týsdagur 5. januar 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
»Eitt av teimum stuttligu - fýra av
teimum grovu…«
Soleiðis sigur kostráðgevin á År
hus Universitetssjúkrahúsi, Anne
Wilhjelm Ravn.
Netsíðan - www.netdoktor.dk -
hevur skift orð við hana um, hvønn
týdning kostur hevur fyri húðina.
Húðin er eins og nýru og tarmar
ein likamslutur, sum útskilir ótørv
ella avfallsevni. Men, hetta er eisini
ein gongd, sum vit sjálvi kunnu
ávirka við kosti.
Eitt – og so fýra
Anne Wilhjelm Ravn mælir ikki
til, at vit skulu halda okkum til
harðar kurir. Í staðin vísir hon á,
at okkara húð eins og restin av
kroppinum er ógvuliga tengd at
skiftandi heilsugóðum kosti, eitt nú
frukt, grønmeti, grovbreyði, fiski og
nøtum.
– Heilsugóður og skiftandi kost
ur er týdningarmikil, og fyri mítt
egna viðkomandi skal pláss eisini
vera til nakað av tí, vit gjarna vilja
eta. Mítt motto er tí: »Eitt av
teimum stuttligu
– fýra av teimum grovu…«, sigur
hon.
Anne Wilhjelm Ravn vísir á al
mennu kostráðini – »et soltið,
et grovbreyð, et frukt og nógv
grønmeti«, og hon leggur aftrat
– »drekk vatn«.
– Eg plagi at rópa vatn
fyri »flutningsgøgnina« hjá
kroppinum. Tað merkir, at
vit sjálvi kunnu gera nakað
við at hjálpa ótørvinum –
avfallsevnunum – ávegis úr
kroppinum.
Húðin sum slatrivætti
Í
gerandisdegnum
hugsa
ivaleyst tey fæstu um húðina
sum likamslut, ið útskilir ótørv.
Í staðin er meira fokus á, hvussu
húðin sær út. Hetta er eisini náttúr
ligt, tí vit síggja húðina hvørja ferð,
vit hyggja í spegilin – og tá vit
síggja onnur menniskju.
Kostráðgevin vísir á, at tá vit
síggja onnur menniskju, síggja vit
eitt nú á húðini, hvussu gomul tey
eru og í fleiri førum eisini, hvussu
fólk hava tað. Vit kenna útsøgnina:
»Hon sá gott út…« – ella »hann var
gráur í høvdinum...«
Hvussu hongur hetta so saman
við kostinum?
– Tá vit fáa álvarsliga sjúk fólk
inn á deildina, sum eru øskugrá í
húðini, síggja vit, at tað gráa í húð
ini kann betrast yvir nakrar mán
aðir. Tá hesi gerast betri fyri og
hava fingið matarlyst og orkuna
aftur, fáa tey eisini ein annan
húðarlit. Góð føðsla viðvirkar til,
at húðin fær ein møguleika at væla
um skaðar og endurbyggja seg,
sigur Anne Wilhjelm Ravn.
Hon sigur, at vánaligur kostur
yvir longri tíð kann vísa seg í grov
poknutari, slakari og troyttari húð.
Serliga húðin hjá kvinnu, sum er
fínari enn húðin hjá monnum, er
meira nærtikin.
At eldast við yndi
Sum likamslutur er húðin før fyri
at viðlíkahalda seg sjálva gjøgnum
ein mansaldur, men hvussu ber tað
so til, at nøkur fólk skjótari síggja
eldri út?
– Treytað av arvaeginleikum,
har nøkur eru hepnari enn onnur,
er evnini hjá húðini at endurbyggja
seg ymisk. Hvussu góð hesi evni
eru at endurbyggja eitt nú skaddar
kyknur, hongur eisini saman við
føðslustøðuni og góðum blóðrensli.
Eins og allar aðrar kyknur, fáa
kyknurnar í húðini eisini sína ilt og
síni føðsluevni gjøgnum blóðið.
Húð og royking
Anne Wilhjelm Ravn vísir á, at sum
tíðin gongur, og árini leggjast til,
verður tað truplari hjá húðkykn
unum at umvæla og endurskapa
seg. Tá vit roykja, økir roykingin
eisini um skaðar í blóðæðrunum.
– Elastisku fiprurnar og stuðuls
fiprurnar í húðini, kollagen og
elastin, sum geva húðini sína styrki
og smidleika, oyðileggjast skjótari,
tá tú roykir, og hetta gevur rukkuta,
troytta og leysa húð.
Kostráðgevin leggur aftrat, at
sól, dálking og vantandi svøvnur
hava eisini sína ávirkan á húðina.
Tó er ymiskt, hvussu stór ávirkanin
er á einstaka persónin.
Kelda: www.netdoktor.dk
– Tá vit síggja onnur menniskju, síggja vit eitt nú á húðini, hvussu gomul tey eru og í fleiri
førum eisini, hvussu fólk hava tað, sigur kostráðgevin, Anne Wilhjelm Ravn
Eitt av teimum stuttligu
– fýra av teimum grovu
HEILSA
Nøkur góð kostráð
Ráðini eru at eta fjølbroyttan kost, tó ikki ov nógv, og at vera likamliga aktivur. At eta fruktir, nógv grønmeti,
fisk og grovt breyð er gott. Tá tú etur kjøt og kjøtviðskera er umráðandi at velja soltið kjøt. Tú eigur eisini at
velja soltnar mjólkavørur og eta minni av mettaðum feitti. Mælt verður til at eta mat við minni salti, minni
sukuri - og at drekka vatn. - Eitt gott bótarevni er lycopen, ið er reyða litevni, sum eitt nú er í tomatum, reyðari
greypfrukt og papaja-frukt, sigur kostráðgevin, Anne Wilhjelm Ravn.
Kelda: www.netdoktor.dk
– Sum tíðin gongur, og árini leggjast til, verður tað truplari hjá húðkyknunum at
umvæla og endurskapa seg, sigur kostráðgevin, Anne Wilhjelm Ravn