Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Virðisøking er eitt av orðunum, sum Helena Dam á Neystabø hevur frammarlaga í sínari raðfesting Árni Gregersen Í politiska kjakinum seianstu árini, hevur mangan verið tosað um at virðisøkja føroyska tilfeingið. – Eg haldi eisini, at tað er sjálv­ sagt, at vit gera tað vit kunnu fyri at virðisøkja fiskin, vit hava at­ gongd til. Virðisøkingin er við til at skapa grudnarlagið undir væl­ ferðar­samfelagnum, sigur Helena Dam á Neystabø. Hennara raðfestingar um virð­is­ øking fara tó longri enn bara til at virðisøkja fiskin. Í hennara huga­ heimi hevur tað eisini alstóran týdn­ing at virðisøkja tað, sum før­oyska fólki og serliga tey ungu standa fyri. – Vit duga væl at hugsa og gera nýtt, men viðhvørt gongur tað ikki nog væl at seta allar uppfinningar og góðar loysnir í framleioðslu. Hetta eiga vit at skumpa undir, so vit fáa meira burturúr – fáa virðis­ økt – alt tað, sumv it gera, sigur hon. Helena Dam á Neystabø heldur at tað er sjálvsagt, at vit gera nógv meira fyri at fáa meira úr okk­ara tilfeingi. Tað sum verður virðis­ økt her á landi, gagnar øllum sam­ felagnum Hon vísir eisini á, at innan fleiri skapandi vinnur gongur framá. Bæði tónleikur og mentan annars eru skapandi vinnur, sum vit megna at fáa út í heim, men enn gong­ur ikki nóg væl at fáa nóg mik­ ið av peningi burturúr. Útbúgvingar Helena Dam á Neystabø hevur áður verið landsstýriskvinna við menta- og skúlamálum. Hon fegnast um,k at vit hava fing­ið hóp av fólki við longri út­ búgv­ingum, men hon heldur, at vit eisini aiga at kasta meira ljós á hand­verkaravinnuna. – Vit vita, at vit hava dugnalig fólk á hesum økinum. Lat okkum menna hesar útbúgvingarnar og gera okkum betri til tað, sumv it duga frammanundan. Tað er ein góður vegur at ganga, sigur hon. Hon vísir eisini á, at meðallangar útbúgvingar eiga at geva okkum førleikar, sum vit megna at brúka – og sum føroyska samfelagið hevur brúk fyri. Kappingin er hørð og vit mugu eisini læra okkum at markn­aðar­ føra Føroyar og tær dygdir, fólkið her hevur. – Kappingin er ómetaliga hørð, so vit mugu ansa eftir, at vit ikki leggja øll eggini í somu kurvina, sig­ur løgtingskvinnan. Solidatirtetur Føroyska samfelagið er ikki serliga stórt, tí er tað eisini følsamt fyri stórum broytingum. Tað ræður um at skipa so fyri at samfelagið tolir sveiggj í bú­ skapinum uttan at hetta fær álv­ ars­ligar fylgjur fyri tey, sum her búgva. – Tí mugu vit tryggja haldføri og samhaldsfesti. Tað eru hesi mál­ ini, sum tryggja vælferðina. Vit mugu síggja longur fram enn bert eitt valskeið. Vit noyðast at hyggja nógv longur fram, skal Føroyum verða lív lagað, sigur Helena Dam á Neystabø. Mugu fáa meira burturúr okkara tilfeingi og evnum Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin • 60 ár • Gift • Trý børn • Limur í fíggjarnevndini