Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tað verður ein endurtøka av flestu finalunum seinnu árini, tá steypafinalan í flogbólti hjá monnum verður. SÍ og ÍF eru í finaluni SÍ OG ÍF Í FINALUNI Tróndur Arge Eisini hálvfinalurnar hjá monn­um vóru spældir á Hálsi leygardagin. Her hava SÍ og ÍF í fleiri ár verið í final­unum. Í nøkur ár hevur ÍF verið einaráðandi, men soleiðis er ikki longur. SÍ vann FM farna kappingar­ ár, og er á odda í lands­kapp­ ingini. ÍF vann á Ternuni ÍF og Ternan møttust í einum stríðið um eysturoynna. Her vann ÍF 3-0, men úrslitið sigur ikki alt um gongdina í dystinum. Tí tað var als ikki uttan stríð, at ÍF vann á Ternuni av Toftum. Nýggja liðið í EIK-liguni stríddist sum úlvur í skóg um hvønn bólt, og javni settmunurin prógvar eisini hetta. Tá alt kom til alt, so vóru tað nógvu royndirnar hjá ÍF í slíkum dystum, sum avgjørdu settini og endaliga úrslitið. Settini endaðu 25-21, 25-23 og 25-21. SÍ tryggan sigur SÍ vann tryggan 3-0 sigur á Fleyr í hini hálvfinaluni. SÍ er helst sterkasta liðið í kapp­ ingini í løtuni, og sigurin kemur ikki óvart á. Talan var ikki beinleiðis um bank, men settúrslitini vóru rímiliga greið.  Tað var ongantíð ivi um hvat lið fór at vinna, eftir at liðini í fyrsta setti fylgdust upp á umleið 10-10. Eftir hetta var liðið úr Sørvági klárt tað betra. Settini end­ aðu 25-19, 25-16 og 25-15. Steypafinalan verður 20. feburar í høllini á Hálsi. trondur@sosialurin.fo