Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 ÍTRÓTTUR Neistin má hinvegin iðra seg ótrúliga nógv um, at liðið ikki megnar at spæla væl í samfullar 60 minuttir, men bara glitrar í løtum. Sum Rói Berg Hansen tekur til aðra­ staðni á síðuni, so er tað ein verri kensla at tapa við ein­ um máli enn at tapa við 10, tí at tað restar so ótrúliga lítið í, tá ið bert eitt mál er á muni – serliga í einum hond­bólts­ dysti. VÍF greiddi sína skyldu Dysturin ímillum Neistan og Kyndil var ikki einasti dyst­ urin, ið varð spældur í FTZ- deildini í gjár. Í Vest­manna tók nummar tvey í deild­ini, VÍF, ímóti liðnum, sum er aftast og hevur tapt hvønn einasta dyst í hesum kapp­ ingar­árinum, Team Klaksvík. Dómaraseðilin ber brá av, at dysturin hevur verið rættiliga tættur í fyrra hálv­ leiki, tí at hálvleiks­støðan var 18-15 til VÍF. Sum so ofta fyrr, so megnaði Team Klaks­vík tó ikki at fylgja við í seinna hálvleiki, og endaliga úrs­litið gjørdist 34-25 til VÍF. Ein trivaligur og væntaður sig­ur til vestmenningar. Óvanliga fá mál í oddabrakinum í Hvonndeildini Tveir dystir eru eisini blivnir spældir í Hvonndeildini í gjár. Undan mansdystinum vóru tað kvinnurnar hjá Neist­anum og Kyndli, ið brustu saman í einum sann­ um oddabraki, um hugt verður eftir stigatalvuni. Sein­astu ferðirnar, har liðini hava spælt, hevur Neistin havt yvirtakið, og tað høvdu neista­kvinnur eisini í gjár. Enda­liga úrslitið gjørdist 16-11 til Neistan. Tað er sera, sera óvanligt, at so fá sum 27 mál verða skorað í ein­um hondbóltsdysti, sum var­ar 60 minuttir. Um hugt verður eftir øllum úrslitum frá fyrr­ ver­andi dystum í Hvonn­ deild­ini í ár, so setti dysturin í gjár met. Onki lið í ár hevur vunnið ein dyst við so fáum málum, ið Neistin skoraði í gjár, 16, og onki lið hevur skorað so fá mál í einum dysti, sum Kyndil skoraði í gjár, 11. Samanlagda talið av málum í dystinum er eisini tað lægsta í ár. Dysturin í árs­ ins kappingarári, har næst­ fægst mál eru skorað, bleiv lagn­unnar speisemi eisini spældur ímillum Kyndil og Neistan. Tann dyst­urin varð spæld­ur 12. november, og end­aði hann 16-15 til Neistan. Eisini er áhugavert at nevna, at fyri fyrstu ferð í ár var Birita Wardum, sum annars steðgaði við hond­ FTZ deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 H71 14 375 298 77 25 2 VÍF 14 383 366 17 18 3 KÍF 13 319 293 26 15 4 Kyndil 14 368 345 23 15 5 StÍF 14 365 358 7 13 6 Neistin 14 325 341 -16 10 7 Team Klaksvík 13 298 432 -134 0 HVONN deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNIN MÁL TAPT MÁL MUNUR STIG 1 Neistin 12 293 222 71 21 2 Kyndil 12 281 225 56 18 3 VÍF 11 287 261 26 14 4 Stjørnan 12 243 313 -70 8 5 StÍF 12 243 286 -43 6 6 VB 11 230 270 -40 3 HVONN DEILDIN: Neistin - Kyndil 16-11 (10-5) Neistin: Marjun Danberg 6, Eir Berg 3, Jacklin Durhuus 2, Lilja Mohr 1, Ása Dam á Neystabø 1 og Brynja Høj 1 Kyndil: Randi S. Wardum 3, Turið Arge Samuelsen 3, Irena Dam 1, Bjarta Johansen 1,  Anna Brimnes 1, Bára Krossteig Hansen 1 og Ásleyg Súnadóttir 1 Stjørnan - StÍF 20-17 (9-7) Stjørnan: Martha Belic 6, Jórun B. Nielsen 4, Tóra Eliasen 4, Jansy Jacobsen 2, Kristina Poulsen 1, Una Váðklett 1, Judith Hansen 1 og Ella Petersen 1 StÍF: