finaluni. Hann leggur aftur­ at, at hetta er ein trupul mál­ setning­ur at røkka. Tað er serliga eftir av­boð frá einum av lykla­leik­ar­ unum á danska mans­lands­ liðnum, striku­spælaranum René Toft Hansen, at danir illa tora um gull til EM. Eisini stórtalentið Lasse Andersson er úti av EM, sum byrjar 19. januar í Póllandi. Nýkosni heims­meistarin við norska kvinnu­lands­lið­ num, Ida Alstad, er vorðin út­leigað frá heim­lands­felag­ num Byåsen til ungarska stór­felagið Györ, har hon eftir ætlan skal avloysa tær skøddu Anitu Görbitcz og Zsuzsannu Tomori. Kappkoyr Fyrrverandi heimsmeistarin í formil 1, Fernando Alonso, hevði eitt ræðuligt ár saman við McLaren síðsta ár, har teir fingu eitt 9. pláss í lið- HM. Alonso lovar nú eitt betri 2016, og við autosport. com sigur hann, at hann væntar umfarstíðirnar verða heili tvey sekund betri í ár. Súkkling 31 ára gamli Vincenzo Nibali, sum vann Tour de France í 2014, verður ikki kapteinur fyri Astana í kappingini í ár. Hann ætlar sær at dúva upp á OL, meðan Fabio Aru fer at vera kapteinur í TDF. Tað er eisini væntandi, at hetta verður seinasta ár hjá honum við Astana. Team LottoNL-Jumbo heldur fram í súkkling. Hollendska blaðið De Tele­ graaf veit at siga, at stuðuls­ avtalan seinni í ár mest sannlíkt verður longd heilt fram til og við 2018. Í løtuni er Robert Gesing stóra stjørnan á liðnum, sum hevur mong ár á baki. Fyrrverandi vinnarin av Giro d'Italia, Ryder Hesjedal úr Kanada, hevði upprunaliga kunngjørt, at 2015 gjørdist hansara seinasta súkkluár, men nú kunnger hann, at hann heldur fram í eitt ár afturat. Hann skiftir samstundis frá Garmin til Trek-Segafredo. Talv Eftir ætlan skuldi danska talv­sambandið út­nevna ársins talv­spælara beint eftir nýggj­árið, men tá kundi heima­síðu­vertur­ in bara staðfesta, at at­ kvøðugreiðslan var álopin av teldu­sník­um, og at út­ nevning­in tískil er avlýst. Í staðin verður ein topp 10-listi kunn­gjørd­ur í kvøld. Tennis Kappingarárið í tennis er júst farið av bakkastokki, og í dag byrjar kvinnukappingin ASB Classic í Ný Sælandi. Danska Caroline Wozniacki skal í fyrsta umfari spæla ímóti Danka Kovinic úr Mentenegro. Klokkutíðin er framvegis ikki ásett. Rafael Nadal hevur fingið eina dreymabyrjan upp á kappingarárið í 2016. Í ársins fyrstu ATP-kapping í Abu Dhabi legði hann allar hinar aftur um seg, og vann eitt nú á landsmanninum David Ferrer. Í finaluni vann hann 7-6, 6-3 ímóti Milos Raonic úr Kanada.