týsdagur 5. januar 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú hevur landsstýrið sett á arbeiðið at fáa eina endaliga loysn á áganginum hjá Sea Shepherd
NÚ SKAL ENDALIG
BILBUGT FÁAST VIÐ
SEA SHEPHERD
STEÐGA ÁGANGI
Áki Bertholdsen
– Vit skulu hava endaliga
bilbukt við áganginum hjá
umhvørvisfelagsskapinum,
Sea Shepherd, ímóti grinda
drápinum í Føroyum.
Tað staðfestir Poul Mich
elsen, landsstýrismaður í utt
anríkisviðurskiftum.
Spurningurin um, hvussu
ágangurin hjá Sea Shepherd
ímóti okkum kann basast,
hevur verið afturvendandi
til umrøðu í politisku skip
anini, og nú hevur spurning
urin eisini verið til viðgerar á
landsstýrisfundi.
Trupulleikin er í tveimum.
Annar parturin er sjálv
grindalógin, har tað hevur
elvt til øsing, at tey, sum
síggja eina grind, men ikki
boða frá henni, fáa 25.000
krónur í bót.
Tað er eitt mál, Høgni
Hoydal umsitur í lands
stýrinum, og nú fer hann at
leggja uppskot fyri Løgtingið
um at avtaka revsingina.
Kanna møguleikarnar
Men tann spurningurin, sum
er nógv meiri umfatandi, er,
hvussu vit forða fyri, at Sea
Shepherd sleppur at gera seg
inn á okkum, yvirhøvur.
Tað er ein torgreiddur
spurningur, tí har eru bæði
okkara egnu lógir, og altjóða
lógir og sáttmálar, at hugsa
um.
Men Poul Michelsen sig
ur, at arbeitt verður á øllum
mótum, tí tað er eingin ivi
um, at ágangurin frá Sea
Shepherd á okkum, skal fáa
ein enda, sigur hann.
Hann sigur, at í løtuni
verður útgreinað, hvørjar
heimildir, vit hava, uttan at
bróta okkara egnu lógir, og
uttan at bróta altjóða sátt
málar.
Tann útgreiningin verður
skjótt liðug og so verður
støða tikin til, hvat skal ger
ast.
– Men talan kann eisini
verða um at leggja uppskot
fyri Løgtingið fyri at útvega
føroyskum myndugleikum
víðari heimildir í hesum sam
bandi, leggur landsstýris
maðurin afturat.
Hann sigur, at bíðað verð
ur eisini eftir dóminum í
Føroya Rætti seinni í mán
aðinum, har fólk frá Sea
Shepherd eru ákærd fyri at
bróta grindalógina. Tað mál
ið er sermerkt við tað, at tá
sigldi skjóttgangandi bátur
frá Sea Shepherd beint ígjøg
num grindina og rýmdi und
an løgregluni. Kortini varð
hald lagt á bátin í Hetlandi
nakað eftir tað.
– Skuldi Sea Shepherd
verðið fríkent, fyriliggur ein
nýggj støða og tí kann úr
slitið av tí dóminum eisini
fáa týdning fyri, hvørj stig
vit fara at taka, ella um neyð
ugt verður at útvega okkum
fleiri heimildir, sigur lands
stýrismaðurin.
– Vit fara at gera tað, sum
er neyðugt at gera, fyri at
steðga áganginum, tí tey
skulu ikki sleppa at týggja
sær, sum tey vilja, leggur
hann afturat.
Strika skipini
Poul Michelsen vísir eisini á,
at skipini hjá Sea Shepherd
eru skrásett í Niðurlondum.
– Stjórnin í Niðurlondum
má sostatt taka ábyrgd fyri,
hvat skip ið teirra skipa
skráseting verða brúkt til. Og
verða tey brúkt til ólógligt
virksemi, eigur stjórnin í
Niðurlondum at taka stig til
at steðga tí.
– Tí fara føroyskir mynd
ugleikar nú at vísa mynd
ugleikunum í Niðurlondum
á, at skip, sum eru skrásett
hjá teimum, verða brúkt til
ólógligt virksemi í Føroyum,
so at tey fáa stegða teimum,
ella so at tey fáa strika skip
ini hjá Sea Shepherd úr teirra
skipaskráseting.
Poul Michelsen sigur, at
tað er hent áður, at lond hava
strikað skipini hjá Sea Shep
herd út skrásetingini, tí tey
hava verið brúkt til ólógligt
virksemi.
Annars hevur verið talan
um at bannað skipum hjá
Sea Shepherd at koma inn
í føroyskt sjóøki yvirhøvur,
og spurningurin um heimild
er fyri tí, verður eisini kann
aður í løtuni.
Poul Michelsen sigur, at
væntar, at framyvir verða
tað í størri mun føroyskir
myndugleikar sjálvir, sum
mugu verja okkum fyri Sea
Shepherd.
Hann vísir á, at danska
løgreglan er undir hørð
um trýsti í løtuni, eitt nú í
sambandi við flóttafólka
streymin
til
Danmarkar,
og tí kunnu vit ikki vænta
somu hjálp haðani, sum vit
hava havt.
Tað er eingin ivi um, at ágangurin frá Sea Shepherd
á okkum, skal fáa ein enda, sigur Poul Michelsen,
landsstýrismaður í uttanríkismálum