týsdagur 5. januar 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tey skulu ikki stúra fyri at fáa stóra bót fyri at venda blinda eygað til eina grind
Ferðafólk kunnu aftur
trygt koma til Føroyar
Áki Bertholdsen
Ferðafólk skulu nú aftur
ekkaleys kunna koma til
Føroya, uttan at stúra fyri
at koma undir stóra bót fyri
ikki at boða frá grind.
Tað staðfestir Høgni Hoy
dal, landsstýrismaður, sum
umsitur grindalógina.
Í royndunum at basa virk
seminum hjá Sea Shepherd í
Føroyum, samtykti Løgtingið
eina grindalóg í fjør, har tað
varð ásett, at tann, sum sær
eina grind, men ikki boðar
frá henni, fær 25.000 krónur
í bót.
Tann, sum sær eina grind,
hevur altíð havt skyldu til
at boða frá henni, men hig
artil hevði ongin revsing
verið fyri at lata vera, men
hetta varð so broytt í nýggju
grindalógini.
Hetta var sannur gloypi
biti hjá Sea Shepherd, sum
breiddi tíðindini um allan
heim, við tí úrsliti, at stórir
fjølmiðlar tóku málið upp.
Síðani hevur ferðavinnan
víst á, at hetta hevur fingið
ferðafólk at setast aftur,
og samstundis hava ferða
mannaskip boða frá, at tey
koma ikki til Føroya við eini
slíkari hóttan hangandi yvir
høvdinum á ferðafólki og
manning.
Undanfarna
samgonga
vildi ikki broyta lógina, men
tað ætlar hendan samgongan
at gera, og spurningurin
hevur nú verið til viðgerar á
landsstýrisfundi.
Høgni Hoydal sigur, at tað
hevur ongantíð verið ætlanin
at raka ferðavinnuna, men at
tað er ein óætlað avleiðing
av nýggju ásetingunum í
grindalógini.
Og nú verður tann áset
ingin beind burtur, tí nú skal
grindalógin broytast, so at
ásetingin fellur burtur um, at
tann, sum sær grind uttan at
boða frá, fær 25.000 krónur í
bót.
Kortini verður fráboðan
arskyldan framvegis varð
veitt, men ongin revsing
verður fyri ikki at halda
hana.
Høgni Hoydal ásannar,
at nýggja grindalógin varð
smíðað og avgreidd í skundi,
og nú hon verður broytt,
verður hon gjøgnumgingin,
og verður neyðugt við øðrum
broytingum, verða tær eisini
tiknar við í hesum umfari.
Skal samskipast
Spurningurin um, hvussu
ágangurin hjá Sea Shepherd
ímóti okkum kann basast,
hevur verið afturvendandi
til umrøðu í politisku skip
anini.
Málið er í tveimum. Annar
parturin er sjálv grindalógin,
sum Høgni Hoydal umsitur.
Hin parturin er nógv
meiri umfatandi, og tað er
spurningurin um at forða
fyri, at Sea Shepherd sleppur
at gera seg inn á okkum, yvir
høvur.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðunum, er tað
ein spurningur, Poul Michel
sen, umsitur í landsstýrinum.
Men Høgni Hoydal sigur,
at á hesum øki verður ar
beiðið hjá landsstýrismonn
unum báðum samskipað.
– Spurningurin um frá
boðanarskylduna, og revs
ingina fyri ikki at halda hana,
kann eisini fáa týdning fyri,
hvussu
myndugleikarnir
kunnu fara fram ímóti sea
Shepherd.
– Vit mugu ansa eftir, at
broytingin í grindalógini, ikki
upp á nakran máta verður
ein fyrimunur fyri Sea Shep
herd, og tí er neyðugt at
samskipa arbeiðið at broyta
grindalógina, og arbeiðið at
forða Sea Shepherd at virka
í Føroyum, sigur Høgni Hoy
dal.
Hann sigur, at endamálið
er at fáa Løgtingið av av
greiða málið í Løgtinginum
nú í vár.
Høgni Hoydal sigur, at eitt
er, at myndugleikarnir hava
loyvi at taka fólk, sum gera
seg inn á grindadráp.
Men tað besta er sjálvandi
at forða fólki, sum hava í
hyggju at gera seg inn á
grindadráp, til yvirhøvur at
sleppa inn í landið, og tað er
hin parturin av sama málið,
sum landsstýrið arbeiðir við,
og í løtuni verða allir møgu
leikar kannaðir.
ONGIN REVSING
Arbeiðsmenn í Havn rundan føðingardag
100 ÁR Nú fyllir Havnar Arbeiðsmannafelag 100 ár og tað verður hildið við stórari veitslu
Áki Bertholdsen
Næsta leygardag, tað er
leygardagin 16. januar, fyllir
Havnar
Arbeiðsmannafe
lag, 100 ár. Og tað verður
hildið við stórari føðingar
dagsveitslu fyri einum 600
fólkum í ítróttarhøllini á
Hálsi sjálvan føðingardagin.
Hans Joensen, sum hev
ur verið formaður í felag
num síðani 2003, sigur í
løtuni eru einir 700 limir í
Havnar Arbeiðsmannafelag
og at tað talið hevur verið
støðugt hesi seinastu árini.
Tá ið limatalið var upp á
tað mesta, vóru einir 1.300
limir í felagnum.
– Tað var í teimum døg
um, tá ið tað kravdi einar
50-100 mans til at lossa eitt
skip, sigur hann. Í dag era
tríggir, fýra mans, og nakrir
trukkar,
sama
arbeiðið,
leggur hann afturat.
Men hann ivast ikki í, at
framtíðin hjá felagnum er
trygg, hóast nógv arbeiði
verður meiri og meiri sjálv
virkandi, tí felagið hevur
eisini sáttmálar fyri serar
beiðarar.
Samstundis sigur hann,
at felagið hevur stóran
týdning fyri limirnar, tí at
tað gevur limunum eina
stóra, sosiala trygd. Felagið
hevur eftirlønarskipanir til
tey, sum fara úr arbeiði fyri
aldur, og samstundis eru
limirnir eisini tryggjaður,
skuldu teir doyð í arbeiðs
førum aldri, skuldu teir ver
ið fyri vanlukku, ella fáa teir
álvarsliga sjúku.
Hans Joensen sigur, at
veitslan er fyri limunum í
felagnum, umframt teim
um, felagið samstarvar við.
Eisini menn, sum eru
farnir frá við eftirløn, men
sum framvegis rinda lima
gjald, og sostatt enn eru
limir í felagnum, eru bodnir
við í veitslu.
Men formaðurib sigur,
at ein trupulleiki, tey hava
havt, er, at allir arbeiðsgev
arar eru ikki líka raskir at
senda felagnum listarnar
við
limagjøldunum
fyri
arbeiðsfólkið, og tí hevur
felagið ikki fult yvirlit
yvir allar limirnar. Av tí
sama kann tað henda, at
allir limir ikki hava fingið
innbjóðing til veitsluna.
– Men teir eru allir væl
komnir, tað er bara at siga
frá, sigur Hans Joensen.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
– Tað var sjálvandi ikki ætlanin at raka
ferðavinnuna, og tískil verður tað nú broytt, sigur
Høgni Hoydal, sum umsitur grindalógina