Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Um vikuskiftið vóru hálv­ final­urnar til steypa­final­ urnar hjá kvinnum í flogbólti spældar. Dystirnir vóru spældir í høllini á Hálsi í somu umstøðum, sum tá sjálv finalan bleiv spæld. Tað setti sín dám á, og tað vóru fleiri áskoðarar til dystirnar. Gýsari Mest spennandi hálvfinalan hjá kvinnum var millum Fleyr og KÍF. Fleyr vann fyrsta settið 25-18 rættuliga trygt, men síðani stóð tað KÍF á øllum bóltunum heilt fram til 24-20 til KÍF í 4. setti. KÍF vann annað sett 25-21 og triðja settið heili 25-17. Og í fjórða setti var tað alla tiðina KÍF sum var frammanfyri og førdi til sein­ast 24-20, og kundu tær tryggja sær finaluplássið við bert at vinna ein bólt afturat – áskoð­ararnir høvdu næstan reist seg, men so byrjaði Fleyr at bíta frá sær, og tær megn­aðu við góðum spæli at vinna settið 26-24. So var 2- 2 í settum. Fleyr byrjaði sum eitt óløgi í 5. og avgerandi sett­ inum og komu framum heili 14-3, við m.a. sera góðum serv­um frá Evu Nagata Winther, sum servaði flestu av hesum servunum. Og endin á settinum gjørdist at Fleyr vann settið 15-7, og har­ við finaluplássið. Ein góð og undir­haldandi hálvfinala. SÍ vann á TB Fyrr á degnum var hálv­ finalan millum SÍ og TB. SÍ kvinnunar vunnu hálv­final­ una, og skulu sostatt spæla móti Fleyr í finaluni. Dysturin endaði 3-1, eftir at TB hevði vunnið fyrsta sett­ið 25-18. Men eftir hetta var tað SÍ, sum stóð fyri tí betra og meira trygga spæl­ inum. Settini endaðu 25-19, 19-25, 18-25 og 19-25. trondur@sosialurin.fo Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti: KÍF - Fleyr 2-3 (18-25, 25-21, 25-17, 24-26 og 7-15) TB – SÍ 1-3 (25-19, 19-25, 18-25 og 19-25) Tað verða Fleyr og SÍ, sum møtast í steypafinaluni hjá kvinnum. SÍ vann á TB, meðan Fleyar og KÍF spældu ein sannan gýsara í hinari hálvfinaluni. Tað endaði við, at Fleyr vann 3-2 FLEYR OG SÍ Í STEYPA­FINALUNI HJÁ KVINNUM Myndir: Álvur Haraldsen