Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Í síðsta dystinum, sum varð spældur undan jóla­steðg­ inum, eydnaðist tað mans­ liðnum hjá Neistanum at fáa javnleik á heimavølli ímóti eina­ráðandi oddaliðnum í FTZ-deildini. Hetta var eitt satt bragd, serliga tá ið hugs­ að verður um, at Neistin var aftanfyri við heili sjey mál­ um í hálvleikinum. Í granna­ upp­gerðini ímóti Kyndli, sum varð spæld í gjár, mundi tað eydnast Neistanum at endur­tikið bragdið. Líktist einum avgreiðsluspurningi Út frá stigatalvuni at meta varð væntað, at talan fór at blíva um ein spennandi dyst, tí at undan dystinum vóru tað bara trý stig, ið skilti høvuðs­staðargrannarnar á stiga­talvuni. Í fyrra hálvleiki og ein part inn í seinna hálv­ leik var dysturin tó alt annað enn spennandi. Kyndilsmenn uppbygdu sær skjótt eina leiðslu, og í hálvleikinum vóru seks mál á muni, 15-9 til Kyndil. Eftir hálvleikssteðgin helt Kyndil áfram við at økja um leiðsluna, og hetta bar við sær, at teir grønu komu framum heili 23-14. Spurn­ ing­urin tyktist bara at vera, hvussu stórur sigurin hjá Kyndli fór at verða. At enda vann Kyndil tó bert við ein­ um máli, tí at neistamenn ress­aðust av álvara síðstu løt­una í dystinum. Rói gekk á odda Tað vóru farnir 47 minuttir, tá ið Kyndil skoraði sítt 23. mál, men eftir hetta steðgaði Kyndil fullkomiliga upp. Kyndil skoraði ikki eitt einasta mál seinastu 13 minuttirnar. Tað tyktist sum, at menn hildu, at sigurin var heima, og millum annað varð væl leikandi málverjin hjá Kyndli, Jan Pauli Toft Johannesen, útskiftur við unga Tórð Guttesen, og tað var við til at vikna um leiðsluna hjá Kyndli, tí at nú skoraði Neistin millum annað upp á skot, sum fyrr í dystinum høvdu verið bjargað av Jan Paula. Hetta skal ikki skiljast sum, at Tórður er ein vánaligur málmaður, men heldur á tann hátt, at tað ikki gagnaði Kyndli at skifta ein væl spælandi málmann út. Samstundis hendi ein samanrenning av, at álopsspælið hjá Kyndli fór fullkomiliga í baklás, og verjan hjá Neistanum tók seg saman. Eisini byrjaði Nicholas Satchwell at sýna meira av meistarliga málmansspælinum, sum hann sýndi í áðurnevnda dystinum ímóti H71. Neistin byrjaði at tevja blóð, og júst sum ímóti H71 var tað vinstri vongurin hjá Neistanum, Rói Berg Hansen, sum gekk á odda við málskjótingini. Hann skoraði heili níggju mál. Tá ið ein minuttur var eftir var leiðslan hjá Kyndli tódnað frá 23-14 til 23-22.  Síðsti minutturin Í síðsta minuttinum var tað fyrst Neistin, ið hevði álop. Jan Pauli var komin inn aftur í málið hjá Kyndli, og nú var kyndilsverjan tættari enn nakrantíð, tí at neistamenn sluppu ikki til skot. Tað end­ aði við, at armurin hjá dóm­ ara­parinum reyk upp, og tí mátti Neistin stilla upp til skot, ið Teis Horn Rasmussen kast­aði væl omanfyri málið.  Nú fór Kyndil í álop, har arm­urin hjá dómarunum eis­ini varð koyrdur upp, áðr­ enn skot varð sent ímóti mál­ inum. David Edvardsen, ið ikki skoraði eitt einasta mál í gjár, skeyt upp á mál, men Satchwell gjørdi ikki at mæt­ari enn at lofta skot­inum hjá vanliga, danska stór­skjútt­anum hjá Kyndli. Nú vóru 10 sekund eftir av dyst­inum, og venjarin hjá Neist­anum, Jónleif Sólsker, valdi at taka timeout. Ístaðin fyri at skunda sær at skjóta upp á mál og vóna, at bólturin reyk inn, so valdi Neistin at royna eina heldur torføra detalju, ið má sigast at vera ring at útinna, tá ið trýstið er so stórt, sum tað er í síðstu sekundunum í einum so tøttum hondbóltsdysti. Bólt­urin varð spældur út til Róa á vinstra vongi, ið sendi bóltin tvørturum feltið, har ætlanin var, at Andras Joensen skuldi leypa inn og gera ein