týsdagur 5. januar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Hann kemur sjálvandi ikki frá
fremmandum – áhugin fyri poli
tikki hjá Helenu Dam á Neystabø,
løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokk
in.
Pápin, Atli P. Dam, var í nógv
ár formaður í Javnaðarflokkinum,
umframt at hann eisini í nógv ár
var Føroya løgmaður. Tað sama var
abbin, Petur Mohr Dam – í mong ár
ímyndin av Javnaðarflokkinum.
Nú umboðar hon Javnaðar
flokkin á tingi.
– Tað sum eg havi størsta áhug
an fyri eru tey langsiktaðu málini
og haldføri í búskapinum hevur
allarhægstu raðfestingina, sigur
Helena Dam á Neystabø, sum hev
ur sæti í fíggjarnevndini.
– Fyri at vit kunnu hava eitt
samfelag, sum fólk tíma at búgva
í, so skulu vit sum politkkarar
tryggja eitt samfelag við trivna og
tryggleika. Tað eru avgerandi treyt
ir fyri at fólk flyta aftur til Føroyar,
sigur hon.
Helena Dam á Neystabø hevur
verið aktiv í samfelagskjakinum
í mong ár. Longu í Hoydølum var
hon partur av nevndini í næminga
felagnum og hon hevur síðani hon
eftir lesnað flutti aftur til Føroya
tikið lut í politiskum arbeiði.
– Vit mugu tryggja okkum fram
eftir, soleiðis, at her verður liviligt
komandi árini. Tað er ikki nóg mik
ið at hyggja eitt valskeið fram – vit
mugu seta okkum mál, sum røkka
munandi longri, sigur hon.
Vælferðarsamfelagið
Tingkvinnan fyri Javnaðarflokkin
er nógv upptikin av vælferðarsam
felagnum, sum í veruleikanum
er eitt modell, sum í stóran mun
er brúkt í okkara norðurlendsku
grannalondum.
Vælferðartænasturnar
skapa
ein tryggleika, sum ger at fólk trív
ast ísamfelagnum. Tær verða skapt
ar í samstarvi millum myndugleik
arnar, vinnuna og borgararnar.
– Tí er tað so avgerandi, at vit
sum politikarar duga at miðla,
hvussu stóran týdning vælferðar
samfelagið hevur fyri okkum og
fyri at vit trívast her, sigur hon.
Hon vísir á, at hesi seianstu árini
er nógv hent, sum ger, at nógv ikki
skilja hvat vælferðarsamfelagið er -
og hvønn týdning tað hevur.
– Seinasta samgongan gjørdi alt
ov lítið fyri at viðlíkahalda samfe
lagið. Tí versnaðu viður skiftini.
Grundgevingin var ofta, at »tað lá
ikki fyri« at gera neyðuga viðlíka
haldi, sigur hon.
Hon sigur, at Javnaðarflokkurin
hevur verið í mongum samgongum.
Ikki altíð eru vælferðartænasturnar
blivnar betri, men hin vegin, so eig
ur ikki at vera gloymt, hvat Javn
aðarflokkurin hevur gjørt.
– Um flokkurin ikki hevði havt
verið partur av hesum samgongum,
so høvdu vit havt sæð katastrofur
á økinum, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Dagsins politikkur
60-ára gamla tingkvinna Javnaðar
floksins hevur nógvar politiskar
royndir. Umframt at sita í tinginum
erh on eisini partur av Tórshavnar
býráð.
Í dag sær hon hópin av politisk
um markamótum, sum gera tað eitt
sindur torført at reka politikk.
Hon nevnir gjónna millum bygd
og bý umframt stríðið um samband
og loysing.
– Hetta eru mál, sum ofta forða
fyri, at vit fáa gjørt tær stóru semj
urnar, sum bera longur fram enn
bert til komandi val, sigur hon.
Hon vísir á, at í ár hevur tað fylt
nógv, at ríkisveitingin úr Danmark
aftur er fryst.
– Hetta fyllir so ómetaliga nógv,
men úr einari fíggjarlóg uppá 4,5
milljardir krónur er her talan um
600.000 krónur.
Samansetingin av
borgarunum
Helena Dam á Neystabø hevur sum
sagt serligan áhuga fyri haldføri í
búskapinum.
Tí hevur hon eisini arbeitt nógv
við, hvussu tað ber til at broyta
fólkasamansetingina. Vit gerast
fleiri og fleiri eldri og verður onki
gjørt, so lioggur ein bumba undir
komandi samfelagnum.
– Vit verða eldri og eldri og tí
mugu vit tryggja okkum, at so nógv
ung, sum møguligt koma aftur til
Føroyar at arbeiða. Tað eru hesi
fólkini í arbeiðsførum aldri, so
skulu tryggja livikorini í landinum
komandi mongu árini, sigur hon.
Eitt av amboðunum at tryggja
haldføri er at byggja samfelagið
upp soleiðis, at yngru fólkini koma
aftur til landið.
– Tey átøk, sum bæði land og
kommunur hava gjørt í seianstuni
peika rættan veg. Eg veit, at flestu
føroyingar vilja sleppa heimaftur
og at endaliga lønin ikki altíð er
avgerandi. Tí er tryggleikin og
trygdin í vælferðarsamfelagnum
avgerandi, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Hon heldur eisini at Føroyar
er eitt land við frælsi, ahr hvør
einstakur hevur stóra ávirkan á
egnan gerandisdag. Tað er ein av
orsøkunumtil at vit vilja búgv
her, umframt sjálvandi at vit eru
føroyingar.
– Tí er eisiniu neyðugt við sam
haldsfesti. Vit noyðast øll at gjalda
til samfelagið fyri at tað skal
virka og fyri at vit kunnu hava
tær tænastur, sum vit fegin vilja
hava at virka, tá ið vit hava brúk
fyri teimum, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Haldføri í búskapinum er avgerandi fyri um fólk tíma at búgva í Føroyum, heldur Helena Dam á Neystabø
MELDURIN
Helena Dam á Neystabø
SAMHALDSFESTI
TRYGGJA OKKUM
VÆLFERÐINA