Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. januar 2016 · Nr. 2 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR FRAMGONGD CHRISTIAN L. HOLST Land: Danmark Felag: Fremad Amager Boðaði í heyst frá, at hann ikki heldur fram á føroyska landsliðnum. Tað er enn óvist, um hann heldur fram at spæla fyri Fremad Amager eftir núverandi kapp­ingar­ár. Hansara bestu ár sum fót­ bóltsspælari eru farin aftur­ um hann. Enn er hann ein týð­andi partur av Fremad Amager liðnum. BRANDUR HENDRIKSSON OLSEN Land: Danmark Felag: FCK (Útl. til Vendsyssel) Hevði eitt hendingaríkt og spennandi 2015, men tað end­aði við nøkrum mánað­ um á bonkinum. Nú er hann út­leigaður til Vendsyssel, har hann er ætlaður ein stór­an leiklut á vøllinum. Tað er ongin ivi um evnini hjá skálvíking­inum, men tað er óvist um tey koma til sín rætt í Vendsyssel, sum ikki spælir so tekniskan fótbólt. 2016 verður helst árið, har Brandur fær nógvar minuttir á vøll­inum. JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON Land: Danmark Felag: Vejle BK Toftamaðurin hevur gjørt nógv um seg seinastu 14 mán­aðir­nar. Hann skoraði sigurs­málið í Pireus móti Grikka­landi, skotið flottasta málið í næstbestu deildini í Dan­mark, og er vorin ein profil­ur í Vejle. Hann hevur sjálvur sagt, at hann skal spæla í Superliguni frá í summ­ar av. Tað trúgva vit upp á – spurningurin er bara um tað er við Vejle ella onkr­ um øðrum. FINNUR JUSTINUSSEN Land: Danmark Felag: Fremad Amager Finnur Justinussen spældi seinnu hálvu í 2015 við Fremad Amager saman við Heina Vatnsdal og Christiani L. Holst. Alt bendir á, at Finnur Justinussen ein av kom­andi døgunum skrivar undir nýggjan hálvt ára sátt­ mála við felagið. Vónandi finnur Finnur stevið í donsk­ um fótbólti. Útisetar uttan felag: SONNI RAGNAR NATTESTAD Pláss: Miðverji Sonni Ragnar Nattestad hev­ur verið uttan felag síð­ ani farna summar, tá FC Midt­jylland valdi at ógylda sátt­málan við føroyska lands­liðs­miðverjan. Síðani hevur ljóðað, at miðverjin hevur verið á veg til Bristol í Onglandi, Thisted í Danmark, FH í Íslandi og áhugi er fyri honum í Føroyum. Tað ber ikki til at siga hvat 2016 hevur at bjóðað fyri dámliga mið­vingin, sum hevur per­ són­ligar trupulleikar at dragast við. Í løtuni ljóðar FH í Íslandi sum besta boðið, men eitt er vist – hevur hann einki felag skjótt, so verður hann vrakaður á lands­lið­ num. Tað hevði verið synd fyri báðar partar. KAJ LEO Í BARTALSSTOVU Pláss: Vongur Takkaði nei til at leingja sátt­málan við Levanger í næst­bestu deildini í Noreg. Hev­ur ment seg nógv í 2015, og vunnið sær fast pláss á lands­liðnum. Tað er óvist hvar Kaj Leo spælir í 2016, men hann hevur evnini at standa seg í næstbestu deild­ini í norðurlondum. Tað hevur hann prógvað. Vón­ andi finnur hann eitt felag, har hann kann halda fram við at menna seg, tí hann kann fáa ein týðandi leik­lut í skap­andi spælinum á lands­ lið­num, nú Christian L. Holst er givin. trondur@sosialurin.fo