mánadagur 4. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Hey Jóan Símun og gott
nýggjár. Nú hevur tú
so vunnið kappingina á
TV3Sport um at skjóta
ársins flottasta mál.
Hevði tú væntað tað?
Nei, tað hevði eg ikki væntað,
men aftaná at fleiri persónar í
familjuni hava heitt á fólk, um at
stemma uppá mítt mál, so vænt
aði eg at eg gott kundi fáa nakrar
stemmur. Sum heild hevur hatta
ikki fylt serliga nógv hjá mær.
Uttan tað, at tað er stuttligt at
vera í hasum selskapinum.
Heilt erligt – Hevur
tú rikið vælstríð og
atkvøtt sjálvur?
Heilt erligt so havi eg stemma
einaferð uppá meg sjálvan. Val
stríð havi eg ikki ført, men tað
hevur heldur ikki verið neyðugt,
tí serliga mamma og gumma hava
fiskað øgiligt eftir stemmum.
Haha, fair nokk, men
tú endar frammanfyri
Neymar og Christian
Benteke. Hvat sigur til at
vera í slíkum selskabi?
Hatta verður nokk einastu ferð, at
eg sleppi at vera í slíkum selskapi,
so eg havi givið mær loyvi til at
reypa eitt sindur um tað. Men
sum heild er tað bara skeg at vera
í hasum selskapinum.
Fyriuttan málið, hvat var
títt hæddarpunkt í 2015?
At vera við til at vinna á grikkum
enn einaferð, var heilt klárt mítt
hæddarpunkt í 2015. Fyriuttan tað
gleðist eg eisini serliga um, at eg
aftur fekk møguleikan í 2015 at
liva av tí, sum eg elski. Nemliga at
spæla fótbólt.
Hevur tú sett tær eitt mál
fyri 2016, og um so hvat?
Mítt mál fyri 2016 er heilt klárt at
spæla í bestu deildini í Danmark
– í seinasta lagi aftaná summar
steðgin.
trondur@sosialurin.fo
Vikan ið fór
Jóan Símun Edmundsson
vinnur atkvøðugreiðsluna hjá
TV3Sport.dk um ársins mál.
Hann vinnur tað frammanfyri
Neymar úr Barcelona og
Christian Benteke úr Liverpool.
Í føroysku kappingini er tað
Jákup B. Andreasen úr KÍ,
sum fær flestar atkvøður
í atkvøðugreiðsluni um
ársins mál í Effo-deildini
2015. Talan er um vakurt
langskot, sum er tað fyrsta
í Effo-deildini hjá 17 ára
gamla KÍ spælaranum.
47 ára gamli fyrrverandi
málverjin hjá Newcastle, Pavel
Srnicek, doyr. Fyrrverandi
landsliðsmálverjin hjá Kekkia
fær hjartasteðg og doyr
tíggju dagar seinni. Hann
hevur millum annað spælt
ímóti Føroyum í 1997.
24 ára gamli Sergi Guardiola
er bara Barcelona spælari í
fáar tímar, tí felagið finnur
útav, at hann hevur skrivað
ymiskt niðrandi um Katalonia
og Lionel Messi á twitter.
07 Vestur kunnger, at 22
ára gamli argjamaðurin,
Tóki á Lofti, spælir við 07
Vestur í kappingarárinum
2016. Tóki hevur spælt
við bæði B36 og AB.
Manchester United vinnur
fyrsta dystin í níggju royndum,
tá teir vinna 2-1 á Swansea á
Old Trafford. Wayne Rooney
skorar avgerandi málið
hegnisliga við halinum.
Gary Anderson vinnur PDC
heimsmeistaraheitið í dart.
Skotin vinnur tað fyru aðru
ferð upp í slag. Samanlagt
hava 66 túsund áskoðarar
sæð dart endaspælið sein
astu fimtan dagarnar.
...við ítróttinum
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
5 SKJÓTIR
Hetta er søgan um mest umtalaða
skiftið
í
íshokky
nakrantíð.
Wayne Gretzky er størsti íshokky
spælarin nakrantíð. Í 1988 skifti
hann frá Edmonton Oilers í heim
landinum Kanada, til Los Angeles
Kings í USA.
