hósdagur 7. januar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JANUAR 2016
SOSIALURIN 3
4
Sæð á Facebook:
»Nýggjárslyfti: Ætli at tapa meg. Eri so smátt
byrjaður við at blaka burt tankar, ið tyngja meg«
Í 1982 spældi Sylvester
Stallone fyri fyrstu leiklutin
sum John Rambo í filmi, og
tað gjørdist byrjanin til eina
filmsrøð, sum nú telur fýra
filmar.
Rambo-filmar
komu
út í 1985 og 1988, og síðani
gingu 20 ár, til Stallone gjrdi
comeback í fjórða Rambo
filminum, sum kom í 2008.
Síðani hevur verið tosað
um, at handrit til ein fimta
Rambo-film er klárt at fara í
gongd við, men nú avsannar
Sylvester Stallone, at hann
fer at spæla ein nýggjan
Rambo-film.
- Hjartað sigur ja, men
kroppurin sigur nei, sigur 69
ára gamli Sylvester Stallone
við blaðið Variety.
Stallone sigur, at hann
er fegin um, hvussu søgan
um Rambo endaði í fjórða
filminum.
Ætlanir er um eina
Rambo sjónvarpsrøð, sum
skal snúgva seg um sonin
hjá John Rambo, men hesa
røð hevur Sylvester Stallone
einki við at gera.
Hósdagin var eitt ár liðið, síðani Frakland varð
skakað av yvirgangsálopinum á skrivstovuna
hjá satirublaðnum Charlie Hebdo í franska
høvuðsstaðnum París. 12 fólk doyðu og 11
onnur fingu løstir í álopinum.
Yvirgangurin steðgaði tó ikki við eina
álopinum á skrivstovuna hjá Charlie
Hebdo, men í tríggjar dagar tók óttin
og óvissan kvørkratak um franska
høvuðsstaðin, meðan yvirgangsmenninir,
brøðurnir Saïd og Chérif Kouachi,
megnaðu at flýggja undan løgregluni.
Umframt tey tólv, ið doyðu í Charlie
Hebdo álopinum, so drupu islamsku
yvirgangsmonnunum fimm onnur fólk
í og kring franska høvuðsstaðin næstu
dagarnar.
Í tveir dagar jagstraðu fronsku myndug
leikarnar beiggjarnar, áðrenn tað eydnaðist
at umringa teir í einari prentsmiðju
uttanfyri París. Átta tímar seinni komu teir
báðir yvirgangsmenninir úr bygninginum,
meðan teir skutu eftir løgregluni. Báðir
tveir vórðu dripnir á staðnum.
Beiggjarnir vóru tó ikki aleinaðir í
teirra stríði, men fingu hjálp frá Amedy
Coulibaly. Tá beiggjarnir vórðu umringaðir
í prentsmiðjuni, leyp Coulibaly á ein
jødiskan matvøruhandil, har hann
tók fleiri fólk til gísla. Hann kravdi at
beiggjarnir sluppu undan, annars fór hann
at taka lívið av gíslunum.
Stutt eftir at Kouachi beiggjarnir
vórðu dripnir eydnaðist tað
servandum løgreglumonnum at
bróta inn í matvøruhandilin og
drepa gíslatakaran. Fimtan gíslar
vórðu leyslatnir, men gíslatakarin
hevði longu beint fyri fýra gíslum.
Eitt av sterkastu minnunum
aftaná álopið í París, var fyri mong
at eygleiða hvussu franska tjóðin
savnaðist fýra dagar seinni, 11. januar,
á gøtunum í París. Nærum tvær milliónir
fólk tustu út á gøturnar fyri at vísa, at
franska tjóðin stóð saman móti yvirgangi.
Stjórnarleiðarar úr øllum heiminum
luttóku.
Álopið var størsta yvirgangsatsóknin
í Fraklandi síðani 1961, men tað gekk ikki
long tíð áðrenn Frakland aftur varð skakað
av yvirgangi. 13. november 2015 lupu fleiri
islamskir yvirgangsmenn á ymisk mál í
franska høvuðsstaðnum í einum álopi, ið
kravdi 130 mannalív.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
8-13 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
10-15 m/s
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15
m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella
kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5
stig, um náttina úr frostmarkinum upp
í 3 hitastig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av landnyrðingi,
10 til 15 m/s, sum snarar í ein
norðan og makar niður í andøvsgul
upp í ein strúk, 8 til 13 m/s.