Birna Tummasardóttir 5, Rebekka Justinussen 5, Paula B. Høgnesen 3, Súnfríð B. Johansen 2 og Fríðrún Danielsen 2 FTZ DEILDIN: Neistin - Kyndil 22-23 (9-15) Neistin: Rói Berg Hansen 9, Teis Horn Rasmussen 4, John í Innistovu 2, Jugoslav Djumic 2, Beinur Davidsen 2, Andras Joensen 1, Sjúrður Thomasen 1 og Terji Mørk 1 Kyndil: Bjarni Sørensen 6, Ludvík Súnason 3, Finnur Hansson 3, Josef Abrahamsen 2, Høgni Klein Olsen 2, Torvald Abrahamsen 2, Hjalti Mohr Jacobsen 2, Hørður Fannar Sigtórsson 2 og Frank B. Askildsen 1 VÍF - Team Klaksvík 34-25 (18-15) VÍF: Hanus Christophersen 7, Julian Olsen 7, Filip Jojic 7, Áki Egilsnes 5, Niklas Selvig 3, Danny Brandt 2, Agnar Joensen 1, Andrias Eriksen 1 og Sjúrður Olsen 1 Team Klaksvík: Bogdan Florea 8, Hanus Norðberg 5, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Dánjal Kjærbo 4, Jens Pauli Mohr 3 og Niels Viggo Niclasen 1 Eftir dystin í gjár var onki at siga til, at bert 25 ára gamli høvuðsvenjarin hjá Kyndli, Julian Johansen, var ein lætnaður maður. Spurd­ur, um hann var bangin fyri at missa leiðsl­ una í seinastu minuttunum, svaraði hann soleiðis: – Eg var ikki fjáltur­ stung­in. Sum venjari verð­ ur tú noyddur at síggja loysnir, tá ið tað gongur illa, so tá er ikki pláss fyri nerv­um. Vit sóu so ongar loysnir teir síðstu 15 min­ uttir­nar, so tað mugu vit ar­beiða við, sigur Julian Johansen. Spurdur um orsøkirnar til, at Kyndil kom framum við heili níggju málum, vísir Julian á breiddina og góðu ferðina í spælinum hjá Kyndli. – Vit koma so langt fram­um, tí at vit spæla við nógvari ferð og skifta nógv út. Vit orka at spæla við nogv­ari ferð, og tað ger mun. Allir leikarar levera í 45 minuttir í dag - tá kann eg ímynda mær, at onnur lið fáa trupulleikar, tá ið tey spæla ímóti okkum. Sum tað stendur aðra­ staðni, so skoraði Kyndil onki mál eftir 47. minutt. Julian hevði tískil alla orsøk at vera ónøgdur við av­rikið hjá liði sínum sein­ astu fjórðingin av dyst­ inum. – Vit steðga at spæla eftir málinum, og vit halda, at vit hava vunnið. Vit taka tað ov róligt og so er skjótt, at tað skiftir í hondbolti. Vit brenna fríar kjansir og taka okkum av løttum í retur­renn­ingunum. Tá verð­ur man revsaður ímóti Neista­num. Hvussu svárt hevði tað verið at mist eina leiðslu upp á heili níggju mál? – Tað hevði verið ein van­lukka. Tað var sera um­ráð­andi, at vit fingu tvey stig á kontuna, vóru sein­astu orðini frá Juliani Johansen, venjara hjá Kyndli. neli@sosialurin.fo bólti á ovastu, føroysku rók eftir farna kappingarár, aftur at síggja á liðnum hjá Neist­anum. Heimasigur í Klaksvík Seinasti dysturin í hesum hond­bóltsumfarinum varð spældur í Klaksvík, har Stjørnan og StÍF hittust. Dysturin endaði við sigri til Stjørnuna, 20-17. Hálv­leiks­ støðan var 9-7 til heimaliðið. Stórdystur í mans­ deildini mikukvøldið Tríggir dystir verða spældir í FTZ-deildini mikukvøldið, og eru teir hesir: StÍF- Kyndil, Team Klaksvík-KÍF og VÍF-H71. Serliga verður spenn­andi at fylgja við í dyst­inum ímillum VÍF og H71, tí at her er talan um numm­ar tvey og nummar eitt í deild­ini. Í Hvonndeildini verða tveir dystir spældir miku­ kvøldið. StÍF-Stjørnan og VÍF-Kyndil. JULIAN: VANLUKKA AT MIST STIGINI