Wayne Gretzky er um hetta
mundi á toppinum í síni yrkisleið,
og setur eitt met fyri og annað
eftir. Men eftir Stanley Cup sig
urin í 1988 byrjar tilgongdin til
skiftið, sum hevur fingið sítt heilt
egna heiti »The Trade«.
Skiftið hevur stórar avleið
ingar fyri Edmonton Oliers. Fleiri
viðhaldsfólk í Kanada gerast
eisini í øðini um skifti – og kalla
Wayne Gretzky fyri landasvíkjara.
Í Los Angeles snýr lívið seg í
minni mun um íshokky, ið mun til
í Edmonton og Kanada. Hetta er
søgan um skiftið, sum fleiri meta
setti NHL á breddan longur suðri
í USA.
Dokumentarurin er ein partur
av eini ESPN framleiðslu, har teir
gjørdu 30 dokumentarar í sam
band við, at ESPN hevur 30 ár
á baki. Dokumentarurin er væl
gjørdur, og tað eru fleiri áhuga
verdar samrøður og áhugaverd
sjónbandabrot í dokumentar
inum.
Tú verður nærmast drigin
aftur í 1988, og tað er líka mikið
um tú hevur skil fyri íshokky ella
ikki.
Alt í alt ein gjøgnumførdur
dokumentarur, sum avgjørt er
verdur at hyggja eftir.
LES HANA UM: tú hevur eitt sind
ur av áhuga fyri ítrótti, ella leitar
eftir einum góðum dokumentari,
ið hevur ítrótt sum bakgrund.
Fylgir tú við íshokky, so er hann
eitt krav at síggja.
IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: Um
tú als einki vilt vita um nakað
rundanum ítrótt. Sigur Wayne
Gretzky tær slett einki, so kanska
tú skalt hyggja eftir onkrum
øðrum.
HVUSSU ER DOKUMENTARURIN
AT HYGGJA EFTIR: Eg bleiv fang
aður og kendi meg eina løtu sum
íshokky elskara. Havi aldrin sæð
ein heilan dyst.
HVAT SIGUR TÚ? Vert at brúka
tíð uppá. Serliga tá øll hyggja so
nógv eftir uppdiktaðum serium í
dag, so kanst tú akkurát tað sama
læra nakað á vegnum.
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Dokumentarurin varð gjørdur í 2009. Peter Berg hevur stjórnað dokumentarinum. Wayne Gretzky er í dag 54 ára gamal, og
hevur eisini roynt seg sum venjara. Hann er giftur sjónleikaranum Janet Jones. Saman hava tey fimm børn.
Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United,
um innskiftingina av Ander Herrera
Cristiano Ronaldo í samrøðu við El Mundo
– Eg skifti hann bara inn fyri at drála og
provokera Swansea, tí teir drálaðu allan dystin
– Eg havi eitt fantastiskt lív, men haldi eg fari at njóta
tað meira, tá eg verði liðugur við fótbóltin. Leygar
dagin er ein boksidystur í Las Vegas, og eg vildi fegin
farið hagar við vinum mínum, men eg havi ikki stundir.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Jóan Símun Edmundsson
Aldur: 24
Ítróttur: Fótbóltsspæalri í Vejle BK
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvat er tað mesta, tú kanst fáa í dart við trimum pílum?
2 Hvussu eitur danska hondbóltsfelagið hjá Jóhan á Plógv
Hansen?
3 Hvussu eitur heimsins skjótasti maður á 100 metrum?
4 Hvussu eitur nýggi venjarin hjá NSÍ?
5 Brandur H. Olsen er fjórði føroyingurin í Vendsyssel.
Hallur Hansson, René S. Joensen og ?
6 Hvussu eita Klitschko beiggarnir, ið eru kendir í
boksiheiminum?
7 Hvussu eitur bretski boksarin, sum vann fýra boksibelt
frá øðrum av Klitschko beiggjunum í desember?
8 Hvør er viðkomandi á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: 180, 2: Bjerringbo-Silkeborg,
3: Usain Bolt, 4: Anders Gerber, 5: Meinhard
Olsen, 6: Waldimir og Vitali, 7: Tyson Fury,
8: Torvald Abrahamsen
Dokumentarurin:
A King’s Ransom