Samdrigið og okkurt vátaslettings-
ella kavaæl og hitin millum 1
kuldastig og 3 hitastig.
Mánadagin
Mánadagin verður andøvsgul upp
í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s,
seinni gul til stívt andøvsgul, 5
til 10 m/s. Samdrigið og kavaæl
og hitin millum 3 kuldastig og 2
hitastig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av eystri, sum
snarar í ein landnyrðing, 10 til
15 m/s. Samdrigið og okkurt
vátaslettings- ella kavaæl. Hitin úr
frostmarkinum upp í 3 hitastig.
1-15 m/s
Vikan ið fór
KÍ Fær aftur ein útlendskan
verjuleikara. Maðurin,
ið aftur verður at síggja
í KÍ-búnanum í 2016, er
amerikanski Mayowa Alli.
Ferðafólk kunnu nú aftur
koma til Føroya uttan at
stúra fyri bót, um tey ikki
siga frá grind. Viðkomandi
ásetingin í lógini verður
beind burtur, sigur Høgni
Hoydal, fiskimálaráðharri.
Ein 62 ára gamal maður
doyði náttina til mánadagin,
eftir at hann fekk tilburð
umborð á skipinum
Slættaberg. Maðurin varð
sigldur inn og doyði seinni
á Landssjúkrahúsinum.
Ætlanin um at byrja
virksemi á gamla Bacalao
aftur er nú endaliga slept,
og 200 arbeiðspláss
verða tí av ongum.
Leingi hevur Sp/f Knassar,
sum eitt nú rekur portal.
fo siglt í tungum sjógvi
fíggjarliga, men eftir øllum
at døma hórar felagið undan
enn einaferð. Sambært
partafelagsskránni hevur
felagið fingið eina góða
millión í innspræning,
umframt ein nýggjan
nevndarlim, sum er Ingvør
Dalbø úr Norðragøtu.
Andrew av Fløtum boðaði
í vikuni frá, at hann gevst
sum framherji fyri HB.
Tingmaðurin Jákup
Mikkelsen er nýggi stjórin
í J.F. Kjølbro Heilsølu.
»Vanlukka«
Rambo er pensjóneraður
Ársdagur fyri álopið á Charlie Hebdo
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
føroyskir matpakkar vóru latnir í
Ukraina, nú ukrainar hildu jól tann
6. januar. Felagið Eysturhjálp skipaði fyri.
200
MANGT OG HVAT
Tí vit
kunnu!
Fyri at manna bara eitt líkinda symfoniorkestur
krevst eitt rættuliga stórt og breitt fólkagrundarlag.
Tað leggja vit snøgt sagt einki í her í Føroyum og
hava eitt væl spælandi og gott symfoniorkestur
allíkavæl. Góða nýggjárskonsert øll somul!
Visti tú?
Oljuprísurin tykist í løtuni
at vera í fríum falli, og í
vikuni varð eitt fat av olju úr
Norðsjónum selt fyri 32,14
dollarar. Tað er lægsti prísur
síðani 2004, tá eitt fat av
olju kostaði 28,44
dollarar.
Náttina til mánadagin kom Slættaberg
inn á Havnina við manni, sum hevði fingið
tilburð umborð á skipinum, og løstur í
hesum sambandi. Maðurin varð fluttur á
Landssjúkrahúsið og doyði stutt eftir.
Um orðið vanlukka sigur Sprotin:
Vanlukka kv1
Vánd lagna, ólukka, óeydna, vanlagna, skaði,
hann kom fyri ta vanlukku, at hann var áhalsin
og fór út av eini rók; vanlukkan mundi hent; til
alla vanlukku slitnaði línan (vanlukkutíð); hann
er tungur sum ein˜; hvat vanlukkan gert tú? hvat
tramin gert tú?