týsdagur 5. januar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Føroysku fótbóltsútisetarnir
hava sjáldan staðið seg betri
enn teir gera í løtuni. Fleiri
spælarar eru í holt við at fáa
sítt gjøgnumbrot – serliga
í Danmark. Tað hava fyrr
verið fleiri útisetar, og eisini
spælarar á hægri stigi, men
sjáldan munnu so nógvar
hava finigð longdar sátt
málar og góð orð við á veg
num sum nú. Tað er prógv
um, at grundstøðið í før
oysku spælarunum er hækk
að nógv.
Vit fara her, at hyggja
nærri at støðuni hjá fleiri av
okkara útisetum, sum eru á
bestu liðnum í eitt nú Dan
mark og Íslandi.
GUNNAR NIELSEN
Land: Ísland
Felag: FH
Føroyski landsliðsmálverjin
hevur annað árið á rað skift
til íslendsku meistararnar.
Fyrst Stjarnuna og nú FH.
Tað er ongin ivi um, at
Gunnar Nielsen er ætlaður
sum fyrstaval hjá FH. 29 ára
gamli málverjin vektar spæli
tíð høgt, eftir eina yrkisleið,
har hann í størri mun hevur
sitið á bonkinum. Tað er
sannlíkt, at Gunnar Nielsen
kemur at hava ein avgerandi
leiklut fyri FH og føroyska
landsliðið.
VILJORMUR
DAVIDSEN
Land: Danmark
Felag: Vejle BK
Vinstri bakkurin á lands
liðnum hevur langt síðani
vunnið sær fast pláss á lið
num hjá Vejle. Tað er eisini
sannlíkt, at hann kemur at
spæla eins stóran leiklut
í komandi ári, sum hann
hevur
undanfarnu
árini.
Vejle hevur eitt ungt lið, sum
skal stríðast um uppflyting
í seinnu hálvu. Helst verður
Viljormur ein týðandi partur
av tí stríðnum.
ÁRI MOHR
JÓNSSON
Land: Danmark
Felag: Silkeborg IF
Sterki
vinstri
bakkurin
hevur drigist við skaðar fara
árið, men er nú klárur aftur.
Hevur tó nógv at innheinta,
áðrenn hann kemur á sama
stig sum hinir. Hevur fyrr
prógvað,
at
hann
kann
spæla á besta liðnum. Ári
hevur sáttmála til í summar,
og ynskir at halda fram í
felagnum. Tí er hetta eitt
týdningarmikið hálvt ár fyri
framtíðin hjá vinstra bakk
inum.
GILLI SØRENSEN
Land: Danmark
Felag: AaB
Er í rúkandi menning, og er
í holt við at vinna sær fast
pláss á liðnum. Liðið hevur
selt høgra bakkin, so møgu
leikarnir hjá Gilla eru betri
til seinnu hálvu. Higartil
hevur venjarin ikki brúkt
Gilla fleiri dystir upp í slag,
og tað er kanska eitt tekin
um, at hann roynir at brynja
kvika vongin til Superliguna,
men at tað er nakað á mál
enn. Kann fáa sítt stóra
gjøgnumbrot í 2016.
RÓGVI
BALDVINSSON
Land: Danmark
Felag: FC Fredericia
Spældi fleiri dystir fyri FC
Fredericia í fyrru hálvu, og
tað tyksit sannlíkt, at Rógvi
Baldvinsson aftur verður
at síggja á vøllinum fyri
FC Fredericia, nú seinna
hálva byrjar í næstbestu
deildini í Danmark. Hevur
við skiftinum frá Ålgård
vunnið seg í landsliðshitan
aftur. Tað er ein møguleiki
fyri, at Rógvi Baldvinsson
við einum góðum ári kann
fáa sítt gjøgnumbrot.
HALLUR HANSSON
Land: Danmark
Felag: Vendsyssel FF
Føroyski
landsliðsmiðvall
arin er motorurin á miðvøll
inum hjá Vendsyssel, sum
hevur beina kós móti Super
liguni. Hallur hevur júst
longt sáttmálan, hóast fleiri
onnur feløg vístu honum
áhuga. Tað er ongin ivi um,
at Hallur Hansson fær nógva
spælitíð
í
2016.
Eydnast
sum væntað at flyta upp,
so spælir Hallur Hansson í
Superliguni frá í summar av.
Tað er eitt stig rættan veg.
HEINI VATNSDAL
Land: Danmark
Felag: Fremad Amager
Hevur vunnið sær fast pláss í
Fremad Amager, sum spælir í
triðbestu deildini í Danmark.
Fremad Amager er millum
feløgini, sum stríðast um
uppflyting. Heini hevur fyri
kortum longt sáttmálan, og
tað var við rósandi orðum
frá venjaranum, John »Faxe«
Jensen. Hevur fortreytirnar
vit vinn sær fast pláss á lið
num í 2016, og harvið spæla
seg inn í landsliðshitan aftur.
RENÉ SHAKI
JOENSEN
Land: Danmark
Felag: Vendsyssel
René S. Joensen hevur eins
og Hallur Hansson longt
sáttmálan við Vendsyssel.
Hann spælir ikki eins stóran
leiklut og Hallur Hansson,
men tað tykist ikki vera
nakar ivi um, at Vendsyssel
sær møguleikar í skjóta og
orkuríka spælaranum, sum
kann spæla á bakkinum og
á vonginum. Heldur menn
ingin fram, so er skuldi verið
møguleiki fyri, at René bítur
seg fasta á liðið í seinnu
hálvu.
ÚTISETAR Í
Føroyskir útisetar gjørdi nógv um seg í
2015. Tað er ilt at koma í tankar um eina
tíð, har føroyskir fótbóltsspælarar hava
staðið við betri kortum enn í 2016