sonevndan »flúgvara«. Andras gjørdist tó ov stuttur at náa send­ing­ ini, og so var alt leyst og lið­ ugt. Kyndil vann 23-22. Triði sigurin á rað hjá Kyndli Kyndil hevur av álvara fingið vind í seglini og meldað seg inni í stríðið um seinna finalu­plássið, tí at sigurin í gjár var triði sig­ur­ in á rað. Fyrr í ár hevur tað verið ein trupul­leiki, at ov nógv ábyrgd hevur lig­ið á herðunum á David Edvard­ sen at skora neyð­ugu mál­ini, men í gjár vóru heili níggju mans, sum skor­aðu mál­ini hjá Kyndli. Tað var tó bein­ leiðis løgið, at tað ikki skuldi eydn­ast topp­skjútt­anum hjá Kyndli í hesum kapp­ingar­ár­ inum, sum er David Edvard­ sen, at skora eitt einasta mál. Orðini eigur stórskjúttin hjá Neistanum, Rói Berg Hansen, sum var ein sera vónsvikin maður eftir grannauppgerðina ímóti Kyndli, ið teir grønu vunnu við einum máli. Eisini eru aðrir dystir blivnir spældir í bæði FTZ- og Hvonn-deildini hetta vikuskiftið VERRI AT TAPA VIÐ EINUM MÁLI ENN 10 MÁLUM »Kenslan at tapa við einum máli er verri enn kenslan, tá ið tapt verður við 10«. Hetta eru fyrstu orðini hjá 19 ára gamla Róa Berg Hansen, tá ið hann varð biðin at seta orð á, hvussu tað kendist at vinna so nógv mál inn á mót­støðu­liðið, men kortini ikki fáa nakað burturúr stríð­num. Rói gjørdist topp­ skjútti hjá Neistanum í gjár. Hann skoraði níggju mál. – Kyndil kemur framum við níggju málum, tí at vit leypa ikki á málið, eru sera ófarligir og kasta eitt hav av bóltum burtur. Kyndil revs­ aði hetta við teirra nógvu skjótálopum, og so er skjótt, at munurin gerst stórur. Vit fóru út á vøllin fyri at halda nakr­ar avtalur, sum millum ann­að innibar, at vit tóku eitt álop og eina verju at gang­in, og síðani mátti tað røkka so langt sum tilber. At enda rakk tað so akkurát ikki. Tað tyktist at vera vón­ leyst hjá Neistanum at fáa nakað burturúr granna­ dyst­inum í gjár, men sein­ astu 13 minuttirnar gekk alt brád­liga eftir vild hjá Neista­num. – Hetta minnir um síðsta dystin undan jóla­steðg­ inum ímóti H71, tá ið vit eitt petti inni í seinna hálv­ leiki fullkomiliga fáa skil á verjuna hjá okkum. Eg havi sagt tað so mangan í ár, at okkara lið er júst líka gott sum hini liðini, men trupul­ leikin er, at vit megna ikki at halda eitt nóg gott støði í einum heilum dysti. Tað er hent so ofta nú, og tað sær ikki út til at blíva betur, sigur Rói bersøgin Í seinasta álopinum í dyst­inum royndi Neistin at skora við at gera ein »flúgv­ ara«, ið als ikki er lættasta hondbóltsdetaljan at fremja. Neistin tók timeout beint undan seinastu sek­ und­unum, og Rói greiðir so­leiðis frá seinastu løtuni: – Vit avtalaðu, at vit skuldu leggja eitt press á verj­una hjá Kyndli, sum end­aði við, at eg skuldi leypa inn og kasta ein flúgv­ara yvirum til Andras (Joensen). Tað eydnaðist tí­ verri ikki. Detaljan er ring at fáa at rigga, men vit høvdu avtalað hetta áðrenn dystin, og vit valdu at halda okkum til hesa avtaluna. Men tað riggaði ikki serliga væl, tí at eg ikki veruliga fekk lopið inn í feltið. Tú ert toppskjútti við níggju málum í dag, og tú ert næstan tann einasti veru­ligi málskjúttin á lið­ num. Hevði tað ikki verið skila­betri at lagt bóltin av til tín og vónað tað besta? – Hevði eg kunnað lopið betri inn í hasum síðstu sek­und­unum, so hevði tað blivið ein nógv meira vanda­ mikil støða, men av tí, at vit bara hava 10 sekund og ikki fáa lagt pressið nóg væl, so verður tað rættiliga lætt hjá teim­um at verja fyri. Støð­an hevði helst kunnað verið hand­farin betri, men vit vóru allir samdir um, at hatta var tað besta at royna, vóru seinastu orðini frá Róa. RÓI: VIT ERU OV ÓSTABILIR