Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. januar 2016 · Nr. 1 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Hetta verður árið, har Pál Vitalis Joensen enn eina ferð fær møguleikan at taka lut í eini OL kapping. Olympisku leikirnir vera í Rio de Janeiro í summar, og tað er sannlíkt, at Pál verður millum teirra, sum skal taka lut í 1.500 metra frí kappingini. Pál var eisini við til OL í London, sum var fyri skjótt fýra árum síðani. Síðani tá er Páls Høll reist í Vági, og tað er helst størsti sigurin av øllum, tí nú hevur Pál enn eina ferð víst vegin fyri restini av føroyskum ítrótti. Hetta verður eisini árið, har vit fáa Cristiano Ronaldo á vitjan. Vit eru í bólki við Portugal, sum hevur heimsins besta fótbóltsspælara á liðnum. Tað bleiv gjørt nógv burturúr, tá Zlatan Ibrahimovic og Svøríki vóru í Føroyum fyri nøkrum árum síðani. Hetta verður nógv størri. Cristiano Ronaldo hevur tríggjar ferðir vunnið heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari, og hevur vunnið Champions League við bæði Manchester United og Real Madrid. Tað er ein framíhjárættur, at føroyskir spælarar sleppa at royna seg móti slíkum heimsstjørnum. Umframt Portugal, so skulu vit eisini spæla móti Ungarn, Letlandi og Sveis. Føroyskur landsliðshondbóltur er komin aftur á breddan, eftir áhaldandi arbeiði frá hondbóltssambandinum. Vónandi verður 2016 eitt ár, har vit aftur kunnu staðfesta, at føroyskur hondbóltur er á veg fram. Vit hava A-landsliðið og fleiri ungdómslandslið, sum hava prógvað, at tað er dugur í okkara spælarum. Vónandi kann hetta eisini síggjast aftur í landskappingini, sum til tíðir hevur ov nógvar óspennandi dystir, tí tað er ov stórur munur á – og tí annað felagið ikki hevur nakað at spæla fyri. Flogbolturin spælir í løtuni triðju violin, meðan fótbólturin og hondbólturin vinna dystin móti flogbóltinum. Hetta kappingarárið er stytt nakað, og tað trúgvi eg kann bjarga flogbóltinum. Í stað fyri at kappast, so skal flogbólturin tillaga seg til eitt vist, so er nógv at vinna. Annað enn tað, so er flogbólturin eisini á veg fram. Tað sóu vit til hálvfinalurnar í steypakappingini, sum nú eru ein minni útgáva av finalunum, sum er absolutta hæddarpunktið á føroysku kappingini. Hetta verður vónandi eisini árið, tá umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti blíva betri. Tórshavnar kommuna hevur játtað at brúka hálvt hundrað milliónir krónur upp á íløgur til ítróttaranlegg. Hetta er hart tiltrongt fyri fleiri – fyri ikki at siga allar – ítróttargreinarnar. Gott nýggjár, við vón um at 2016 verður eitt gott ítróttarár fyri Føroyar Vælkomin til 2016 Ítróttar klumman Tróndur Arge Spaniólar til B68 Tróndur Arge B68 er aftur í bestu deildini, men hava brúk fyri hjálp, um liðið skal standa seg betri enn seinast teir vóru í bestu deildini. Í hesum førinum hevur felagið leitað sær til Spania, at finna spælarar. ­– Vit fáa javnan boðið spæl­ arar úr at kalla øllum heim­ in­um frá um­boðs­monn­um, sigur Niclas Davidsen, for­ maður í B68. Felagið leitar í løtuni eftir einum verju­kendum mið­ vallara og einum áleypara. Fyri­bils hevur felagið sett navn á verju­kenda mið­ vallaran. Talan er um ein harra við klassiska spanska navninum Pedro. Felagið hevði eisini ein áleypara í kikaranum, men tað er ikki blivið til nakað. Í løtuni verður bara leitað eftir tveimum spælarum. – Sum støðan er í løtuni, so leita vit eftir einum verju­ kendum mið­vallara og einum á­leyp­ara, sigur Niclas Davidsen, formaður í B68. Ikki fyrst ferð Hetta er ikki fyrstu ferð, at B68 roynir seg við spæl­ar­um frá meiri eksotisk­um lond­ um. Um aldar­skirftið stóðu fýra spælarar úr Brasil í kavanum á Svanga­skarði. Teirra millum áleyp­arin Marcello Marcelino og verju­ spælarin Messias Perreira. Í 2008 komu eisini spæl­ar­ar úr Senegal, sum síðani hava gjørt um seg í føroyskum fót­bólti. Eitt nú Ndende Adama Guéye og Ahmed Keita. So verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast Pedro og einum møgu­ligum lands­manni á Svanga­skarði. Ongin spanióli Yvirlitið hjá Faroesoccer gevur onga á­bend­ing um, at nakar spanskur fót­ bólts­spælari hevur verið í føroyskum fótbólti fyrr. Spanska lands­liðið spældi í Føroyum í 1996. Tann dystin vunnu spaniólar 6-2, eftir at Todi Jónsson javnaði fyri Føroyar tíðliga í seinna hálv­ leiki. Sostatt er líkt til, at verju­ kendi mið­vall­ar­in Pedro verður fyrsti spaniól­in í føroysk­um fótbólti. trondur@sosialurin.fo Pedro er navnið á einum av helst tveimum spaniólum, sum skulu spæla við B68 komandi kappingarár. B68 hevur fyrr gingið á odda við spælarum úr heldur eksotiskum londum www.nordlysid.fo: Klaksvíkingurin Henry Heinesen skifti eftir farna kappingarár til ÍF. Men hetta skiftið verður møguliga av ongum, tí fyribils spælir Henry ikki fótbólt í 2016 vegna broyttar arbeiðsumstøður www.b36.fo: Enn meira gleðiligt er, at samlaða úrtøkan í fjør gjørdist somikið góð, at B36 samanlagt gjørdist mest vinnandi felagið í landinum www.fif.fo: Men rennarar ræðast ikki vind og regn, og tað sást aftur í luttakaratalinum, tá fleiri enn 60 rennarar stóðu á startstrikuni á Funningsfjarðarvegnum, tilreiðar til teir góðar 21 kilometrarnar í strævnum mótvindi út til Tofta kei www.fsf.fo: FSF hevur lagt eitt uppskot fyri feløgini um eina solidariska skipan viðvíkjandi býti av tí peningi, sum feløgini fáa frá UEFA sum gjald fyri luttøku í evropeisku kappingunum. FSF vónar at semja fæst um henda spurning í komandi ári Heimasíðurnar skriva: Her skorar brasilski Marcello Marcelino móti B36 í Gundadali. Hann bleiv næst toppskjútti í deildini í 2000, og skoraði samanlagt 28 mál í 52 dystum í bestu deildini í Føroyum Mynd: (Álvur Haraldsen)